Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 Sosialurin Snorri Brend Kollafjørður: Tað er eitt søguligt øki, sum kirkjan stendur á her í fyrndargamla býlinginum við Sjógv, miðskeiðis í longu bygdini. Tað var á vári fyri sløkum 200 ár um síðani at spurningurin um at bygg ja kirkju her og í Kvívík varð reist ur á vártingi í 1837. Eitt sindur av kapping var vist mill um bygdirnar báðar um, hvør skul di verða fyrstur við nýggjari kirkju. Kollfirðingar vóru við yvir­ lutan, og í august mánaði hetta árið fóru teir ídnir til verka við at byggja kirkju na sum stendur á laðaðari grund. Skjótt varð arbeitt, tí kirkj an varð vígd longu fyrsta sunnu dag í advent hetta árið sum var 3. des­ ember ella nakað framma n unda n, 18. november. Kvívíkingar fingu sína kirkju árið eftir, og ta verandi í 1903. Síðani 1837 hevur kirkjan í Kolla­ firði fingið fleiri størri um væli ngar, men hesar eru eftir øllum at døma ikki nøktandi til dagsins tørv. 8000 vitjandi Tann, ið vitjar kirkjuna í Kollafirði kann skjótt staðfesta, at hon er sera vøk ur og ljós innan. Hon var millum annað brúkt til filmin “Barbara” eftir Niels Malm­ ros. Ferðafólk koma ofta framvið og fáa eina rundvísing í kirkjuni. Tað er í samstarv við Hoyvík Tours, og tað vitja millum 7 og 8000 ferðafólk um árið í kirkjuni. ­ Tað passa 120 fólk í kirkjuna, so hon er alt ov lítil til høgtíðir og jarð ar ferðir. Til vanligar gud s tæn­ ast ur eru um 30 fólk, og kanska 60 tá ið prestur er, sigur Anfinn við heimasíðuna hjá fólkakirkjuni, www.folkakirkjan.fo ­ Hon hóskar seg heldur ikki til nú tíð ar brúk, staðfestir hann. Kirkjan liggur haraftrat beint við høvuðsvegin, har tað koyra væl omanfyri 4000 bilar í miðal fram­ við. Allan henda nógva ferðslan hoyr ist inn í kirkjuna og órógvar guds tænastuna. ­ Tað er einki vesi í kirkjuni og hurð in er ov smøl, og sleppa bert summ ar kistur inn í kirkjuna. Men kirkjan er friðað, og tí sleppa vit ikki at broyta nakað. Tí hava vit eitt ynski um eina nýggja kirkju, vísir formaðurin í kirkjuráðnum á. Samstarv við missiónina Tað eru longu liðin nøkur ár síðani, at kirkjuráðið søkti um grund­ stykki. Tey ynskja at fáa eitt øki, sum ikki er longri enn ein kilometur burtur frá kirkjugarðinum. Tá ið grund stykkið er komið uppá pláss, kunnu tey fara at arbeiða meira ítøki ligt við prosjektinum. Hóast einki svar er komið frá kommununi enn, er greitt, at tey ynskja eina kirkju, har ein kann hýsa einum kirkjuligum arbeiði ­ tað er: hámessa og onnur kirkjulig tiltøk. ­ Vit hava gott samstarv við missións húsið á staðnum, og tað ynskja vit at varðveita. ­ Nú er høvuðsavbjóðingin at arbeiða fram ímóti eini nýggjari kirk ju, sigur Anfinn Dam. snorri@sosialurin.fo Nýggja kirkju til dagsins tørv KirKja Tað er neyvan nøkur avgerð, tá kirkjuráðið í Kollafirði hevur sett fram ynski um eina nýggja kirkju. Kirkjan, sum stavar heilt aftur frá 1837 er bæði vøkur og søgurík, treyðugt so. - Men hon hóskar seg ikki so væl til nútíðar brúk, sigur Anfinn Eli Dam, formaður í kirkjuráðnum Tað er ikki bert í Kollafirði at ynski eru sett fram um nýggja kirkju. Eisini á Glyvr­ um og á Argjum eru ætlanir um tað sama. Á Argjum hevur kirkju­ ráð ið fingið uppskot um eitt øki nærhendis Sandá, og ligg ur tað uppskotið í løtuni til almenna hoyring. Gongst sum ætlað, kann ein nýggj kir k ja standa klár her um eini 3­4 ár. Á Glyvrum er ætlanin eisini at byggja nýggja kirkju, ístað in fyri ta verandi, sum varð vígd í 1927. Hon er síðani vorð in munandi útbygt, men kort ini ikki so mikið at hon nøkt ar tørvin ídag. Tað tekur sjálvandi sína tíð at avgreiða eitt so stórt mál, sum tað er at byggja nýggja kirkju ­ frá tí at umsóknin verð ur send, til hon verður játt að ella avvíst. Umvegis alnetið hava vit hugt eftir einum lítlum parti av gongdini í málinum, frá byrj an ini og nakað fram í Tórs havn ar kommunu. Gongd hevur eisini verið í málinum um nýggja kirkju, eft ir at Kollafjarðar Bygdaráð í desember 2000 samtykkir at ávísa grundøki til nýggja kirk ju onkunstaðni við Sjógv í Kollafirði. Biðið varð tá somuleiðis um fund við kirkju ráð ið um málið. Seinni gjørd ist Kollafjørður partur av Tórshavnar kommunu, og í mars 2001 og í oktober sama ár sendir Kirkjuráðið skriv til Tórs havn ar kommunu um fund um málið. Í februar 2002 er fundur við teknisku umsitingina í komm un uni. Niðurstøðan á fundi num var, at býar gartn­ ar in ger kort av umrødda øki, at málið verður lagt fyri bygg­ og býarskipanarnevndina til prin sip pa vgerð og at kirkju­ ráð ið verður kallað aftur á fund. Málið hevur síðani ver ið til víðari viðgerð inn an vegg ja í býráðnum, í inn len dis mála­ ráð num og í kirkju ráð num. Hóast koll firð in g a r framvegis ganga í gom lu kirkjuna, er eingin ivi um, at tørvurin á nýggjari kirk ju ikki er vorðin minni sum árini eru gingin. sb. - Kirkjan er gomul og ótíðarhóskandi. Tí ynskja vit eina nýggja, sigur Anfinn Dam, formaður í kirkjuráðnum í Kollafirði Mynd: folkakirkjan.fo Aðrar nýggjar kirkjur Gongd í málinum Vit hava gott samstarv við missións­ húsið á staðnum, og tað ynskja vit at varðveita Kirkjan hóskar seg heldur ikki til nútíðar brúk ÓTÍÐarHÓSKaNDi