Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 32 Sosialurin Vilmund Jacobsen Kollafjarðar Bátafelag hevur eftirhondini nøkur ár á baki, og felagið hevur eisini felagshús við bátahylin. Húsini virka sum eitt undirhús, har menn kunnu savnast og tosa um ymiskt, sum er uppi í tíðini. Hvønn leygarmorgun hittast yngri og eldri sjómenn soleiðis til prát, kaffi og morgunmat. Kollafjarðar Bátafelag er sum so ikki ein positiv avleiðing av, at fólk eru farin at sigla meiri og hugna sær í báti saman. Limirnir í felagnum og teir, sum annars hittast í felagshølunum við bátahylin, eru í flestu førum uppilagstir sjómenn, sum hava hug at hittast til prát. Úr Kollafirði frættist, at einir 40-50 limir eru í Kollafjarðar Bátafelag, og fleiri teirra eru raskir at vitja felagshølini leygarmorgnar. – Vit hava eitt skifti, har onkur syrgir fyri kaffi og morgunmati hvønn leygar- morgun, og síðan hittast vit til prát og eina hugnaliga løtu saman. Kollafjarðar Bátafelag hevur eina bússu, har menn kunnu koyra nøkur oyru í, og soleiðis dekka hesar krónurnar tað, sum kaffi og morgunmatur kosta. – Í flestu førum eru tað somu menn, sum leygar- morgnar savnast í hølunum, men onkuntíð detta aðrir inn á gólvið, sum kanska búgva aðrastaðni, men hava eitt tilknýti til bygdina, verður sagt úr Kollafirði. Bátafelagshús og undirhús í Kollafirði FELAGSLÍV Í Kollafirði er bátafelag, og hvønn leygarmorgun hittast yngri og eldri sjómenn til prát, kaffi og morgunmat Vit hava ruskbyngjur ...til ein og hvønn tørv SITCON Inni í firði 107 • Kollafjørður • tel. 588886 Sosialurin 341800 Vit eru í nýggjum hølum í Sundum 51 Okkara nýggja telefonnr. er: 727272 ID-EL TELsID EL POSTOLIVANTFO Sosialurin 341800 Hølini hjá Kollafjarðar Bátafelag liggja við bátahylin í Kollafirði, beint vestanfyri húsini hjá Kollafjarðar Bjargingarfelag Mynd: Vilmund Jacobsen um... ...er lisin -so ert tú við!