Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 Sosialurin Zacharias Bech Porkeri Miðflokkurin hevur søplað pengar Tá løgmansrøðan var til umrøðu í tinginum, var Jenis av Rana framsøgumaður fyri Miðflokkin Hann brúkti tað mesta av síni talutíð til at finnast at tí vigerð, sum tey gomlu, veiku og sjúku – tey, sum eru á teimum niðastu rókunum í samfelagnum, sum hann plagar at málbera seg – fingu frá sitandi samgongu, við niðurskurði peningaliga á øllum økjum. Eftir eina viðmerking úr tingsalinum, har nevnt var um vantandi peninganøgd orsaka av niðurskurið í blokki­ num, nevndi Jenis av Rana, at Miðflokkurin, í staðin fyri at senda peningin aftur til Danmark, hevði uppskot um at seta nevnda pening í ein búskapargrunn, tí, sum hann segði, tað var eingin grund til at senda pening, sum vit áttu, aftur til Danmarkar. Jenis av Rana hevur áður sagt, at teir atkvøddu ikki fyri at minka blokkin. Men hann sleppur ikki undan, at tá uppskot var fyri at yvirtaka málsøkini, sum førdu til, at blokkurin var skorin við 366 mió. kr. árliga, atkvøddi Miðflokkurin fyri. Teir vóru væl ikki so nasadjarvir, at teir ætlaðu, at danir framvegis skuldu gjalda fyri tey málsøkir, sum vit høvdu yvirtikið. Um teir høvdu ætlað tað, so er hetta politiskur dupult­ moralur av ringasta slag. Vit eiga henda pening, sigur Jenis av Rana. Hetta skuldi hann roynt at sannført sín floksfelaga um, hesin, ið sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin sat sum landsstýrismaður við fíggjarmálum og var høvuðs­ forsprákari fyri at skerja blokkin, seinni politiskur avhoppari yvir í Miðflokkin. Tað er alla æru vert, at Jenis av Rana hugsar um tey á teimum niðastu rókunum. Men tann peningur, sum Miðflokkurin er og hevur verið við til at frásiga sær rættin til, hevði munað væl at betra um, um umstøðurnar hjá hesum samfelagsbólki. Kjak Fleiri viðmerkingar hava seinastu dagarnar verið frá bæði samgongu og anstøðupolitikarum um býtið av makrelinum. Serliga er tað fallið fleiri fyri bróstið, at 3.250 tons av makreli eru útlutaði til ein bólk av skipum, sum ikki hava veiðirættindir í føroyskum sjógvi. Eg skeyt upp tíðliga í ár, at Føroyar skuldu áseta sær eina makrelkvotu á 150.000 tons í føroyskum sjógvi, um ongin avtala fekst í lag ímillum strandalondini. Hetta bleiv ikki gjørt, tí undirtøka var ikki fyri ætlanini, hvørki í samgonguni ella anstøðuni. Eg eri tó enn sannførdur um, at hetta hevði verið tað einasta rætta, men eg valdi at lurta eftir hvat flokkarnir søgdu. Ivaleyst ein skeiv avgerð. Hevði eg hildið áfram at lurta eftir umboðum fyri politisku flokkarnar og fleiri av teimum, sum hava úttalað seg seinastu dagarnar, hevði ongin makrelur verið fiskaður í føroyskum sjógvi í summar, ikki ein einasti ein. Tað er rætt sum sagt verður, at tann eini flokkurin í samgonguni, umframt at mæla frá, at vit ásettu okkum eina kvotu á 85.000 tons, mælti til, at útluta ásettu kvotuna til tey uppsjóvarskip, sum frammanundan høvdu rætt til at fiska makrel. Undirritaði helt tað tó verða rætt, at aðrir eisini skuldu sleppa framat, og tí bleiv makrelur útlutaður til ídnaðarskip (Næraberg, Saksaberg og Atlantsfarið) og til feskfiskatrolararnar undir Føroyum. Seinni blivu so tey sein­ astu 3.500 tonsini útlutaði til skip, sum ikki høvdu veiði­ loyvi í føroyskum sjógvi. Eg eri harmur um, at eg ikki ásetti Føroyum eina á 150.000 av makreli í føroysk­ um sjógvi, tí so høvdu allir aktørarnir havt nokk at fiska, men eg eri glaður um, at eg hóast alt ásetti eina kvotu á 85.000 tons. Umframt at geva føroysk­ um fiskimonnum, reiðaríðum, virkjum, arbeiðsfólki, ja, øllum samfelagnum munandi inntøkur, hava vit fingið til vega nógva vitan um makrelfiskiskap í føroyskum sjógvi, vitan, sum vit ikki høvdu frammanundan. Hetta, saman við tí vís­ indaliga tilfarinum vit nú hava, fer at gera okkara støðu munandi betur, tá vit aftur sessast við samráð­ ingarborðið í heyst. Skipini hjá Thor í Hósvík eru føroysk skip, sum eru fíggjaði í Føroyum. Hesi hava vunnið Føroyum týð­ andi rættindir í Suðurstilla­ havinum. Um tey 3.250 tonsini av makreli kunnu viðvirka til, at felagið í Hósvík kann halda áfram við virkseminum í Suðurstillahavinum, tá fiskiskapurin har tekur seg upp aftur, eru tey givin væl út. Tað er Vinnumálaráðið sum umsitur ”trygd á sjónum” og Innlendismálaráðið sum umsitur ”Útlendingalógina”, so Fiskimálaráðið hevur ong­ an møguleika at blanda seg uppí, hvør mannar skipini. Sjálvur dugi eg ikki rættuliga at síggja munin, um skipini sigla við útlend­ skari manning í Suður­ stillahavinum og fiska av føroyskari kvotu, ella sigla við útlendskari manning í føroyskum sjógvi, og fiska av føroyskari kvotu. Vit standa væl í ”makrel­ málinum”, so vónandi kunnu vit framyvir verða meira samd, so vit í felag vinna Føroyum størri rættindir. Býtið av makrelinum! Jacob Vestergaard landsstýrismaður Ella ætlar hann at tippa munnin á løgtingsmonnum. Hann segði við Kringvarpið í dag, at hetta at lækka tingmanningatalið var ikki fyri at spara pening, tá duttu argumentini hjá manninum á gólvið. Jú, helt hann fram, tað var betur at minka talið, tí tað vóru ikki so nógvar meiningar tá. Bjørn Kalsø, er tað tín hugsan bara at lukka nakrar munnar á tingi, so er tú ikki ein, sum vil demokrati. Eina tíð var tosað um útoyggjasamgongur, tað er gloymt nú, tí tær oyggjar hava fingið sítt. Tað sum tú er í ferð við at fremja, eg eri klárur yvir at tú hevur hugsað tankan, tað er at styrkja miðstaðarøkið og lukka munnarnar úti um landið. Nú skilji eg betur, hví fólk í krókunum høvdu hug at geva Bjørn Kalsø ein part av skuldini fyri at geva Bólki 5 eina skerjing upp á 25%. Nei Bjørn Kalsø, tú kann gott minka lønina hjá ting­/landsstýrismonnum við 50% fyri mína skuld, men lóggeva munnin saman á útjaðaranum í Føroyum, tað er sera vánalígt og eg sigi enn einaferð tað er vánaligt av løgtingsmanni, sum kemur úr útjaðaranum. Er Bjørn Kalsø lopin á bláman? Gerhard Lognberg løgtingsmaður - ella er hann í ferð við at flyta til miðstaðarøkið