mikudagur 1. september 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
34
Sosialurin
Kjak
Tað er syndarligt at síggja, tá
fráfarnir
landsstýrismenn
seta sær sum fremsta mál,
at seta eftirkomaran í sessi
num í ringt ljós, men hetta
fyribrigdið sær tíverri út
til at hava rakt Hans Paula
Strøm serliga meint. Hansara
fremsta endamál í almenna
kjakinum, er at finnast at
øllum avgerðum hjá lands
stýriskvinnuni Rósu Samuel
sen.
Seinasta
dømi
um
hetta sóu vit í sambandi við
ætlaðar sparingar á ellis og
røktarheiminum á Tvøroyri.
Søgan um eitt
eldrasambýli
Fyri nøkrum árum síðani
gjørdi kommunan, har eg
sjálvur búgvi (Sjóvar komm
una) eitt stórt arbeiði, fyri at
fáa eitt eldrasambýli í bygd
ini. Eg var sjálvur ikki ting
maður tá, men av tí at eg var
skrivari hjá einum politisk
um flokki, vendu bygdaráðs
limir sær ofta til mín, í eini
roynd at koma á tal við lands
politikarar um hetta málið.
Tað kom eisini so langt, at
uppskot varð lagt fyri tingið,
um nevndu ætlan.
Landsstýrismaður
í
almannamálum tá var Hans
Pauli Strøm. Hann helt fast
við, at tað bar ikki til at
geva tilsøgn um stuðulslán
til eina kommunu í Eystur
oynni, tí sum eldraøki var
øll Eysturoyggin at rokna
sum eitt øki, og í hesum
økinum var akutti tørvurin
nøktaður. Tað hevði ongan
týdning,
sambært
lands
stýrismanninum, um tørvur
in í eini einstakari kommunu
ikki var nøktaður. Øll oyggin
skuldi roknast sum eitt øki.
Máttu bíða, men
fingu einki
Sjóvar kommuna noyddist tí
at bíða til næstu útbjóðing
av játtanum, men nú tann
rundan var, fall eingin játtan
til Eysturoynna, tí tørvurin
sigst framvegis vera ov lítil.
Eg skilti og skilji fram
vegis væl sjónarmiðið um, at
játtanin skal falla har, sum
tørvurin er størstur, men
nú sær út til, at Hans Pauli
Strøm hevur kúvent.
Eru ikki øll øki líka?
Suðuroyggin verður, eins
og
Eysturoyggin,
roknað
sum eitt eldraøki. Har er
eitt ellis og røktarheim og
trý eldrasambýli. Um fáar
mánaðir opnar eitt nýtt ellis
og røktarheim í Vági, har pláss
verður fyri 24 búfólkum. Tá
tað heimið er opnað, verður
akutti tørvurin í Suðuroynni
nøktaður – eisini um ætlaðu
broytingarnar á Tvøroyri
verða framdar.
Men Hans Pauli Strøm
sigur nú, at hann kann als
ikki góðtaka nakra broyting
á
Tvøroyri.
Suðuroyggin
skal við øðrum orðum hava
aðrar treytir enn restin av
landinum.
Eiga ikki at seta
økini uppímóti
hvørjum øðrum
Nú skal eg ansa eftir, hvat
eg sigi um hetta, tí vit eiga
sjálvsagt ikki at seta økini
uppímóti hvørjum øðrum,
og sjálvandi skal Suðuroynni
verða unt góðar umstøður á
eldraøkinum. Men vit tosa
um at spara, tí at pengar
mangla, og tá ber ikki til at
pilka eitt øki burturúr.
Ætlanin hjá Rósu Samuel
sen er ikki at lata ellis og
røktarheimið
á
Tvøroyri
aftur. Har verður eingin rikin
á dyr, men har verður heldur
eingin nýggjur tikin inn, so
hvørt sum plássini tømast, tí
tey sum koma afturat, skulu
inn á nýggja heimið í Vági, og
tørvurin í Suðuroynni verður
nøktaður.
Um hetta er nóg mikið til
at Hans Pauli Strøm vil seta
samgonguna uppá spæl, so
velji eg at trúgva, at okkurt
heilt annað býr aftanfyri.
Stríð ímillum
tvey kongaríki
Tað sum eg als ikki skilji við
viðmerkingunum hjá Hans
Paula Strøm er, at hann
mælir til, at landið keypir
eldrasambýlið
í
Vági
og
skipar tað sum deild undir
ellis og røktarheiminum á
Tvøroyri, heldur enn at flyta
fólk av Tvøroyri á ellis og
røktarheimið í Vági. Hetta
virkar sum eitt meiningsleyst
stríð ímillum tvey kongaríki,
har endamálið er heilt eitt
annað, enn at veita búfólk
unum eina góða tænastu.
Helgi Abrahamsen
løgtingmaður
Nú má Hans Pauli Strøm halda uppat
Nú er so bólkur 5 skorin við 4000 døgum,
hetta havi eg sum so onga viðmerking til.
Hvar hesir 4000 dagar verða tiknir frá, veit
eg ikki, men óivað úr bólki 5B.
Hetta kann hava rættiliga ringar fylgjur
fyri ein útróðrarmann sum er í bólki 5B. Tað
eru nógvir menn runt landið, við familju og
húsum, sum arbeiða 13 dagar t. d. á einum
flakavirki, men tá ein ikki kann liva av
hesum, tá er gott at hava ein útróðrarbát
í bólki 5B, sum man kann lívbjarga sær og
familjuni við, so kemur tann brennandi
spurningurin, um allir hesir dagar í bólki
B eru brúktir, so eru hesir menn í dýrastu
neyð, teir mugu gevast at fiska og hava
ikki møguleika at koma í bólk A, tá ein ikki
kann forvinna meir enn kr. 50.000 uttan
fyri útróður. Hetta er eisini galdandi fyri
teir útróðrarmenn, sum eru 67 ára gamlir
og pensioneraðir, teir verða koyrdir í bólk
5B sjálvt, um man hevur fiska seg uppí
bólk A.
Í
hesum
sambandi
heita
vit
á
landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um
at lækka gáttina fyri forvunna upphædd úr
kr. 50.000 til kr. 120.000150.000, so at hesir
umrøddu menn, kunnu koma upp í bólk
5A. Har teir sjálvir kunnu ráða yvir teimum
døgum, teir fáa tillutað, og á hendan hátt
lívbjarga sær.
Hetta broytir onki upp á veiðitrýstið,
men skilir teir frá, sum hava tað sum
livibreyð og hinir, ið ikki hava tað fyri
neyðini. Vit skulu øll verða varug við, at
heimaútróður er ein doyggjandi vinna,
bert heilt fáir ungdómar hava hetta sum
livibreyð, og tí er heimaútróður næstan
bara hildin uppi av eldri monnum, yvir og
undir pensiónsaldur.
Mortan Johannesen
Fyri Suðurstreymoyar útróðrarfelag
Ein áheitan til
Landsstýrismannin
í Fiskivinnumálum
Gerard skrivar: “Hann(Bjørn
Kalsø) segði við Kringvarpið,
at hetta at lækka tingmann
ingatalið, var ikki fyri at
spara pening, tá dottu argu
mentini hjá manninum á
gólvið.
Jú, helt hann fram, tað
var betur at minka talið,
tí tað vóru ikki so nógvar
meiningar tá. Bjørn Kalsø,
er tað tín hugsan bara at
lukka nakrar munnar á
tingi, so er tú ikki ein, sum vil
demokrati”
Annahvørt hevur Gerard
ikki lurtað nóg væl, ella
verða orð løgd mær í munnin
við vilja. Tí hesa stuttu
rættleiðing:
Tað eg segði við Kring
varpið var, at spardi pening
urin við at lækka talið á
tinglimum ikki var einasta
grundgevingin fyri at leggja
uppskotið fram.
Eg nevndi, at vit fóru at
fáa eina e¨ffektivari og minni
rúgvusmikla politiska skipan,
har arbeiðið á Løgtingi fór
at verða lyft á eitt hægri
støði. Lagt varð afturat, at
vónandi fór broytingin at
seyra ígjøgnum alla almennu
skipanina, soleiðis at vit
samanlagt fóru at fáa eina
effektivari, bíligari og minni
rúgvusmikla umsiting í fram
tíðini. (Hetta átti at verið
søtur tónleikur í oyrunum á
Gerardi).
Somuleiðis nevndi eg, at
við 25 tinglimum fór ikki at
verða gingið fólkaræðinum
ov nær, tí pláss fór framvegis
at verða fyri øllum mein
ingum á Løgtingi.
Restina av stubbanum
hjá Gerardi havi eg ongar
viðmerkingar
til,
tí
har
verður farið eftir manninum
heldur enn bóltinum.
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Gerard leggur fólki
orð í munnin
Í firtni um lógaruppskot um at lækka talið
av tinglimum, leggur Gerard Lognberg
mær orð í munnin í greinastubba