Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 Sosialurin Zacharias Bech Porkeri Hesin verður lagdur undir at hava »slept øllum búskaparligum- og fíggjar- ligum amboðum fyri borð. Eingin fíggjarstýring og ein ovurnýtsla fyri læntan pening, sum sjáldan áður er sædd her á landi«. Jákup Símun Simonsen nevnir av góðum grundum ikki ovurnýtsluna fyri lænt- an pening, sum ongantíð er sædd her á landi, tá Tjóð- veldisflokkurin umsat fíggj- armál frá 1985 til 1989. Í greinini nevnir hann tríggjar politikarar hjá Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, Johan Dahl og Edmund Joensen. Hví hann nevnir hesar tríggjar, er ilt at vita, men millum reglurnar haldi eg meg kenna ein farra av øvund. Øvund yvir, at hann metir, at teir í Tjóðveldinum ikki eiga politikarar av slíkum formati, sum hesar tríggjar frammanfyri nevndu. Hví hann bara nevnir Sambandsflokkin, tá hesin er í samgongu við tveir aðrar flokkar, kann ein bara gita um. Er tað tí, at Sambands- flokkurin, sum tann einasti av teimum politisku flokk- unum heldur fast um ríkis- felagsskapin, sum ger, at vit í Føroyum kunnu hava sama livistøði sum hini norðurlondini? Hetta ger, at tað er ikki neyðugt hjá tjóðveldisfólki eins og nógvum øðrum at rýma úr Føroyum til Danmark av fíggjarligum orsøkum. Í greinini verður sagt, at ta tíðina, Tjóðveldi sat í landsstýrinum og umsat fíggjarmál, vóru uppspardar milliardir á bók. Rætt er tað, at teir spardu upp. Men teir eisini viður- kenna, at tað var danskur blokkur, teir spardu upp. Tá blokkurin var skorin, var eingin uppsparing meir. Tjóðveldi eigur eisini at viðurkenna, at teir í sínari tíð tóku við eftir eitt landsstýri undir sambandsleiðslu, sum hevði ført føroyska samfelagið burturúr einari álvarsligari kreppu, orsaka av húsaganginum, sum tá- verandi Tjóðveldisflokkurin átti sín stóra leiklut í. Teir komu til eitt vælkoyrandi samfelag. Tá teir 6 ár seinni løgdu frá sær, høvdu teir minkað um inntøkurnar við útvið 400 mió. kr. og økt um landskassans útreiðslur við 1 mia. kr. Um Jákup Símun Simonsen metir hetta sum góða fíggjarstýring, so fái eg tað ikki at passa saman við ta meting, eg sum vanligur húshaldari havi av hesum orði. Tí eitt og hvørt húsarhald, við virðing fyri sær sjálvum, vil altíð royna at økja um sínar inntøkur og minka um sínar útreiðslur í mun til tað, tey halda vera neyðugt. Til greinina verður Jákup Símun Simonsen nevndur sum býráðslimur. Hann veit og átti at viðurkent, at ein fittur partur av tí peningi, ið hann umsitur í Tórshavnar kommunu, stavar frá blokk- stuðlinum og donskum løn- um, sum fella niður í hesi kommunu, og sum verður brúktur til at gera gott við millum borgararnar. Uttan henda pening vildi eg mett, at Tórshavnar kommuna hevði verið ikki so fáar túsund borgarar fátæk- ari, enn hon er nú. Henda afturvendandi frasan frá tjóðveldisfólki um, at Sambandsflokkurin trútt- ar niður í fólk, at vit duga einki og kunnu einki sjálvi, er eftirhondini so útvatnað, at tað er ikki vert at gera viðmerkingar til. Tað sær út til, at hon verður brúkt av berari ómegd. Jákup Símun Simonsen - ein av lærhvølpunum hjá Høgna Hoydal havi eg latið mær fortalt – hevði fyri nakað síðani eina grein í bløðunum, har hann fer harðliga fram ímóti Sambandsflokkinum Kjak Blokkstuðulin fíggjar Havnina Samgongumeirilutin hevði gjørt semju Undir viðgerðini í Vinnunevndini um fiskidagar, hevði samgongu- meirilutin: eg sjálvur, Heðin Zakariassen, Bjarni Djurholm og Mikkjal Sørensen, saman við for- manninum í nevndini, Katrini Dahl Jacobsen, gjørt avtalu um og skriva undir álit, sum legði upp til at skipa fiskiskapin hjá stóru lemmatrolarunum undir fiskidaga- skipanini, at skerja fiskidagatalið hjá partrolarum og línubátum við 3 prosentum, umframt at taka 4000 dagar út úr skipanini í bólki 5. Við aðru viðgerð varð álitið hjá meirilutanum samtykt. Uppskotini frá Tjóðveldi og Miðflokkinum um ógvusligar skerjingar í fiskidøgum vórðu samstundis feld. Formaðurin í mentunar­ nevndini gjørdi bart Við triðju viðgerð gjørdi “sambands- og samgongumaðurin” formaðurin í mentunarnevndini, Magni Laksafoss kortini bart. Saman við samgongumonnunum, John Johannesen, Hans Paula Strøm og Edmundi Joensen, stórum parti av Tjóðveldi og Miðflokkinum, legði formaður mentunarnevndarinnar broytingaruppskot fram, sum legði upp til nógv størri skerjingar í fiskidagatali enn framlagda meirilutaálitið. Vinnunevndarformað­ urin atkvøddi fyri broytingaruppskotinum Hóast vinnunevndarformað- urin undir orðaskiftinum við triðju viðgerð vissaði sínar sam- starvspartar um, at hon fór at halda fast við ta semju, hon hevði gjørt í nevndini, so leyp hon frá kortni. Tá atkvøðast skuldi, at- kvøddi vinnunevndarformaðurin fyri broytingaruppskotinum frá formanninum í mentunarnevndini. Hugsi at hetta man verða fyrstu ferð í føroyskari fiskivinnusøgu, at slíkur glantrileikur hevur tikið seg upp í samband við viðgerðina av fiskidøgum á Løgtingi. Ilt at meta um samstarvsevnini frameftir Fleiri stórmál eru framvegis óloyst, sum samgongan hevur sett sær fyri at loysa. Onkur av hesum málum skulu viðgerast í vinnunevndini. Andstøðan hevur somuleiðis stórmál liggjandi í nevndini, sum skulu viðgerðast. Spurningurin er bara, hvussu tað man fara at gangast samgongu- meirilutanum at samstarva í nevnd- ini frameftir, nú vit í stórmáli hava upplivað ein nevndarformann, sum tosar í eyst og handlar í vest. Livst so spyrst! Vinnunevndarformaður leyp frá egnum áliti Bjørn Kalsø løgtingsmaður Tá fiskidagarnir vóru til viðgerðar í Løgtinginum, leyp vinnunevndarformaðurin, Katrin Dahl Jacobsen frá egnum áliti, tá hon atkvøddi fyri broytingaruppskoti, sum formaðurin í mentunarnevndini, Magni Laksafoss stóð á odda fyri. Slíkt man neyvan fyrr vera sætt í føroyskari fiskivinnusøgu