mikudagur 1. september 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
36
Sosialurin
Kjak
Heini í Skorini setti í grein
herfyri
orð
á
tað:
Tað
ónormala er vorðið slíkur
gerandiskostur, at vit fata tað
sum normalt. Miðlarnir halda
áfram at senda frá áhaldandi
stríðum í samgonguni. Tveir
samgongulimir traðka í gjár
aftur fram í hvassari andstøðu
til fiskimálaráðharran og
hansara útlutan av makrel
kvotum. Og hvøss hevur
samgonguandstøðan verið
til
fiskimálaráðharran
í
skjótt tvey samfull ár. Men
Jacob Vestergaard heldur
fram at lívga tey, sum hann
sjálvur velur. Og tað kann
hann, tí hann hevur ongan
fiskivinnupolitikk at halda
seg til. Og fyri samgongufólk
tykist tað týdningarmesta
vera at sleppa at SIGA at tey
eru ímóti tí, sum JV ger.
Veruliga andstøðan
tagd burtur
Tingbólkaformaður leggur
uppskot fram saman við
andstøðuni. Varaløgmaður
kolldømir innihaldið í ólav
søkurøðu løgmans. Lands
stýrisfólk draga løgtingið
ígjøgnum óteljandi aðalorða
skifti, men kunnu ikki geva
nakra ábending um, hvørjum
tey hava undirtøku fyri at
fremja. Og miðlarnir renna
aftaná samgonguandstøðuni
– teimum, sum dagliga siga
seg vera hart ímóti hesum
ella
hasum,
sum
teirra
landsstýrisfólk koma við,
men sum ikki taka neyðugu
ábyrgdina, tá av tornar.
So
gott
sum
ongantíð
verður veruliga andstøðan
spurd:
Hvussu
vildu
tit
loyst hendan ella hina sam
felagsligu avbjóðingina? Tað
hevur ongan áhuga, tí eitt
alternativt boð er altíð at
finna innan samgonguna.
Miðlarnir tiga heilt einfalt
veruligu andstøðuna burtur,
og styrkja harvið mytuna
um, at einki alternativ er til
ABCsamgonguna.
Hóast
veruleikin er, at tað finnast
fleiri alternativ.
Hvør stjórnar hvørjum?
At vera í stjórn merkir ikki
longur at stjórna. Fíggjar
nevndin hevur leingi virkað
sum
fíggjarmálaráð,
og
hvør er almannaráðharri?
Rósa Samuelsen? Trivnaðar
nevndin? Ella kanska Hans
Pauli Strøm? Sjálvt miðlar
nir tykjast halda tað vera
normalt,
at
Jóhan
Dahl
boðar frá, at hann vil hava
greitt svar frá Løgtinginum
um hvørt Atlantsflog skal
einskiljast ella ikki. Og at
Rósa Samuelsen vil hava
Trivnaðarnevndina
at
finna hennara raðfestingar.
Tað er, sum um landsstýri
og samgonga ikki eru til
longur
í
hugaheiminum
hjá
landsstýrisfólkunum.
Landsstýrismannaábyrgdin
kámast
ella
hvørvur,
tí
hvussu kann landsstýrisfólk
ábyrgdast, tá tað var Løg
tingið, sum segði, hvat hann/
hon skuldi gera? Eftirhondini
verða allar reglur fyri, hvussu
politiska skipanin eigur at
virka, og hvussu valdsbýtið
skal vera millum lóggevandi
og útinnandi valdið, burtur.
Skipanin syndrast, og við
henni demokratiið.
Sjálvandi
kunnu
vit
fegnast um, at parlamentið
fleiri ferðir upp á tvørs av
samgongu
og
andstøðu
hevur megnað at tikið um
endan. Men, tað átti at verið
undantakið, at landsstýris
fólk koma í tingið við málum,
tey ikki hava undirtøku
fyri. Tað er tað ikki. Tað er
normurin.
ABC kanibalisma
Hóast ABC hevur sitið við
valdið í seks ár, so tykist
hon ikki kenna seg trygg
við egið avkom. Einaferð
høvdu vit eina Menningar
stovu
at
stimbra
undir
útflutningsvinnur og íverk
setan, og eitt Ferðaráð at fáa
ferðavinnuna at mennast.
Hesi vórðu rationaliseraði
til stovnin Samvit. Av ferða
vinnumálaráðharra í ABC
samgonguni. Tá stovnurin so
dánt var komin upp at standa,
varð
hann
umsmeltaður
til politiska umsiting. Av
ferðavinnumálaráðharra
í
ABCsamgonguni. Skipanir,
sum tað tók ár at byggja
upp, hvørva nú skjótari enn
margarin bræðist á heitari
pannu. Eisini einskiljingin
av Atlantsflogi var eitt leingi
tilrættislagt ABCbarn, sum
landsstýrið nú tykist sera
ótrygt við. Sel, sel ikki, sel,
sel ikki. Stovna, legg niður,
stovna, legg niður.
Hvør tekur ábyrgd?
Tænir tað nøkrum endamáli
at vísa á gallskapin? Hvør
einstakur parlamentarikari
hevur eina ovurhonds stóra
ábyrgd hvílandi á herðum
sínum. Ábyrgdina at siga, at
nóg mikið er nóg mikið. At
gera sítt til, at fáa valdsbýtið,
parlamentarismuna
og
føroyska fólkaræðið aftur
á beint. Ein stjórn má ikki
sleppa at sita, uttan at
stjórna. Ein samgonga, sum
ikki tekur undir við egn
um
samgonguskjali,
má
ikki sita á parlamentariska
valdinum, bara fyri valdsins
søk. Ella ein leiðari, uttan
undirtøku.
Hetta
hevur
veruliga andstøðan óteljandi
ferðir víst á. Men hvussu
við
samgonguandstøðuni?
Sum dagliga vísir sítt misálit
á
egna
stjórn?
Hvussu
kunnu tey framvegis vera
parlamentariska
grund
arlagið undir løgmanni og
teimum landsstýrisfólkum,
tey áhaldandi ganga ímóti?
Kanska sleppa tey undan
at svara miðlunum upp á
slíkar naskar spurningar.
Men veljarunum sleppa tey
vónandi ikki undan at svara.
Samgonguandstøða sólar sær uttan ábyrgd
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna
Ein stjórn, sum ikki stjórnar. Ein samgonga, sum ikki stendur saman í
nøkrum stórum máli. Og ein innanhýsis andstøða - samgonguandstøðan
- sum fær frítt spæl í miðlunum, men sleppur undan, at taka ábyrgd
At politiski myndugleikin
rennur undan ábyrgd og
loysir stjóran á Landssjúkra
húsinum úr starvi er vorðið
eitt afturvendandi føroyskt
fyribrigdi.
Tá
politiski
myndugleikin ikki megnar
at loysa uppgávuna, skal
tað ganga útyvir stjóran á
Landssjúkrahúsinum. Nógv
eru dømini um, hvussu lítið
skil er á landsins leiðslu og
er hetta enn eitt dømi um
ómegd og dugnaloysi.
Frágreiðingin
frá
ser
frøðingunum, sum politiski
myndugleikin fekk gjørda,
staðfesti, at Landssjúkrahúsið
var fíggjarliga forsvarliga
rikið, men politiska stýringin
var vánalig.
Heldur
enn
at
turka
ábyrgdina upp á stjóran,
átti
landsstýrismaðurin
Aksel Johannesen, at tikið
í egnan barm og tikið tey
neyðugu politisku stigini, ið
kundu tryggjað Landssjúkra
húsinum tryggar karmar at
arbeiða eftir.
Til Akselsa fyrimun
Um endamálið við at koyra
stjóran var, at hetta var
til fyrimuns fyri sjúkra
húsverkið,
so
hevði
tað
kanska
verið
grundarlag
at koyrt stjóran til hús.
Tað er tó trupult at síggja,
hvønn fyrimun sjúklingurin
og
skattgjaldarin
fær.
Ístaðin fyri at rætta upp
á eina skeiva kós, hevur
landsstýrismaðurin
nú
blakað
Landssjúkrahúsið
út í stjóraloysi og óvissu í
eitt longri tíðarskeið. Lands
sjúkrahúsið skal nú reka fyri
váð og vind uttan skipara
til nýggjur stjóri er settur
og komin uppá pláss í heita
stjórasessin, og kann hetta
saktans taka eitt ár.
Løgmaður sigur í degi
og
viku,
at
samgongan
virkar
ikki
optimalt
og
hevur millum annað Heini
í
Skorini
í
viðmerking
víst á, at í veruleikanum
er eingin samgonga ella
samgonguleiðari. Veruleikin
er tann, at leiðslan í landinum
er ein samanslutningur av
maktssjúkum fólkum, sum
í hvør sínum lag royna at
stýra landinum til teirra egna
fyrimuns.
Tað var ikki til fyri
muns fyri sjúklingin, fyri
landskassan ella fyri starvs
fólkini, at koyra stjóran á
Landssjúkrahúsinum til hús,
men bert til fyrimuns fyri
Aksel V. Johannesen.
Heðin D. Poulsen,
Rúna Sivertsen og
Kristina Toftegaard Larsen,
valevni Sjálvstýrisfloksins
Sjúkrahússtjórin offraður
á politiska altarinum