mikudagur 1. september 2010síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Síðani fríggjadagin hevur besta
manslið hjá Neistanum verið niðri á
venjingarlegu, sum fyrst og fremst
er fyrireiking til EHF Cup-dystirnar
um vikuskiftið ímóti serbiska
stórfelagnum, RK Metaloplastika
Zorka. Neistin spælir fyrra dystin
fríggjakvøldið klokkan 19.30 og
seinna
dystin
sunnumorgunin
klokkan 10.
– Meðan vit hava verið í Dan-
mark, hava vit fingið vant hvønn
dag og eisini spælt nakrar dystir
ímóti liðum, sum eru sterkari
enn vit. Vit vita jú, at serbiska
mótstøðan verður bæði størri og
sterkari enn vit, sigur Ingi Olsen,
venjari hjá Neistanum, hvør ferða-
lag fer úr Danmark til Serbia í
morgin.
– Vit hava sæð upptøkur av
Mata loplastika, sum vísa okkum
eitt lið, ið bæði telur spælarar, sum
eru yvir tveir metrar høgir, og spæl-
arar, sum viga yvir 100 kilo. Teir
spæla kanska nokk so seinan hond-
bólt, men tað verður øgiliga tungt
at koyra ímóti teimum.
Spælararnir
hjá
Neistanum
fyri reika seg bæði til EHF Cup-
dystirnar í Serbia, umframt at teir
gera seg klárar til eitt kappingarár,
har teir skulu verja meistaraheitini
í bæði lands- og steypakappingini.
Teir hava vant saman allan august
mánað, og undan tí hevur styrki-
venjing verið á skránni hjá teimum
hvør sær.
– Hugsa vit um, hvør tíðin er á
ár inum, er tað á einari leið hjá okk-
um, men av tí at tað er trupult hjá
okkum at fáa dystarvenjing í Før-
oyum hesa tíðina, kemur væl við, at
vit hava fingið spælt ímóti nøkrum
liðum niðri hesar dagarnar, sigur
Ingi Olsen.
– Serbiskur hondbóltur er so
góður, at skulu vit gera nakað við
teir, mugu allir hjá okkum spæla
upp til sítt allarbesta í senn. Í fjør
vóru vit eisini í Serbia og spældu,
so vit vita, at óansæð hvussu
mót støðu liðini í hesum kapping-
unum eita, so er talan um stórar
og sterkar spælarar, ið kortini hava
skjót leikan.
Triðja árið á rað
Hetta er triðja árið á rað, at mans-
liðið hjá Neistanum roynir seg í
europeisku kappingunum. Í fyrra-
árið var Neistin við í kappingini
fyri meistaralið og spældi ímóti HC
Lovcen úr Montenegro, og í fjør var
Neistin í kappingini fyri steypa-
vinnarar, tá mótstøðuliðið var HC
Kolubara úr Serbia.
Hesa ferð, eins og í fjør, verða
báðir teir europeisku dystirnir hjá
Neistanum spældir á útivølli, og tað
er fyrst og fremst av fíggjarligum
áðum. Men í fyrraárið var talan fyrst
um útidyst og síðani heimadyst,
sum varð spældur í ítróttarhøllini
á Hálsi, tá Neistin framdi tað bragd
at vinna 33-32 á montenegrinska
mótstøðuliðnum.
– Ítróttarliga er eingin ivi um,
at tað hevði verið ein fyrimunur
hjá okkum, um vit kundu spælt í
øllum førum annan dystin heima
í Før oyum. Stuðulin frá okkara
áskoðarum hevði hjálpt væl til, um-
framt at lið frá Balkan hava tað fyri,
at tey gjarna spæla munandi verri
úti enn heima, sigur Ingi Olsen.
– Niðri í Serbia er tað soleiðis,
at har er mestsum alt loyvt, so
áskoðararnir buldra og gera øgiliga
nógv um seg. Eitt øgiligt trýst
verður lagt á dómararnar, sum tí
kunnu hava ilt við at standa ímóti –
uttan at tað kortini skal vera nøkur
um bering. Men tað kann vera sera
torført at fáa líkinda úrslit undir
slík um umstøðum.
Óansæð úrslitið av teimum báð-
um dystunum niðri í Serbia um
viku skiftið, heldur Neista-venjarin
tað vera ein góðan fyrimun undan
einum longum vetri við bæði lands-
og steypa kapping, at lið hansara
fær fleiri venjingardystir, áðrenn
kapp ingin heima í Føroyum fer
í gongd. Serliga heldur hann tað
koma væl við, at hetta alt eru dystir
ímóti sterkari liðum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Neistin á veg til Serbia
Hondbóltur Triðja árið á rað er Neistin farin av landinum at spæla europeiskar dystir um vikuskiftið. Eins og
í fjør, gongur leiðin hesa ferð til Serbia, har Neista-venjarin, Ingi Olsen, væntar at fáa sera sterka mótstøðu
StórIr oG StErKIr
– Serbiska mótstøðulið okkara telur spælarar, sum eru yvir tveir metrar høgir, og spælarar, sum viga yvir
100 kilo, so tað verður øgiliga tungt at koyra ímóti teimum, sigur venjarin hjá Neistanum, Ingi Olsen
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Heri Simonsen
Francisco Antonio Varallo, sum var
føddur í La Plata í Argentina tann
5. februar í 1910, spældi við tí argen-
tinska fótbóltslandsliðnum, árini
1930 til 1937, og spældi hann við í tí
fyrstu HM-finaluni í søguni, sum
var millum Uruguay og Argentina.
Finalan var spæld á Centenario leik-
vøll inum í tí uruguanska høvuðs-
staðnum, Montevideo tann 30. juli
í 1930. Uruguay vann finaluna 4-2,
eftir, at Argentina hevði verið á
odda 2-1 í steðginum.
Francisco Varallo var tann sein-
asti, sum var á lívi av teimum, sum
spældu við í tí fyrstu HM-finaluni
í 1930. Varallo – sum var tað teir
nevndu centre-forward á tí gamla
fótbóltsmálinum – skoraði eitt mál
í HM-endaspælinum, og var tað í
bólkaspælinum, tá Argentina vann
heili 6-3 á Meksiko.
Varallo, sum hevði kelinavnið
»Pancho« spældi 16 landsdystir
fyri Argentina, har hann skoraði
sjey mál. Í 1937 vann hann suður-
amerikanska meistaraheitið – Copa
America – við argentinska lands-
liðnum.
Francisco Varallo var yrkis-
spæl ari við tí kenda liðnum, Boca
Juniors, har Diego Maradona er
tann størsta legendan í søguni.
Árini 1931-1940 spældi Francisco
Varallo 210 dystir fyri Boca Juniors,
har hann skoraði heili 181 mál. Hann
gjørd ist argen tinskur meistari við
Boca Juniors tríggjar ferðir. Hetta
var í 1931, 1934 og í 1935.
Tá Varallo fylti 100 ár tann 5.
februar í ár, var nógv gjørt burturúr
í Argentina, og var hann rættiliga
væl fyri tá, og skemtingarsamur
segði hann við argentinsku press-
una, at hann ætlaði at gera eitt
»come back« í ár.
Seinasti HM-finalisturin frá 1930 er deyður
Fótbóltur Fyrrverandi argentinski
fótbóltsspælarin, Francisco Varallo
gjørdist 100 ára gamal
100 ár
Fyrrverandi argentinski
landsliðsleikarin, Francisco
Antonio Varallo, leikti við í
fyrstu HM-finaluni í 1930