Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 1. september 2010síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. september 2010 · Nr. 127 46 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Landsliðsleikararnir hjá Serbia um­ boða til dagligt feløg sum Chelsea, Manchester United, Liver pool og Inter Milan. So talan er um nakrar av bestu leikarunum í Evropa fyri tíðina. Seinast Serbia var á vitjan vunnu teir 2­0. Milan Jovanovic legði Serbia á odda stutt fyri hálv­ leik, meðan Neven Subotic stað­ festi sigurin tjúgu minuttir fyri tíð. Føroyska liðið hevði fleiri møgu­ leikar at fáa mál, men eitt nú Jóhan Troest Davidsen og Súni Olsen vóru óhepnir í avgerandi løtunum. Til tann dystin var Nemanja Vidic, miðverjin hjá Manchester United, ikki við, men hann er við á ferð ini hesa ferð og tað fer helst at økja um áhugan fyri dystinum mill­ um føroyingar. Eisini hevur Milan Jovanovic síðani seinast skift til Liverpool, sum eisini hevur nógv viðhaldsfólk í Føroyum. Søgan Serbia er ein partur av gamla Jugo slavia, sum Føroyar fleiri ferðir hava spælt ímóti. Fyrstu ferð var í 1991 í Jugoslavia, tá før­ oyska landsliðið bleiv hølvað av. Eftir minniligu dystirnar ímóti Eysturríki, Danmark og Norður­ írlandi, var einki óført hjá føroyska lands liðnum. Tað endaði við 7­0 sigri til Jugoslavia, sum var nógv merkt av politiskum spenningi. Millum málskjýttarnar vóru so mætir fótbóltsleikarar sum Robert Prosinecki, Zvonimir Boban, Davor Suker og ikki minst Darko Pancev. Liðini hittust aftur eitt hálvt ár seinni til tað, sum seinni vísti seg at verða seinasti landsdysturin hjá gamla Jugoslavia. Við málum frá Vladan Lukic og Dejan Savicevic vann Yugoslavia dystin í Lands­ krona 2­0. Nýtt Joguslavia Til HM 1998 undankappingina er so mikið av friði í umráðnum kring Jugoslavia, at teir aftur eru at finna millum londini, ið skulu kapp ast á altjóða leikvøllinum. Jugo slavia leggur fram ynski um at møta Føroyum í fyrsta dyst inum, tí Føroyar eisini var tað seinasta, ið teir spældu ímóti áðr enn brogarakríggi. Tankin ljóðar fittur, men helst mundi tað verða tí, at teir vildu hava tíð at spæla liðið saman, áðrenn teir skuldu møta onkrum av teimum størri tjóðunum. Jugoslavia vinnur dystin 3­1, sum verður spældur í Jugo slavia. Besta málið í dystinum eigur John Petersen, sum flúktar bóltin hegnisliga í málið í seinna hálv leiki. Øll málini hjá Jugoslavia koma í fyrra hálvleiki, Dejan Savicevic skorar tvey, meðan Savo Milosevic skoraði tað triðja. Retur dysturin varð einki minni enn ein vanlukka, har føroyska landsliðið í oysandi regni bleiv skolað av vøllinum við einum lemj andi 8­1 tapti. Aldrin áður og aldrin síðani eru so nógv mál farin ígjøgnum hjá føroyingum í einum undankappingar dysti. Savo Milosevic skoraði hattrick, Slavisa Jokanovic tvey, meðan Predrag Mijatovic, Vladimir Jugovic og Dragan Stojkovic skoraðu eitt í part. Før oyska málið skoraði Jan Allan Muller, tá hann minkaði um munin til 2­1 aftaná ein hálvan tíma. Enn ein avsmurningur frá jugoslavum Til undankappingina til HM 2002 komu Føroyar og Jugoslavia aftur í bólk saman. Hóast føroyska lands­ liðið fær fleiri góð úrslit í undan­ kappingini, so er einki at gera, tá Jugoslavia kemur á vitjan á Svangasgarði. Føroyska landsliðið verður enn eina ferð hølvað av, hesa ferð 6­0. Mateja Kezman skoraði hattrick, Dejan Stankovic tvey og Savo Milosevic eitt. Tveir mánaðir seinni riggar betri í Jugoslavia, vit tapa bara 2­0 og koma væl betri frá dystinum enn í Føroyum. Sinisa Mihajlovic leggur Jugoslavia á odda við beinleiðis frí sparki. Seinna málið skorar Miroslav Djukic. Frá Jugoslavia til Serbia Til undankappingina í HM í summar, komu vit í bólk við Serbia. Fyrsti dysturin er í Beograd í Serbia og endar við einum 2­0 tapi. Jón Rói Jacobsen er óheppin í fyrra hálvleiki og ger sjálvlmál. Føroyska landsliðið er hart kroyst, men megnar at standa ímóti líka til tveir minuttir eru eftir, tá tann 202cm høgi Nikola Zigic økir til 2­0. Seinast vit møttu Serbia var í juni í fjør, tá serbar fóru heim aftur við einum 2­0 sigri. Nú er so spurn­ ingurin, um føroyingar endiliga megna at fáa eitt stig burtur úr eini uppgerð ímóti Serbia? Dysturin verður fríggjakvøldið á Tórsvølli klokkan 18:00. trondur@sosialurin.fo Sterkir serbar til Føroyar LandsLiðsfótbóLtur Venjarin hjá Serbia, Radomir Antic, hevur allar stjørnurnar tøkar, tá hann og Serbia skulu á Tórsvøll fríggjakvøldið. Hesa ferð er Manchester United verjukempan, Nemanja Vidic, við í Føroyum Hópurin hjá Serbia: Málmenn: Anđelko ĐURIČIĆ (UD Leiria), Željko BRKIĆ (FK Vojvodina), Bojan ISAILOVIĆ (Zaglebie Lubin) Verjuleikarar: Branislav IVANOVIĆ (Chelsea FC), Antonio RUKAVINA (TSV 1860 Munchen), Nemanja VIDIĆ (Manchester United FC), Neven SUBOTIĆ (BV Borussia Dortmund), Aleksandar LUKOVIĆ (FC Zenit St. Petersburg), Ivan OBRADOVIĆ (Real Zaragoza), Jagoš VUKOVIĆ (PSV Eindhoven) Miðvallarar: Dejan STANKOVIĆ (FC Internazionale Milano), Gojko KAČAR (Hamburger SV), Nenad MILIJAŠ (Wolverhampton Wanderers FC), Zdravko KUZMANOVIĆ (VfB Stuttgart), Radosav PETROVIĆ (FK Partizan), Miloš KRASIĆ (Juventus), Zoran TOŠIĆ (PFC CSKA Moskva), Miloš NINKOVIĆ (FC Dynamo Kyiv), Milan JOVANOVIĆ (Liverpool FC), Nemanja TOMIĆ (FK Partizan) Framherjar: Nikola ŽIGIĆ (Birmingham City FC), Danko LAZOVIĆ (FC Zenit St. Petersburg), Dragan MRĐA (FC Sion) stjørnur Andrew av Fløtum í dysti við heimsstjørnurnar Dejan Stankovic og Nemanja Vidic Savnsmynd Landsliðið áðrenn dyst móti fyrrverandi Jugoslavia Savnsmynd Øssur Hansen móti jugoslaviska liðskiparanum Predrag Mijatovic á Tórsvølli Savnsmynd: Álvur Haraldsen