fríggjadagur 3. september 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september · Nr. 128
10
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Birgitte Juhl, havnastjóri í
Hanst holm, harmast.
- Vit eru ikki vónbrotin.
Men vit harmast avgerðina
hjá Smyril Line, slær hon
fast.
Smyril Line kunngjørdi
miku dag in, at Norrøna fer
at sigla til Hirtshals í fram-
tíðini.
Ferðamannaskipini
hjá
før oyska felagnum hava siglt
til Hanstholm síðan 1983.
Missa eina rúgvu
Hanstholm er ein fiski vinnu-
býur við gott og væl 2300
íbúgvum.
Um framt fiskivinnuna, so
hev ur ferðavinnan verið ein
støðug inntøka hjá býnum.
Men nú hevur ferðavinnan
fing ið ein frammaná.
Ferðafólkini, sum vóru við
Norrønu, fara ikki longur at
keypa í Hanstholm, og tað
fer at merkjast, sigur Birgitte
Juhl.
- Tað verður minni virk-
semi á havnini, og vit missa
penga r nar, sum ferðafólk
plaga at leggja eftir seg í býn-
um. Avgerðin hjá Smyril Line
er eitt stórt afturstig fyri
Hanst holm, men vit ræðast
ikki at bretta upp ermar,
greið ir havnastjórin frá.
Hon vil ikki siga stórvegis
um, hvussu tey fara at hand-
fara trupulleikan.
- Men vit hyggja at
ymsum møguleikum, sigur
hon.
Var fyrireika
Birgitte Juhl sigur, at hon var
fyrireikað upp á tíðindini,
sum komu í gjár.
Danskir og føroyskir fjøl-
miðl ar hava skrivað, at tað
var stórur møguleiki fyri, at
Hirtshals verður fram tíðar -
havnin hjá Norrønu í Dan-
mark.
Tí kom tað ikki óvart á.
- Vit hava samstarvað væl
við Smyril Line og hava als
ikki beiskan smakk í munni-
num, sigur Birgitte Juhl.
Broyta ikki ætlanir
Havnin í Hanstholm er fyri
stórum broytingum í løtuni.
Ætlanin er, at havnin skal
verða minst tvífalt so stór í
2015.
Birgitte Juhl vísir á, at
ætlanin fevnir um eina íløgu
á stívliga eina milliard krón-
ur.
- Ætlanin er ikki broytt,
hóast Norrøna fer nú til
Hirts hals, sigur Birgitte Juhl.
Útbyggingin fer eisini at
verða gagn fyri fiskivinnuna,
sum fevnir um 70 prosent av
inn tøkunum hjá havnini.
Útbyggingarætlanin um-
fatar havnarlagið, sum fær
neyðugar hentleikar, um-
framt orkuframleiðslu.
Gongst sum ætlað, verð ur
Hanstholm havn hin fyrsta í
heiminum, sum á bryggju-
múlunum framleiðir streym
úr alduorku.
Gleðir seg til
samstarvið
Fjord Line og Smyril Line fara at samstarva og brúka
somu havn í Hirtshals.
Ingvar Fardal, umboðsstjóri í Fjord Line, sigur í
stuttari viðtalu við boarding.no, at Fjord Line gleði
seg til samstarvið Smyril Line.
Fjord Line byrjaði at sigla til Hirtshals í fjør.
- Samstarvið hevur við sær, at Smyril Line hevur
somu atgongumøguleikar til havnina í Hirtshals
sum Fjord Line. Vit fáa fíggjarligan vinning burtur
úr avtaluni, sum økir okkara møguleikar í kappingini
við onnur, sigur Ingvald Fardal.
Hirtshals er
besta loysnin
Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line, sigur, at tað er
greiður fyrimunur fyri felagið, at Norrøna fer at sigla
til Hirtshals í framtíðini.
Hann sigur, at havnin í Hirtshals er veðurgóð og
ferðafólkavinalig.
- Túrurin verður eisini tríggjar tímar styttri, og vit
spara pengar, tí skipið nýtir minni olju, vísir stjórin á.
Men flyta tit bara fyri at spara pengar?
- Nei. Tað er ein stórur síðuvinningur. Vit spara
pengar, umframt at umstøðurnar eru betri, sigur Rúni
Vang Poulsen.
Smyril Line boðar frá í tíðindaskrivi, at tað er
ein liður í menningini av felagnum og tillaging av
rakstrarútreiðslum, at Hirtshals verður framtíðar
havnin hjá Norrønu í Danmark.
Fyrimunirnir eru millum annað, at fleiri býir eru
nærhendis, sum Hjørring, Frederikshavn og Aalborg.
Somuleiðis er lætt at ferðast til og úr Hirtshals, tí vega-
og toksambandið er avbera gott.
Rúni Vang Poulsen vil ikki siga, at Smyril Line missir
stórvegis við at flyta úr Hanstholm til Hirtshals.
- Hanstholm missir ein stóran part av sínum
virksemi, men fyri okkara viðkomandi, so er hendan
loysnin bara ein fyrimunur, sigur Rúni Vang Poulsen.
HanstHolm
Harmast
smyril line Birgitte Juhl, havnastjóri, staðfestir, at tað er eitt stórt
afturstig fyri Hanstholm, at Norrøna fer at sigla til Hirtshals í framtíðini
Norröna skal sigla alt árið til Hirtshals
norröna