Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 3. september 2010 10 VIKUSKIFTI Eg trúgvi, at eitthvørt menn­ iskja hevur eitt avmarkað tal av hjartasløgum, og eg ætli mær ikki at spilla nakað av mínum burtur við renna runt og íðka. Buzz Aldrin astronautur 10 tIng um Kylie minogue Hon gjørdist fyrst kend sum sjónleikari, men sum poppsangari er hon veruliga blivin kend kring allan Heimin lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein 42 ára gamla Kylie Ann Minogue varð fødd í Melbourne í Australia. Hon er kend sum poppsangari og sjónleikari. Pápi hennara var skrivstovumaður og mamman var í síni tíð dansari. Mamman er ættað úr Wales, og pápin hevði írskar forfedrar. Systur Kylie eitur Dannii og hevur eisini roynt seg sum sangari. Hon er eisini kend sum dómari í bretska X Factor. Beiggi teirra býr í Australia, har hann arbeiðir sum kameramaður. Kylie gjørdist longu sum barn kend í Australia, tí hon spældi ymiskar smærri leiklutir í sjónvarpsrøðum har. Stóra gjøgnumbrotið kom í sjónvarpsrøðini Neighbours, sum eisini gjørdist sera væl umtókt í Bretlandi. Í 1987 hugdu 20 milliónir bretar eftir einum parti, har Kylie giftist við Jason Donovan. Teys ungu seinni duett saman. Í 1987 gav Kylie fyrstu stakplátuna út í Australia. Sangurin var The Loco-Motion, og hann gjørdist mest seljandi sangur í Australia í 80’unum. Hetta fekk bretar at lokka Kylie við plátusáttmála, og tá sangurin I Should Be So Lucky kom út í 1988, gjørdist tað byrjanin til eina veruliga yrkisleið sum poppsangari. Kylie hevur selt næstan 70 milliónir eintøk av sínum útgávum, og hon hevur vunnið eina røð av heiðurslønum fyri sín tónleik. Tann fitta og pena Kylie gjørdist í 2000 og frameftir meira frek og avbjóðani í sínum sjónbandaløgum Í 2005 fekk hon viðgerð fyri bróstkrabba, men kom væl fyri seg aftur og fekk gongd á útgávur og konsertir aftur. 1 2 3 4 5 7 6 8 9 10 australska poppstjørnan 1 Smyril Line hevur nú boðað frá, at Norrøna frameftir skal sigla til eina og somu havn í Danmark alt árið. Í hvørjum býi er hendan havn? 2 Føroya Banki eitur ikki longur Føroya Banki. Í eina tíð hevur bankin brúkt eitt annað navn uttanlands, og nú skal hetta navn eisini brúkast í Føroyum. Hvussu eitur bankin nú? 3 Allan Skaalum er farin úr starvinum sum sjúkra- hússtjóri á Landssjúkrahúsinum. Í vikuni var ein fyri- bils stjóri settur at røkja starvið. Hvussu eitur hann? 4 Línuskipini Jákup B og Klakkur hildu rundan føðingardag á Sjómannadegnum í ár. Hvussu nógv ár hesi skip verið heimahoyrandi í Klaksvík? 5 Í vikuni hevur danski uttanríkisráðharrin vitjað í Føroyum. Danski politikarin hevur verið gestur hjá Jørgen Niclasen og hevur vitjað ymsastaðni kring landið. Hvussu eitur danski uttanríkisráðharrin? 6 Fyri at royna at gera enda á seinna verðaldar bar- daga, blivu tvær kjarnorkubumbur sleptar yvir Japan. Tann fyrra yvir býin Hiroshima tann 6. aug. 1945. Tann seinna bleiv slept yvir ein annan stóran bý tríggjar dagar seinni. Hvussu eitur býurin? 7 Vit hoyra ofta um oyggjabólkin Saremaa, tá vit luttaka í Oyggjaleikunum. Hvørjum landi er Saremaa ein partur av? 8 Eitt skip hjáumhvørvisfelagsskapinum Greenpeace ger um seg í Grønlandi. Skipið var eisini í føroyskum sjógvi á veg til Grønlands. Hvussu eitur skipið? 9 Fyrrverandi venjari hjá fótbóltsfelagnum B71, sum varð uppsagdur, hevur stevnt felagnum eftir lønini, sum hann hevði tryggjað sær í sínum sáttmála. Hvussu eitur venjarin? 10 Hvussu eitur formaðurin í Ferðavinnufelagnum? 1-4 ikki nóg gott 5-7 Tú fylgir hampuliga væl við 8-9 Tú fært tað mesta við 10 Veist tú alt? 1. Hirtshals, 2. BankNordik, 3. Jóannes Erik Køtlum, 4. 50 ár, 5. Lene Espersen, 6. Nagasaki, 7. Estlandi, 8. Esperanza, 9. Frankie Jensen, 10. Jákup Sverri Kass SvAr