Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128 Sosialurin almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo K R E A Arbeiðsmarknaðardeildin Arbeiðsmarknaðardeildin á Almannastovuni søkir eftir einum ráðgeva sum barnsburðaravloysara. Starvið er ¾ starv at seta beinanvegin ella so skjótt sum til ber. Um deildina Arbeiðsmarknaðardeildin hevur til uppgávu at tæna borgarum, sum av sosialum ella heilsuligum orsøkum hava skerdan arbeiðsførleika, og tí mugu hava stuðul fyri at blíva arbeiðsliga og fíggjarliga sjálvbjargin. Á deildini starvast í løtuni 15 starvsfólk, harav 12 eru sosial- og arbeiðsmarknaðarráðgevar. Deildin er landsumfatandi við sæti í Tórshavn. Lønar- og setanarviðurskifti Størvini eru flokkað í 6. lønarflokki í sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir Sendið umsókn við avriti av prógvum, CV o.ø. til: Almannastovuna Smyrilsvegur 20 Postsmoga 3096 110 Tórshavn. Í seinasta lagi 17. sept. 2010, kl. 12.00. Vinarliga merkið brævbjálvan: “barsilsstarv”. Nærri upplýsingar Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hall Thomsen, deildarleiðara á Arbeiðsmarknaðardeildini telefon 215488, ella til starvsfólkadeildina á telefon 215435. Starvið Arbeiðs- og ábyrgdarøkið er í høvuðsheitum: · geva almenna ráðgeving og vegleiðing um stuðulstiltøk innan almannaøkið · tilráðing og uppfylging í endurbúgvingarmálum, vardum størvum, arbeiðsroyndum v.m., · gera ætlanir fyri at fáa fólk út á arbeiðsmarknaðin, herundir avtalur við arbeiðsgevarar · viðgerð av fíggjarligum veitingum · gera tilráðingar viðvíkjandi fyritíðarpensjón. Starvið er avbjóðandi og arbeitt verður í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum og fjølbroyttum uppgávum, har møguleiki eisini er fyri persónligari og fakligari menning. Førleikakrøv Ert tú sosialráðgevi, ella hevur aðra sosiala ella samfelagsliga útbúgving, og hevur tú hug til sosialt arbeiði og vilt verða við til at hjálpa fólki til eitt virkið arbeiðslív, so er tað tær vit vilja hava fatur á. Royndir í líknandi arbeiði kunnu vera ein fyrimunur. Almannastovan søkir eftir barnsburðar- avloysara fyri sosialráðgeva á Arbeiðs- marknaðardeildini at seta beinanvegin ella skjótast til ber