fríggjadagur 3. september 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
13
VIKUSKIFTI
Lekur tú?
Um tú vigar ov nógv, ert roykjari
ella hevur ósunnar drekki- og
vesivanar, kann hetta vera orsøkin.
Áðrenn tú fert til læknan, kanst tú:
• Royna at tapa teg
• Minka um roykingina
• Drekka minni
- 1½ litur dagliga er nóg mikið
• Fara á vesi, áðrenn tú fert út
• Venja teg við at pissa
3. hvønn tíma
• Ger klípivenjingar
• Minka um nýtsluna av koffeini,
alkaholi og kolsýru, sum er
vatndrívandi
Tabu
– Nógv halda tað vera trupult at tosa um
– sjálvt við læknan. Tey halda, at hetta
mugu tey bara læra at liva við.
Men hjálp er at fáa, bæði til
orsøkir og sjúkueyðkenni.
Kelda: Apotek.fo
Fakta
Vanliga verður sagt, at tað eru tvey sløg av inkontinens.
Trongd, har bløðran er so virkin, at hon setur gongd
á vatnið, áðrenn tú nært á vesi. Trongdarinkontinens
kemst ofta av bruna ella sjúku, um tú hevur drukkið ov
nógva vætu ella tikið vatndrívandi heilivág.
Strongd, sum er vanligt hjá eldri fólki og hjá kvinnum,
sum hava átt. Tær hava ilt við at halda sær í serligum
støðum, til dømis tá tær renna, dansa, hoppa, hosta,
njósa ella lyfta okkurt tungt. Eisini kroniskur hosti (ofta
vegna royking), fiti ella hormonellur ójavnvágur kann
elva til strongdarinkontinens.
Kelda: Apotek.fo