fríggjadagur 3. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128
14
Sosialurin
Nøvn
Föðingardagsheilsan
til
okkara kæra, elskaða Pápa,
verpápa og Abba.
Hin 4. septembur 1930 var
Pápi mín borin í heim í
Nýlendum í Tröðum, heiman
á Sandi. Foreldrini vóru
Mads Winther Johannesen,
bóndasonur
ættaður
úr
Miðstovuni í Trödum og
Kathrina Fredrikka Olsen
ættað úr Skúgvi. Pápi var
sjálvt triðja dreingjabarn og
trið yngstur av tilsamans
tíggju syskjum.
Barnaskógvarnar
sleit
Pápi á Sandi og mangar eru
frasagnirnar um eydnurikan
og
hugnaligan
barndóm
og uppvökstur í stórum
syskinaskara í hugnaliga
umhvörvinum sum tá í
tíðuni var í Tröðum, har
seyður,
neyt,
hestar
og
onnur djór hoyrdu gerðndis
degnum til og har kúgvin
átti sín bás í kjallaranum
Sum 10-15 ára gamal
upplivdi Pápi seinra verð-
aldarbardaga og nógv av tí
ringa og óttafulla, ið hann
bar við sær. Havandi familju,
vinir og kenningar á sjónum
hesi vanda ár hevur ikki
verið tespiligt.
Einaferð hesa tið upp-
livdi Pápi millum annað at
standa á landi hyggjandi
at, meðan týskur flúgvari
sökti at slupp har Pápi,
bróður og svágur hansara
vóru umborð á. Lukkutíð
sluppu allir við hvökkinum,
onkur
smávegis
særdur.
Neyvan sluppu hann ella
teir nakrantíð frá ógvusligu
minnunum.
Ikki hevur lagnan einans
smílt til Johannesen familj-
una í Nýlendum, og sum
unglingi misti Pápi yngsta
beiggja sín sum nýföddan
eins og systir og bróður í
besta blóma av sjúku og
vanlukku. Slíkar hendingar
seta sum vera mann síni
djúpu
spor
hjá
flestu
okkara og gröðast ongantið
heilt, hóast lívið fer víðari. Í
dag er Pápi sjálvt fjórða og
næst yngsta eftirlivandi av
syskinum.
Sum flestu mans ungling-
ar tá á dögum fór Pápi til
fiskiskap
við
slupp,
og
dvaldi hann har í nökur ár.
Men hann vildi annað enn
at standa við lúnningina
og fíla, og 21 ára gamalur
fór
hann
í
smiðjulæru
í smiðjuni hjá Tummas
Juul Askam í Havn, nevnd
“Askams-smiðja”
í
sama
men nógv broytta bygningi
har dansisihölið kvöldlot á
sinni helt til og har “Glitnir”
er í dag.
Eftir lokna lærutíð fór
Pápi á maskinmeistaraskúla
og seinri aftur til sjós, nú
sum yvirmaður. Fyrst við
hvalaskjótara so til fiskiskap
og síðan í danska handils-
flotan.
Eisini
starvaðist
hann í nökur ár í seksti áru-
num á basanum í Söndre
Strömfjord
í
Grönlandi.
Sjálvur hevur ein valt somu
teknisku yrkisleið, og góður
er Pápi at leita sær rád og
vegleiðing frá tá á stendur.
Eftir at hann legðist
uppá land með alla starv-
aðist Pápi í á leið 21 ár, til
hann gott og væl sjeyti ára
gamalur fór frá vegna aldur,
sum formaður og goymslu-
umsitari í smiðjuni hjá
Landsverkfröðinginum
í
Kollafirði.
Pápi var í mong ár virkin
í
fakfelagsarbeiði
innan
maskinmeistarafelagið og
kempaði millum annað ein
ótroyttiligan
kamp
fyri
at böta um útbúgvingar-
viðurskiftini hjá maskin-
meistarum, sum hildu til
upp á má og fá í hölum
kring
býin.
Hann
rakk
at
enda
málinum
við
maskinmeistaraskúlanum
við Krákugjógv við öllum
hentleikum ið hoyra einum
maskinmestaraskúla
til
undir einum taki, men sum
tíanverri við einum simplum
politiskum pennastroki fá
ár seinri bleiv skorin niður
aftur móti sama stöði sum
áður.
Í
lærutíðini
eins
og
maskinskúlatíðini búdi Pápi
á Sjómansheiminum. Har
hitti hann Mammu, Onnu
Elisabeth Jacobsen av Eiði.
Tey giftust í Januar í 1960
og fingu tey trý börn. Pápa
og Mammu untust einans
at vera saman til Ólav-
sökuaftan 1996, tá Mamma
andaðist, einans seksti ára
gomul. At missa konuna,
júst sum tey stóðu á gáttuni
at njóta teirra “otium” var
ein harður smeitur, sum tú
kæri Pápi ongantíð heilt er
komin ígjögnum.
Í februar í ár var Pápi
fyri teim djúpt sorgarfullu
hendingum, innan 19 dagar
at missa bróður, systir og
síðan elsta son sín.
Pápabeiggi
og
Fastur
hövdu longu rokki ein högan
aldur, ímeðan bróður fór av
sjúku, einans gott og væl
46 ára gamal. Slíkt er hart
og terur upp á likam og sál,
men lívið koyrir víðari við
somu ferð uttan at steðga á
eitt einasta bil.
Heilsuna loyvi eg mær
at siga, at Pápi hevur góða,
hóast fótafetini eru vorðin
knapt so kvik sum onkuntíð.
Hinvegin er sinnalagið lætt
og skemtandi sum altíð.
Nú eru longu nökur ár
síðan hann valdi at gevast
at koyra bil, men tá toluliga
viðrar er Pápi síggjandi
spákandi við putti sínum í
hond í grannalagnum úti í á
Hvarvinum / Grönlandi, har
tey bygdu fyri gott 41 árum
síðan.
Góði elskaði Pápi, eg takki
tær innarliga fyri alt tú er og
altið hevur verið fyri meg og
okkum öll. Tökk fyri at tú er
sum tú er, stillur, sigiligur,
sinniligur
og
nærlagdur
sum fáur. Tær kundu flest
fólk lært sera nógv av.
Vit ynskja tær Guds sign-
ing og góða heilsu í komandi
tíðum og biðja til at mong
góð ár skulu leggjast afturat
við hartil góðari heilsu.
Kærar heilsur frá okkum við
ynskjum um ein góðan og
hugnaligan födingardag.
Árni, Bjarndis, Helen Ann
og Kristian Sigurð
Eg elski hitt gamla...
Eg elski hitt gamla hitt
brimbarda býli
tey dýrastu minni mær
berast í sjón
um dagar so fagrar við kjósi
og smíli
sum einans teir finnast á
barndómsins lón.
Har lærdi meg móðir at
fjálga og æra
tann blett, har eg ljósið av
fyrstantíð sá
har rættsinn og mildi var
barndómsins læra
har lærdi eg alt, sum mítt lív
byggir á.
Hvar enn eg mann fjakka, so
leitar hann hagar
mín hugur, har sorgleysur
dagurin rann
Ei nakað kann metast við
barndómsins dagar
Bert minnini liva um skeiðið,
ið svann.
Eg elski tann blettin, sum
veitti mær skýli
tá landnyrðingsfroðan um
lonina lá
eg elski hitt gamla hitt
brimbarda býlið
- men tað skilur tú valla, hví
tað er svá.
H. Dalsgaard týddi
Hergi Hádal 80 ár