fríggjadagur 3. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
14
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Hann hevur starvast í meklarabransjuni í
fimm ár og hjá Eik samtakinum í sjey og
eitt hálvt ár. Men á ungum døgum royndi
Jón Simonsen seg eisini sum sjómann.
- Eg havi fiskað við New Foundland við
línuskipi og engt við hond. Tað er nakað,
sum ikki finst meir, sigu Jón Simonsen.
Hann hevur eisini siglt við Skálabergi,
og bara 19 ára gamal gjørdist
hann fabriksleiðari umborð.
- Eg fór beinleiðis av Borðoyanesi umborð
á Skálaberg. Vit fóru avstað 16. desember,
so eg helt jól umborð, sigur Jón Simonsen.
Hetta var í 1991, og hann sigldi
til hann í 96 fór á skiparaskúla.
- Men eg gavst eftir einum ári, tí eg dugdi
at síggja, at hetta var ikki akkurát eg. Eg
arbeiddi so hjá einum málarameistara nakrar
mánaðir og stóð í einum klædnahandli nakrar
mánaðir, til eg fór á hægri handilsskúla
á sumri 1997, sigur Jón Simonsen.
Síðani fór hann niður til Viborg
at lesa marknaðarbúskap.
Í 2003 byrjaði hann so í Eik samtakinum
og hevur leypandi tikið bankaútbúgving.
- Seinastu fimm árini havi eg so
starvast innan meklaraøkið. Eg havi verið
so heppin, at eg havi selt hús og ognir
kring alt ladið, so eg kenni marknaðin
rættiliga væl, sigur Jón Simonsen.
Nýggj bransja
Meklaravirkið INNI byrjaði í 1998, og
tá var tað so at siga bert hús og ognir
í Havn, ið fyritøkan slapp at selja.
- Alt uttan fyri Havnina var frá seljara
til keypara, so tað var fyri at fáa sølurnar
uttan fyri Havnina, at vit í INNI í 2007
lótu deildir upp í Runavík og Klaksvík. Og
tað eydnaðist, sigur Jón Simonsen.
Meklarabransjan er rímiliga nýggj bransja
í Føroyum, og sølan av sethúsum og ognum
annars fór fram millum seljara og keypara við
juridiskari hjálp frá onkrum sakførara. Í dag
er tað púra vanligt, at selja ognir umvegis
eitt meklaravirki, og sjálvt fólk á smærru
bygdunum selja síni hús umvegis meklara.
- Vit hava kundar um alt landið nú, og
ikki bert í størru bygdunum og býunum, og
meginpartuin av sølum av sethúsum og ognum
fer fram um meklaravirki, sigur Jón Simonsen.
BankNordik, sum eigur Skyn, ið var
sett á stovn í í 2007, hevur ynskir um at
vaksa um virksemið, og tað arbeiðið er
farið í gongd við nýggja stjóranum.
- Vit vilja økja um virksemið og gerast
sjónligari, og tað er okkara mál tey
komandi árini, sigur Jón Simonsen.
Gongur upp aftur
Sethúsamarknaðurin eksploderaði
í 2006 og toppaði í 2007.
- Prísirnir vóru himmalhøgir, og
lánimøguleikarnir næstan óavmarkaðir. Men
so hvørt sum kreppan gjørdi meira um seg,
gjørdust lánistovnarnir meira varnir, og sølan
av sethúsum minkaði, sigur Jón Simonsen.
Í 2008 gekk sterkt niður á bakka, og
í 2009 rakti sethúsasølan botnin.
- Men hetta hevur so eisini viðført ein tørv,
sum eg rokni við fer at síggjast nú í 2010.
Fólk skiljast sum ongantíð áður, og tørvurin
á bústøðum økist. Men av tí at lánistovnarnir
hava verið so ógvuliga varnir hevur ikki verið
møguligt at fingið fíggjað keyp av nýggjum
bústøðum. Eg haldi kortini, at eg merki eina
vaksandi optimismu nú, sum eisini smittar
av á sethúsasøluna, sigur Jón Simonsen.
Trý fólk starvast hjá Skyn í løtuni,
men meklaravirkið søkir eftir einum
sølufólki aftrat, at taka sær av vaksandi
uppgávunum á sethúsamarknaðinum.
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen
Undarligt
frá degi til dags
at flyta til
kappingarneytan
Mikudagin byrjaði JóN SimoNSeN í nýggjuM
Starvi suM StJóri á Meklarafyritøkuni SkyN,
eftir at hava StarvaSt í fiMM ár hjá iNNi, ið eik
saMtakið eigur. eg eri óGvuliGa útatvendur,
so tað er lætt at falla til, sigur JóN SimoNSeN
Fakta
Jón Simonsen er 37 ára
gamal, er giftur og eigur
tveir dreingir.
Hann er klaksvíkingur,
men býr í Fuglafirði
myNd: álVuR HARAldSEN