fríggjadagur 3. september 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128
Sosialurin
Eirik var tann fyrsti fótbóltsspælarin í
Føroyum, sum eg mundi komast við.
Myndin er kám, men eg haldi meg
ørminnast,
at
tað
hevur
verið
ein
venjingardystur
millum
landsliðið
og pressuliðið í Gundadali í 1972. Eitt
gerandiskvøld á hásumri. Undir vestara
enda á HB-húsinum høvdu eg og pápi mín
stillað okkum.
Hann líktist burturúr á vøllinum.
Síðhærdur við sprøklutum pannubandi
spentum um enni og nakka, reyðu landsliðs-
troyggjuni uttaná brókunum og hosunum
rullaðum niður á øklarnar. Ein rættur
enfant terrible! Ein samrunnur av øllum tí,
sum eyðkendi 68-ættarliðið. Ungur, villur
og provokerandi. Ein laid-back lívsnjótari,
kjølfestur í teimum kátu beatlemania
dæmdu 60-árunum. Sjarmerandi - fekk
kvinnuhjørtu at blotna. Ein føroyskur
George Best.
Á vøllinum millum teir bestu. Elegantur
og stílfullur teknikari, reinur í spæli og
hugburði. Bólteygað og spælskilið sjáldsama
gott. Tann føddi strategurin á miðvøllinum.
Hann telvaði fótbólt. Las nágreiniliga
flytingarmynstur og renniteinar, varnaðist
skiftini áðrenn tey gjørdust sjónlig á
vøllinum, sá fyrr enn aðrir, hvussu tómu
økini tóku skap, og var í heilum hann, sum
sendi gløggar frísendingar í dýpdina ella í
rætta renniteinin hjá framherjanum. Væl
dugdi hann eisini bæði at taka ferðina úr
spælinum, tá ið tað kravdist, ella at fáa
gongd á umstillingsspælið við bráðum
temposkiftum.
Hvussu eyðsýndar dygdirnar hava verið
í dystinum millum landsliðið og pressuliðið
í 1972, veit eg ikki, men eftir stendur myndin
av einum spælara, sum var øðrvísi enn
hinir. Og soleiðis bleiv hann við at vera. Á
tí góða HB-liðnum í 70-árunum var hann
í nøkur ár tann eyðkendi "El Beatle" við
tí síða, flákrandi hárinum og sprøkluta
pannibandinum um ennið, ein farvegur av
einum hippie, ein svalandi tíðarmynd mitt
í føroyska gerandisdegnum.
Hann
sprakk
av
musikkpallinum
beinleiðis inn á meistaradeildarliðið hjá
HB. Hann kundi tað sama verið vorðin
spennandi partur av tí pulserandi poppum-
hvørvinum í Havn seinast í 60-árunum,
tí tónlistagávur átti hann eisini, men
uppaftur sjónligari vóru gávur hansara á
fótbóltsleikvøllinum.
Longu 19 ára gamal hevði hann ein av
høvuðsleiklutunum á tí HB-liðnum, sum í
1971 feldi fimm ára drúgva FM-einaræðið
hjá 66-liðnum hjá KÍ. Í tí avgerandi
dystinum í Klaksvík var hann ein teirra,
sum gekk undan at vekja HB til stríð eftir
minni góða byrjan og bráða 1-0 leiðslu til
KÍ. Saman við Hendrik Dahl fekk hann
í tøkum tíma HB aftur á beint við góðum
einstaklingsatgerðum, sum fekk hinar
á liðnum at ernast. Sigurin í 1971 var
byrjanin til frálíku úrslitini í felagsins gylta
tíggjuáraskeiði, sum Eirik átti sín týðandi
lut í.
Seinni kom eg sum hálvvaksin at arbeiða
saman við honum - einari av mínum
barndómsins hetjum - í asfaltsjakkinum
hjá kommununi í Havn. Í royktáminum frá
glóðheita asfaltinum komu vit so líðandi
at kennast. Hann var fryntligur at práta
við, hóast aldursmunurin var stórur. Mær
dámdi at fregnast um gyltu árini í HB. Eg
minnist, at hann fortaldi, at sprøkluta
pannubandið, sum eg var so hugtikin av,
endaði hjá einari av mongu gentunum, sum
tey árini altíð fjeppaðust uppi í honum!
Eirik var fyrrapartin í 80-árunum
framvegis ikki eldri enn so, enn at hann
saktans kundi spælt fótbólt á hægsta stigi,
men káti lívsstílurin mundi hava kravt sítt.
Viðhvørt fingu vit kortini lokkað hann við
til innandurafótbólt í Gundadalshøllini.
Hóast venjingarstøðan ikki longur var
tann, hon hevði verið, var bólteygað og
teknikkurin einki viknaður. Hann var aftur
miðvallargeneralurin, sum stýrdi spælinum
- stutt haðani, ið hann eini tíggju ár framm-
anundan hevði hugtikið okkum við sínum
kynstri. Mær vóru hesar løtur eitt stórt
privilegium.
Lívsskeið Eiriks kann ivaleyst skiftast
sundur í tríggjar partar - rætt sum ein
fótbóltsdystur.
Í
fyrra
hálvleiki
var
hann tann feteraði "El Beatle", síðhærdi
úrmælingurin
á
fótbóltsleikvøllinum.
Sjálvur hálvleikurin gjørdist kanska í
so drúgvur. Stavnhaldið kámaðist, og
lívsneistin kólnaði. Men vinnarasiðvenjan
fekk hann at bróta seg leysan og fara á
vøllin aftur í seinna hálvleiki við nývunnum
treysti. Eirik spældi eisini ein góðan dyst í
seinna hálvleiki. Hann nærum yngdist upp
og gjørdist ein heilt annar maður. Hann
fann sær konu og tóktist eydnusamur og í
góðari javnvág við seg sjálvan.
Eirik fór at koyra hýruvogn í Auto eins
og pápin. Dámligur og fryntligur var hann
at koyra saman við. Dugdi væl við teimum
gomlu; var kvikur út at lata upp hurðina og
hjálpa teimum inn at sita. Eitt skifti hevði
hann nógvar náttarvaktir. Tey árini hevði
eg tíðum morgunvaktir, og var ótespiligt
gonguveður, plagdi eg at ringja eftir bili
um hálvgum sekstíðina. Ofta var tað
Eirik, sum koyrdi meg. Eg haldi, at okkum
báðum dámdi hesar morguntúrarnar væl.
Hugnaligt var at setast inn í fjálga bilin hjá
Eiriki ein myrkan og kaldan vetrarmorgun.
Nógv var at práta um, teinurin av
Kommansmýru niðan í Sortudíki var alt ov
stuttur. Bilurin var ofta standandi eina løtu
í túninum, áðrenn prátið slitnaði sundur.
Tað kundi snúgva seg um gongdina hjá HB
ella Liverpool, tónleikin hjá The Beatles -
ella eisini um gamlar dagar í asfaltinum.
Eirik var kompromisleysur í sínum
sannføringum. Tað, ið hann var, var hann
heilhugaður.
Hann
var
havnarmaður
við stórum H, HB-ari av heitum hjarta,
Liverpool-viðhaldsmaður um ein háls, og
nógv tann besti tónleikurin segði hann, var
tann hjá The Beatles. Hann kundi stundum
tykjast nóg so trongskygdur og avgjørdur,
men tað varð hann ikki minni sjarmerandi
og dámligur av.
Seinasta biltúrin saman høvdu vit stutt
fyri jól í fjør. Bøkur til umrøðu í einum
mentanartátti í útvarpinum skuldu fáast til
vega og flýggjast út til ymsar ummælarar.
Tað gjørdist tí ein av teimum góðu longu
túrunum. At hetta fór at verða okkara
síðsti túrur mundi hvørgin gruna. Nakrar
fáar dagar seinni varð tann herviliga sjúkan
staðfest, ið nú varð honum at bana.
Teir á 70-ara liðnum hjá HB eru longu
farnir at fækkast. Í fjør var maðurin við
líggjanum eftir Finni Helmsdal, nú tók
hann eisini Eirik. Longda leiktíðin í seinna
hálvleiki var runnin.
Takk fyri dystin, Eirik!
Suni
You´ll never walk alone
When you walk through a storm
Hold your head up high
And don't be afraid of the dark
At the end of the storm
Is a golden sky
And the sweet silver song of the lark
Walk on through the wind
Walk on through the rain
Though your dreams be tossed and blown
Walk on walk on with hope in your heart
And you'll never walk alone
You'll never walk alone
Rodgers & Hammerstein
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eiriki Rasmussen (1952-2010) til minnis