Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 3. september 2010 15 VIKUSKIFTI Man tað vera ein føroyingur? Onkur á heimasíðuni nym.fo hevur funnið hesa yvirskriftina í Ekstrablaðnum og sigur seg hugsa møguleikan, at tað kanska er ein føroyingur... Vit føroyingar eru friðarfólk. Vilja bara hava frið, frið. Løgið er tað tí, sigur onkur, at ikki nógv fleiri vóru við í Fólki fyri friði, tá heitast var í kalda krígnum. Nei, tað er einki løgið ella ólogiskt. Tí tað er ikki soleiðis at skilja, at føroyingar eru friðarfólk. Friðardýrini, sum borgara­ ligasta pressan, vit hefta onga ismu upp í hana, kallaði tey, sum billaðu sær inn, at til bar at loysa stórar og drúgvar trætur við øðrum uttan vápnum ella hóttanum um vápn. Nei, tí føroyingar eru ikki friðar dýr, men góðdýr. Lata sær alt lynda. At onnur drepa hvønn annan í Langtburturistan kemur ikki okkum við. Onkur, sum saknar spenning í gráa gerandisdegnum, ella hevur sæð ov nógvar amerikanskar krígsfilmar og/ella spælt ov nógv videospøl úr somu verksmiðju, fer av stað. Men annars...nei, hatta rakar ikki okkum. Tá Føroyar vóru hersettar í fimm ár, lótu føroyingar sær tað lynda. Gamaní vóru okkurt hiss­ ini mótmæli og onkur yvirlýsing í fyrstani, men so var alt í lagi. Tað lagaði seg. Tað gekk nokk. Øll onnur plaga at berjast við hersetingarvald. Vit orka ikki ella tora ikki ella tíma heldur ikki so frægt sum at manna (heldur ikki kvinnurnar) okkum upp til eitt frælsisstríð móti aldagamla kolonivaldinum. Aktuelli koloniharrin er so fittur, hevur føroyska konu, skilur før­ oyskt og etur turra grind. Ja, hvussu skal tað vera? Øll, sum rópa harðast og skriva hvassast um frælsi, eru gift. So tey vilja neyvan hava nakað frælsi, tá tey sjálvboðin lata frá sær frælsið, enntá í einari kirkju. Og so omaná skamma teir prestar, sum nokta at taka frælsið frá sama fólki aðru ella triðju ferð. Nú í ein mánað er eitt skip hjá Paul Watson og hansara harka liði ótarnað sloppið at sigla millum hvalvágirnar at leggja grindastyggjarar. Eingin í Føroyum, heldur ikki danska politiið ella danska sjóverjan, ger nakað fyri at styggja hetta sjorænaraskipið út um 200 fjórð­ inga markið. Tá Greenpeace, sum ikki er ein militantur ágangsfelagsskapur, hevði eitt av sínum skipum onkra staðni millum 60 og 65 stig, vórðu skundboð send eftir donskum ramboum, tí eitt útlendskt olju­ felag var kanska í vanda. Men ein ribbaldur úr Kanada og ein boppurumpublondina úr Fraklandi eru saman farin í kríggj móti Føroyum. Og eingin letst um vón. Minst av øllum føroyingar. Manningin á hesum skipum, sum verja hval, tí hann er so fittur og klókur og etur fisk, er yvirhøvur úr londum, har sum tað er ítriv, væl lønt arbeiði ella eitt kall at drepa, drepa fólk. Tey eru úr londum, sum leypa á onnur lond, eftir at for­ seti ella forsætisráðharri teirra hevur slongt út eina lygn um hesa og hasa hóttanina móti heims friðinum og tí siviliseraða heiminum, hvør fanin hann so er, USA kanska. Fólk, sum stovna djóra­ verndar felagsskapir og um­ hvørvis verndar felagsskapir, eru ríkfólk, sum keða seg. Tey sakna spenning. Tað er so strævið at eiga nógvar pengar. Tey, sum tað gera, fara at keða seg. Og so enda tey sum søkkandi skútur í fríum falli á brenni vínshavinum ella missa seg skelvandi burtur millum stríp urnar á størsta penga seðlinum. Hini, sum duga at stýra uttan­ um fløksur og súgvirør, fara at verja hval ella áir. Tey fara ikki at verja fólk móti týning. Og tað allarringasta er, at hesar herferðir gerast krossferðir, tær gerast religiøsar. Tá eiga vit at ansa serliga væl eftir sum altíð, tá um religión ræður. Tí tá er fanans skapur uppií og einki frið­ skjól fyri góðdýr. Friðarlig góðdýr UmaftUraFturum høgni djurhuus Ikki ferðalið longur Ferðaliðið kannar enn Portal.fo Er tað føroyska túnatosið? Eitt nýtt sosialt netverk er um at vera klárt til at taka dystin upp við Facebook. Dimma Nei, aldrin í verðini! Stjórnmálafrøðingur: Samgongan slitnar ikki Kringvarp.fo Løgtingsfólk fáa terapi Gerhard Lognberg spyr landstýrismannin Aksel Johannesen um ergoterapiuna á Løgtingi mikudagin Tíðindaskriv Summ allir aðrir bankar Eik vil hava sítt Dimma Eingin vandi í Føroyum! Ávara um hita í Spania Portal.fo Hann er bara 44 ár Gamal sjúkrahússtjóri aftur leiðari Dimma Sigur tað seg kanska sjálvt? Hóast Rúsdrekkasøla Landsins hevur hækkað prísirnar fyri at fáa fleiri inntøkur, hevur tað ikki eydnast. Kringvarp.fo Summi fara niður í løn Ringar vónir um at fáa lønarhækking Krinvarp.fo Eftirlýsing! Svensk lið horvin úr Evropa Dimma ranga í strúpan Klovnur á Rás2 Í vikuni var rættiligt lív í á rás2. Fólk frá sirkus Baldoni vitjaðu rásarúmiðí Vágsbotni, men spurningurin er, um fólk halda, at studio hjá rás2 altíð sær soleiðis út. Tá skemtarin verður til grin Í vikuskiftisblaðnum Summar í Sosialinum hevur ymiskt lætt og skemtiligt verið tikið fram á síðu 2. Soleiðis var eisini í farnu viku, men tá riggaði tað kanska ikki heilt at spæla stuttlig. Onkur hevði funnið eina mynd av Bjørn Kalsø við yvirskriftini »Hvørki fuglur og fiskur«. Síðani var lagt upp til, at sjálvandi var tað hvørki fulgur ella fiskur men »Bjørn Kallsoy«. Jamen, vit siga bara royn umaftur. Og soleiðis endaði skemtið í Sosialinum sum skemt í Sosialinum. mynd: álVur haraldsEn