fríggjadagur 3. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128
16
Sosialurin
Nøvn
Sunnudagin tann
5. september verða
tvíburabrøðurnir Kári og
Róald Norðberg 80 ár
Teir eru synir Niels Paula
og Mikkalinu Norðberg í
Hvalba. Systkinaflokkurin á
Heyggi í Hvalba var stórur.
Tey vóru tvær systrar og
nýggju brøður. Av teimum
eru fimm á lívi.
Systkini vuksu upp í
eini tíð, tá ið tað, sum kom
úr sjónum var álitið. Niels
Pauli sigldi og mamman
var heima og tók sær av
stóra barnaflokkinum. Tá
dreingirnir vuksu til, fóru
fleiri teirra til sjós. Kári var
ein teirra, men Róald fór
fyrst í maskinmeistalæru og
fór síðan eisini at sigla.
Kári fór fyrst við Hvalbiar
trolaranum Drátti sum messu
drongur. Síðan var hann við
Yvonnu í Vági. Jóan Petur hjá
Mouritsi var skipari, og var
hetta árini 1953 – 1955.
Kári giftist við Malenu, og
búsettust tey í Hvalba. Tey
fingu 3 børn.
Fyrst í 60unum arbeiddi
Kári
í
Føroyingahavnini.
Tá hann var heima í vetrar
hálvuni, arbeiddi hann á
kolinum. Seinnu helvt av 60
unum er hann við norskum
trolara. Síðan er hann við
Mýlingi, og er hann har, til
hann fer við Polarborg, sum
kemur til landið fyrst í 70
unum. Mortan Johannesen
er skipari og bróður hansara
Sonni er stýrimaður.
Tá Hvalbiartrolarin Niels
Pauli kemur til landið í 1984,
fer Kári at sigla við honum.
Har er hann í nøkur ár, til
hann gevst at sigla. Síðan
fer hann at arbeiða á flaka
virkinum í Hvalba.
Kári hevur seinnu árini
tikist við seyð og annað
fyrifallandi arbeiði.
Tey, ið ynskja at heilsa
upp á Kára føðingardagin,
eru vælkomin inn á gólvið
í heiminum í Hvalba sunnu
dagin millum kl. 14 og 18.
Róald fekk lærupláss í
smiðjuni hjá Palla Mortensen
(Argja Palla) í Vági í mars í
1947. Tey fyrstu árini búði
hann á Báraldabakka.
Síðan fór hann á maskin
skúla, fyrst í Havnini og
síðani í Keypmannahavn,
og eftir lidna skúlagongd fór
hann at sigla við tangabáti
hjá A.P.Møller.
Seinast í 50unum flyta
Róald og Ása, sum hann nú
var giftur við, til Vágs, har
tey hava keypt hús í Toftalíð.
Róald og Ása fingu 4 børn.
Róald fer síðan við Vág
bingi, sum kom til Vágs í 59 og
er hann við har í nøkur ár.
Mitt í 60unum fer hann
at arbeiða sum elinnleggjari
og opnar samstundis el
handil í bygninginum hjá
Petur Nolsøe. Seinni byggir
hann handil upp í húsini
í Toftalíð. Tey góvust at
handla seinnapartin í 70
unum.
Í 1971 fer Róald við Sólborg
hjá Eiler Jacobsen, og er hann
við har til í 1974, tá hann legst
uppi eina tíð orsakað av, at
tey mistu yngstu dóttrina.
Nakað eftir hetta fer Róald
aftur at sigla, og var tað við
Polarborgunum hjá Jákupi í
Lopra. Síðan legst hann uppá
land og verður inspektørur
fyri trolararnar, sum eru
knýttir at Polarfrost.
Í 1983 fær Róald starv hjá
SEV á elverkinum í Vági, og
er hann har, til hann vegna
aldur leggur frá sær í 2000.
Róald hevur eisini seinnu
árini fyngist við seyð og
tikist við annað fyrifallandi
arbeiði. Eisini er Róald virkin
í andaligum arbeiði. Hann
er trúfastur í samkomuni
Bethel í Vági og er við til
andaktir á sambýlinum í
Vági og á sjúkrahúsinum og
ellisheiminum á Tvøroyri.
Tey, ið ynskja at heilsa
upp á Róald føðingardagin,
eru vælkomin í Bethel í Vági
sunnudagin kl. 18.
Tvíburabrøðurnir Róald og Kári Norðberg 80 ár
Róald og Kári
Tann 25. september 2010
savnast fyrrverandi starvs
fólk hjá Wenzel Petersen. Eitt
ótal av fólki hevur gjøgnum
árini arbeitt hjá Wenzel og
stórt tal av fólki hava eisini
fingið sína útbúgving her,
bilmekanikarar
hjá
Ford,
maskinmenn hjá AlfaDiesel,
rørsmiðir, jarnsmiðir, blikk
smiðir, skrivstovufólk o.s.fr.
Nøkur av hesum starvs
fólkum hava nú tikið seg
saman um at royna at savna
so mong sum gjørligt av
fyrrverandi starvsfólkunum
til eina hugnaløtu, at minnast
gamlar dagar.
Til veitsluna er ætlanin
at skipa fyri onkrum for
vitnisligum, ið vekir gomul
minni úti á Bakka og uppi
við Oyggjarvegin. Til at finna
fólk og til at savna gamlar
myndir
hevur
bólkurin
stovnað eina Facebooksíðu,
ið kallast ”Wenzel Petersen P/
F”, har longu nógvar myndir
og søgur eru komnar inn.
Í fyrireikingarbólkinum
eru: Steinfinnur Mittelstein,
Hannis
Joensen,
Heðin
Mortensen, Kristina Højgaard
og Sólborg Anthoniussen.
Tilmelding fer fram við at
gjalda kr. 350,00 á konto í Eik
9181 984.664.8. Seinasta freist
at tekna seg til veitsluna er
17. sept. 2010. Hugaligt hevði
verið, um so mong sum
møguligt kundu komið við.
WP-fólk savnast
Sunnudagin 5. septembur
kl. 20 letur ein framsýning
upp við málningum av
Símun Oliver Johannesen í
Ribarhúsi við sangi, tónleiki
og røðum. Rói Eliasen,
ommubeigg jasonurin,
spælir, og Ása Dam syngur.
Frits,
bróðursonur,
og
Heðin, systursonur, flyta
fram røðu.
22. apríl í ár hevði Símun
verið 110 ár. Hann var sonur
Jóhannu Mariu og Thomas
Jóhan Johannesen í Fugla
firði. Tey fingu 11 børn, og
var Símun 5. elstur í hesum
barnaflokki.
Símun er tann fyrsti
fuglfirðingurin, ið fer at
mála. Hann er tilkomin,
áðrenn hann fer undir
henda partin av yrki sínum.
Símun var annars húsa
smiður og snikkari. Hann
hevði smíðað hjá Petur
Snikk í Havnini. Hann var
millum annað við til at
smíða kirkjuna á Glyvrum,
og
verður
onkuntíð
nevndur Kirkju Símun
Símun giftist við Katrinu
Lervig, ættað úr Lorvík.
Tey fingu tvey børn, Fridu
og Kerstin. Hann og Trina
settu seg niður skamt frá
Sandinum tætt við dansi
stovuna. Her búðu tey alt
sítt lív.
Fleiri av hansara máln
ingum hanga víða um og
prýða veggir og stovur.
Hann var eisini við á Máln
ingaframsýningini á Varma
keldu í mong ár. Hann
andaðist 23. mars 1983.
Frits Johannesen
Símun Oliver Johannesen
í Ribarhúsi