fríggjadagur 3. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
16
VIKUSKIFTI
Parið
Eyðkenni: Tey eiga hvør sína teldu.
Arbeiða á skrivstovu ella eru lesandi.
Hava yvir 500 Facebook-vinir.
Á Facebook: Tey skriva ofta, hvat tey
gera - til dømis "Havi gjørt ein lekran
døgverða - mums". Hin parturin er
skjót ur at trýsta á "Dáma". Um onkur
av teimum letur Facebook standa opið,
fer hin inn og skrivar "Ohhh sum tað er
deiligt, at hava heimsins besta mann"
... og so flenna tey í kíki...
Tá tað nærkast songartíð, sendir hon
eini kjattboð til hansara
og spyr, um tey
ikki skjótt skulu fara í song, hann
svar ar aftur við einum hjarta og einum
geisp andi smiley.
Foreldrini
Eyðkenni: Eiga eitt ella tvey børn. Und-
ir 40 ár og dámar væl at taka myndir.
Á Facebook: Leggur nýggjar myndir út
fleiri ferðir um vikuna. Flestu myndir
eru av børnunum og teirra menning.
Sum status eru oftani sitat um, hvat
børnini hava gjørt og sagt. Til dømis
" Í dag segði Emma, 2 ár fyrstu ferð -
eg elski teg mamma". Foreldrini hava
sjálvandi eisini egna heimasíðu ella
bloggu til barnið, og tá nýtt er at frætta
har, leggja tey eina leinkju inn á
Facebook.
TíðindaFróði
Eyðkenni: Lesur øll
bløð - bæði á netinum
og pappírsbløð. Er
ítróttar fjeppari og
fylgir væl við í sam-
felags spurn ingum.
Á Facebook: Merkist
mest, tá onkur stór
tíðindi eru at frætta. Um
tað er ein stórur ítróttardystur
er hann skjótari enn allar
aðrar heima síður at
siga frá støðuni. Gevur
oftani góð tipp til
bløðini og onnur, ið
eru áhugað ísam felags-
spurn ingum. Hansara
in legg fáa oftani nógvar
við merk ing ar.
narcis
sisTurin
Eyðkenni: Kann vera
bæði kynini, oftast undir
25 ár og stakur.
Á Facebook: Skiftir vanga -
mynd fleiri ferðir um viku na.
Hevur forrit á telduni, ið tekur gódar
myndir, og tær, ið hann ikki leggur
út sum vangamyndir, goym ir hann í
eini skjáttu, ið eitur "Just me". Nakr ar
av myndunum eru hálvnaknar og vísa
vælvandar vøddar og nýbleiktar tenn.
nærgangni
Eyðkenni: Her eru allir aldursbólkar
um boð aðir. Flestu eru tó kvinnur, ið
ikki ræðast at siga ov nógv.
Á Facebook: Nógv halda at hendan
typan er stuttlig at hava sum vinur,
man rodnar eitt sindur tá man lesur og
hugsar oftan "Ups, vónandi lesur mam-
ma tín/stjórin/ex-sjeikurin ikki hetta".
Nærgangni fortelur alt - kann gott finna
uppá at fortelja, hvussu av føringurin
var, tá menstratiónin er komin, og
hvussu hon er. Dømi uppá, hvat hendan
typan kann finna uppá, er at leggja
myndir út av føðingini, og tá vísa ALT -
uttan sensur.
Summi Siga, at tað eru 20.000 Føroyingar á Facebook,
onnur royna at Finna 200.000 Føroyingar har. nógv eru
vit í øllum Førum, og nógv eru endamálini, ið vit nýta
Facebook til. her eru átta typir, ið vit á VikuskiFTinum
hava Sæð nógv dømi um á Facebook
lagt til rættis: inna Tørnroos
HVør fac
typa er