Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Í kvøld spælir føroyska fótbóltslandsliðið ímóti Serbia á Tórsvølli. Serbar komu til Føroya longu fyrradagin, og teir hava ikki bara vant og fyrireika seg til dystin. Spælararnir hava eisini tikið sær av løttum í løtum, og í gjár gingu spælararnir og mólu á gøtunum í Havn. Fleiri av serbisku spæl­ arunum eru heilt kendir spælarar. Tað kendasti er helst verjuspælarin Nemanja Vidic, sum vanliga umboðar enska stórfelagið Manchester United. Spæl­ arar úr øðrum enskum og europeiskum stórfeløgum spæla eisini á serbiska landsliðnum, og tað vóru tí fleiri kend andlit at síggja á Havnargøtum í gjár. Nakrir av spælarunum funnu eisini inn á Hvonn í Vágsbotni, og vit løgdu leiðina fram við og tóku eina mynd av serbisku spælarunum, sum fingu sær ein kopp av espressu. Aðrir spælarar gingu oman og niðan og hugdu í vindeygu, og summir stukku inn á gólvið í onkrum handlum. Í kvøld snýr tað seg um nakað heilt annað. Tá skulu serbar royna at vinna á føroyska fótbólts­ landsliðnum. ­ Nei, tingfólk vilja ikki niður í løn! Tað var greiði boðskapurin frá okkara fólkavaldu á tingi, tá Sosi­ alurin nú um dagarnar spurdi ting­ fólk, um tey vildu ganga á odda sum góðar fyrimyndir og lækka sínar egnu lønir, nú tey stramma so nógv í almenna húsahaldinum, at tað merkist í hvønn krók í landinum. Uppsagnir eru gerandiskostur, og við einum halli á fíggjarlógini, sum táttar í milliardina ár undan ári, so verða tað fólk í øllum samfel­ agnum, sum fara at merkja sviðan. Fleiri arbeiðspláss hava lækkað løn­ ir heldur enn at siga fólki upp, og í Danmark og í Onglandi hava politik­ ararnir valt at ganga sum fyrimynd­ ir og hava lækkað sínar egnu lønir. Men tað vilja okkara tingfólk ikki. Fleiri teirra skíra uppskotið, sum Kári P. Højgaard bar fram í Sosi­ alinum herfyri, at vera populistiskt. Tað er tað eisini. Tað er populistiskt at sleingja slíkt út, um tað ikki er meint í álvara. Men sjálvt um tað er populistiskt, so er tað eitt mál, sum øll tingfólk kunnu fyrihalda seg til ­ og ikki minst eitt mál, sum kundi skapt tign í fólksins eygum. Hugsið tykkum, at okkara fólkavaldu ­ sum sjálvi áseta sær sínar lønir, nú gingu undan, lækkaðu sínar egnu lønir! Sjálvandi skal tað ikki vera sum ein umbering fyri at kunna koyra øll onnur niður í løn. Men tað er so veruleikin, at avleiðingar av gerðum hjá Føroya Løgtingi føra til, at fólk í túsundatali mugu repa búskapar­ ligu seglini í hesum døgum. Vit halda sjálvandi eisini, at okk­ ara politikarar skulu lønast væl. Lønin skal eggja fólki til at fara upp í politikk. Men tingfólk áttu at kalla ein spaka fyri ein spaka, og heldur enn at fáa sær stór skattafrí ískoyti fyri ferðaendurgjald ­ ella »kostnað­ arendurgjald«, sum tað vist eitur á tingmáli, so áttu hesi viðurskifti ikki at verið øðrvísi fyri tingfólk enn fyri fólk annars, tí tað kostar tað sama at flyta ein tingmann úr Suðuroy til Havnar, sum tað kostar at flyta ein handverkara. Um Føroya Løgting heldur, at ein tingmaður úr Suður­ oy eigur at fáa meira í løn, enn ein tingmaður í Havn, sum kann røkja sítt borgarliga starv lættari, so er at geva suðuroyartingmanninum meira í løn, enn havnartingmanni­ num. Men tað er at arga fólk, tá tað eru skattafríu ískoytini, sum gera lønina so stóra. Sum grundregla eiga tingfólk eiga at lúka somu treytir við skatti, sum onnur fólk. Hetta áttu tingfólk at verið serliga varin við ­ tá tey sjálvi eru í tí hepnu støðu at gera av bæði hvussu nógva løn tey skulu hava, og hvussu stórur partur av lønini er skattafrí. Populisma ella ikki. Vit høvdu tikið hattin av fyri okkara kosnu monnum og kvinnum, um vístu seg sum fyrimyndir og sýndu samfelgssinni. Vit taka hatta av fyri teimum Føroyski búskapurin fer eftir øllum at døma at hava vøkstur komandi árini. Tað heldur Landsbankin, sum hevur gjørt eina nýggja meting av føroyska búskapinum. – Ábendingar eru um, at føroyski búskapurin er við at venda í 2010 frá niðurgongd til uppgongd, soleiðis at bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) í leypandi prísum í 2010 kann metast at vaksa uml. 3%, skrivar Landsbankin í frágreiðingini. – Undir ávísum fortreyt­ um er eisini útlit fyri búskaparvøkstri í 2011 og nøkur ár aftaná. Í 2011 verður vøksturin mettur at verða um 5% og árini aftaná væl minni enn tað. Væntaði vøksturin í 2010 uppá 3% stavar m.a. frá hallinum hjá tí almenna og teim øktu útgjaldingunum frá Arbeiðsloysisskipanini, sum stimbra innlendska eftirspurningin. Men hóast Landsbankin hevur hug at halla seg til, at útlitini eru positiv, eru nøkur ivamál, sum kunnu spilla spælið. Eitt er, um fólk vilja brúka sínar pengar ella heldur vilja spara saman. Óvissa er eisini um, hvussu stórur íløguhugurin hjá fyritøkum verður, hvussu gongdin verður í orkuprísinum, hvussu botnfiskiskapurin fer at royna, og um altjóða fíggjarmarknaðurin fer at verða fyri bakkkasti orsaka av skuldartyngdum londum. – Húsarhaldini brúka ein lutfalsliga lítlan part av inntøkuni til nýtslu og halda tí aftur uppá eftirspurningin, men kunnu væntast at økja nakað um nýtsluna aftur, heldur Landsbankin. – Inntøkurnar í fiskivinn­ uni hava verið væl frægari higartil í ár sammett við sama tíðarskeið í fjør og vænt­ ast at geva tað størsta ískoyti til vøksturin. Framleiðslan í alivinnuni er áleið á sama stigi sum í 2009, meðan prísir­ nir hava verið sera góðir. Ivast í um fólk vilja brúka pengarnar Serbar hugnaðu sær á Hvonn Har fór eftirút­ búgvingin Herálvur Jacobsen kJak á síðu 19 Nógvir norðoy­ ingar í fjølmiðlum eyðun á borg kJak á síðu 20 Gott at vísa samfELaGssinni