fríggjadagur 3. september 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
2
VIKUSKIFTI
Salander tekur USA
Vælkomin
til Vikuskifti
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Lene Espersen / Mynd: Leo Poulsen
4 SaMrøða: Lær At hvíLA Sinnið
7 TiPS: heyStið er ternUt
8-9 BaKgrund: StjórnArSkipAnin
11 90 SEKund: Lene eSperSen
12 BaKgrund: 4000 føroyingAr piSSA í bUkS
14 TiL arBEiðiS: jón SimonSen
15 uMafTurafTuruM: høgni DjUrhUUS
16 facEBooK: hvør týpA ert tú?
18 ÚTiSETin: oSvA oLSen
19 MiðLaMJar: tAð SigA tey á fAcebook og í miðLUnUm
23 Tað hEndir: konSertir, tiLtøk, bøkUr og AnnAð
24 ViKuMyndin: SúkkLA í LonDon
Einki er sum lukturin av prentsvertu á
einum nýprentaðum vikuskiftisblaði. At
blaða, hyggja, snodda, lesa, undrast og
undirhaldast.
Ella var tað nú eg, sum varð sigldur
afturúr á opnum miðlahavi vónleyst
saknaður millum bylgjubrotini frá nýggju
miðlunum.
Avísin hevur seinnu árini fingið
harðari og harðari kapping frá nýggjum,
talgiltum miðlum, sum yvirtaka alt fleiri av
uppgávunum, sum prentaða miðilin hevur
havt í øldir. Men framvegis er blaðið har –
og brúk er fyri tí. Ikki bert av nostalgiskum
ávum.
Blaðleiðslurnar hava roynt at broytt síni
bløð fyri at gera tey viðkomandi í einum
nýggjum heimi við endaleysum skjótum
internetmiðlum og sosialum netverkum, har
fólk frætta tað mesta, meðan tað hendir - í
fleiri førum helst eisini áðrenn tað hendir.
Tí má blaðið bjóða nakað annað enn
tað, sum teir kviku og knøppu miðlarnir
við endaleysum nyttugum og fullkomiliga
óneyðugum upplýsingum kunnu bjóða. Fyrst
og fremst snýr tað seg um at hava annað
tilfar enn netmiðlarnar, og helst skal tilfarið
eisini verða tilgjørt og borðreitt øðrvísi.
Eftir ein steðg í summar er Vikuskifti nú
aftur í Sosialinum. Vikuskifti hevur verið
sera væl umtókt millum okkara lesarar, og
hetta er annar veturin, at vit fara í holt við
Vikuskifti. Onkrar dagføringar eru gjørdar,
men Vikuskifti fer framvegis at líkjast sær
sjálvum við samrøðum, klummum, tipsum,
bagrund, undirhaldi og góðum ráðum.
Hugsanin er, at Vikuskifti skal geva
tykkum lesarum blaðsøgur av øllum
hugsandi slagi. Fjølbroytt tilfar sum hóskar
til eitt blað, sum kann liggja á borðinum eitt
vikuskiftið.
Vit bjóða tykkum vælafturkomin til
Vikuskifti í Sosialinum. Vit vóna at kunna
upplýsa og undirhalda tykkum komandi
mánaðirnar.
INNIHALD
SkaldSkapUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Bókarøðin Millenium hjá svenska
rithøvundanum Steig Larsson hevur
verið mest umtalaða bókaverkið í
Norðurlondum seinastu árini, og nú
er sølan av bókunum eisini rættiliga
farin á flog.
Norðurlendingar í stórum tali hava
keypt tær tríggjar bøkurnar í røðini,
men nú eru amerikumenn eisini farnir
at keypa Larsson-bøkurnar.
Triðja bókin í røðini, Luftslottet
som sprängdes, kann gerast tann fyrsta
bókin, sum selir meira sum elektronisk
bók enn sum pappírsbók.
– Hetta er eitt nýtt fyribrigdi, at tað
er so stórur áhugi fyri einari e-bók, at
sølan av e-bókini er størri enn sølan av
pappírsbókini, sigur Eva Gedin, sum er
stjóri á forlagnum, ið hevur rættindini
til bøkurnar hjá Steig Larsson.
Dagens Industri skrivar, at eitt skifti
var ein Stieg Larsson bók seld í USA
hvørt sekund – ella ein hálv millión
bøkur um vikuna. Samanlagt hevur
trírøðini selt umleið 10 milliónir eintøk
í USA.
Hollywood filmur
Allar tríggjar bøkurnar um journalistin
Mikael Blomkvist og teldusníkin
Lisbeth Salander eru gjørdar til film á
svenskum máli, og hesir filmar hava
verið sera væl umtóktir.
Nú skal Hollywood framleiða nýggja
útgávu av fyrstu bókini í røðini, Män
som hatar kvinnor, og tað fer neyvan
at gera áhugan fyri skaldskapinum hjá
Steig Larsson minni.
Bretski sjónleikarin Daniel Craig,
sum eisini hevur verið í leiklutinum
sum James Bond, skal spæla Mikael
Blomkvist í Hollywood, og tann meira
ókenda Rooney Mara skal spæla Lisbeth
Salander.
Svenska útgávan av hesum filmi
hevur fingið framúr góð ummæli í USA,
og nógv fólk hava verið í biografum í
USA og hugt eftir filminum.
SeinaSta bókin í MILLENIuMrøðINI hjá StEIg LArSSoN Selir
Stórt í uSA í løtuni, og í næStum Skal HoLLywooD framleiða
fyrStA filmin um LISbEtH SALANDEr og mikael blomkviSt
klumman
Eyðun
Klakstein
Lisbeth Salander er sera populer í USA, og nú skal Hollywood
framleiða film um hana og journlistin Mikael Blomkvist
90 sekund við
Setur futt í býarlívið
10
tær bestu
ensku
krimirøðirnar
Flagg-
dagurin
Finni
Jensen
Johannes
Jensen
nr. 72 23. apríl 2010 sosialurin
70 ár
BRÚÐAR
MYNDIR
giftust tvær
ferðir
90
sekund við
Brúðargávur
køkuR
og
nr. 50 12. mars 2010 sosialurin
10
tINg uM
lizu
marklund
niels og
sallyver
VANju
justINusseN
Fotografar velja tær bestu
bukettir
Elvir
sølibat til
pEdofili?
LØGMAÐUR SVARAR SPURNINGUM UM AVRIK OG STÍL
bakgrund
10
ting um
sir alex
ferguson
eg leypi ikki fyri borð
kaj
leo
nr. 66 9. apríl 2010 sosialurin
Fløgan Føddist úr sorgini eFtir sonin
90
sekund við
royal-
Mariann
sig tað á
Face-
book!
Salt
Silo
sum altjóða
mentanar-
depil
Sirikit
JacobSen
nr. 78 7. mai 2010 SoSialurin