Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 23 - 2. februar 2002 Nr. 23 - 2. februar 2002 3 Frá fríggjadegnum 3. til sunnudagin 5. mei verður ein sølustevna Hús og Innbúgv í ítróttarhøllini í Runavík. Hetta er fyrstu ferð, at ein tílík sølustevna verður í Føroyum SØLUSTEVNA Heri á Rógvi Í døgunum 3. til 5. mei verður stór sølustevna í Runavík. Sølustevnan, ið verður hildin í ítróttarhøll- ini er tann fyrsta av sínum slag. Heitið á henni er Hús og Innbúgv. Tað er Hans Petur Ellingsgaard, sum skipar fyri. Hann sigur seg hava sera góðar vónir um at sølustevnan verður væl vitjað, hóast talan er um eitt nýtt fyribrigdið í Føroyum. Sølustevnan roynir at venda sær til eitt so breitt úrval av handlum sum gjør- ligt. Burturúr rúgvuni kunnu nevnast Timbur- handlar, Arkitektar, Hvit- vøruumboð og onnur. Stutt sagt vendir sølustevnan sær til øll, ið fáast við hús og innbúgv. – Øll hesi hava brúk fyri nøkulunda somu ella líkn- andi tænastum, so tí er upp- lagt at savna allar viðkom- andi fyritøkur á einum stað, so fólk fáa høvi at kunna seg um, hvat er at finna á føroyska marknaðinum, tá talan er um sethús og alt tað, ið fæst til sethús, sigur Hans Petur Ellingsgaard. – Tað gerst harumframt alt meira vanligt, at fólk vilja broyta og umbyggja hús síni, og summi vilja kanska bara broyta okkurt rúmið ella gera okkurt ann- að, ið kann geva húsinum ein nýggjan dám, sigur Hans Petur Ellingsgaard, tá ið tosar um, hvør kundi havt áhuga fyri Sølu-stevn- uni. Seinasta freist at melda til sølustevnuna er 1. mars 2002. Fleiri upplýsingar verða sendir út, men fólk kunnu venda sær til Hans Petur Ellingsgaard á 222 982. Stór sølustevna í Runavík ELLISAKFØR Eirikur Lindenskov Mánadagin, 4. februar, eru tíggju ár liðin, síðani menn í Havn tóku seg saman at stovan felagið Føroya Ellis- akfør – felagið, ið hevur sum endamál at varðveita gamlar bilar og súkklur í uppruna standi. Brynjálvur Jensen hevur verið formaður í felagnum øll árini, men á aðalfund- inum, sum veður í mars, ætlar hann at leggja frá sær. Hann heldur, at 10 ár sum formaður er nóg mikið. Limirnir í Føroya Ellis- akførum hittast vanliga mánakvøld í hølum felags- ins yviri við Strond 22 í Havn. Soleiðis verður eis- ini mánakvøldið, føðingar- dagin, har okkurt serligt verður á skránni í sambandi við føðingardagin, sigur Brynjálvur Jensen. Føroya Ellisakør arbeiða á fleiri mótum fyr at verja og nøra um tað, sum hevur við gomul akfør at gera. Felagið er m. a. í ferð við at savna tilfar til eina bók um føroysku bilasøguna, ein táttur í siðsøgu okkara, sum eingin enn hevur gjørt stór- vegis við. Umframt hetta hevur fel- agið útvegað hølið at hýsa gomlum bilum. Felagið leigar gamla vatnbrunnin við Gráastein í Havn frá Tórshavnar Býráð, og hev- ur felagið sett brunnin so mikið í stand, at ljós og hiti er í brunninum, so akfør kunnu varðveitast undir tryggum umstøðum. 6. mai í ár er eisini ein stórur dagur í bilasøguni, tí tá eru 80 ár liðin, síðani fyrsti bilurin kom til land- ið, ein Ford TT lastvognur, sum Júst Sivertsen og Joh- annes Olsen í Havn keyptu frá Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen. Á bila- savninum hjá Hans Elmari Poulsen á Vantsoyrum er ein sama slag bilur. Skipað verður fyri einari Sølustevnu í Runavík 3. til 5. mei. Stevnan hevur heitið Hús og Innbúgv Føroya Ellisakfør 10 ár 6. mai verða 80 ár liðin, síðani fyrsti bilur kom til landið. Á Vatnsoyrum er ein sama slag bilur Borgarstjórin í Havn helt fríggjarmorgunin tíðindafund, har greitt varð frá, hvat býráðið hevði umrøtt á seinasta býráðs- fundi. Flestu málini snúðu seg um byggi- ætlanir, har býráðið nú ætlar at taka onnur fyrilit KOMMUNAL- POLITIKKUR Heri á Rógvi Borgarstjórin í Havn, Jan Christiansen, skipaði fríggjamorgunin fyri einum tíðindafundi í glæsiligu hølunum í Gamla Komm- unuskúlanum, nú umsit- ingarligur bygningur hjá Tórshavnar Kommunu. Endamálið við fundinum var at kunna fjølmiðlarnar um, hvat hevði verið á skránni á býráðsfundi kvøldið fyri, og hvørjar av- gerðir vórðu tiknar á fundinum. Á býráðsfundinum hós- kvøldið vóru nógv mál á skránni. Millum hesi vóru so kend mál sum íløgu- ætlan og Rás Tórshavn. Býráðið samtyki á fund- inum eina íløguætlan, ið inniber, at Tórshavnar Kommuna í 2002 fer at gera íløgur fyri í mesta lagi 84 míó kr. Orsakað av reglunum um íløguloft kann kommunan “bert” seta 64 mío av til íløgur, umframt í mesta lagi 20 mió til Tórshavnar Havn. Á íløguætlanini er nógv tann størsta íløgan hon, ið verður latin til barnaansing. 19,2 mió fara í ár til íløgur innan barnaansing. Vegirnir hjá kommununi fáa 8,8 mió og ítróttar- og frítíðarvirk- semi fer avstað við 4 mió, harav tríggjar eru til ítróttarhøllina í Kollafirði. Ein, sum upptekur nógva tíð hjá býráðnum, eru byggisamtyktir og gøtu- nøvn. Býráðið hevði á fundinum høskvøldið eina ørgrynnu av málum á skránni, sum snúðu seg um byggiloyvi og gøtunøvn. Tvær nýggjar gøtur, Marknalíð og Dalalíð, fara í framtíðini at vera partar av býarmyndini í Havn. Tað er tó ikki bert sum at siga tað, at fara undir at seta nøvn á gøtur. Ein serliga nevnd er sett til endamálið, og hendan hevur eftir øllum at døma úr at gera. Fyri uttan at at geva byggiloyvi og grundstykki (fyri vanligan prís) til felagið fyri sálarlig sjúk, so hevði býráðið eisini á orðið ætlanir, ið viðvíkja byggi- listarligum ætlaninum hjá kommunan. Sambært Jan Christian- sen, býráðsformanni, miðj- ar býráðið eftir at geva býinum eitt betri heildar- skap, har fyrilit skulu takast fyri tí byggilistarliga, og hugsast skal meira um, hvat mann ynskir við Havnini. Borgarstjórin nevndi á fundinum eitt dømi við Gamla Apoteki, har hann fíltist á, at hetta er ein bygningur, ið er verður nýttur til skrivstovur ein- ans, og sostatt ikki vendir nakað “úteftir”, sum hann tók til. Býráðið vil fegin hava, at ein nevnd eigur at kunna, í serligum førum, seta mark fyri, hvat fyri byggingin skal vera í býnum, sjálvt um hendan er í tráð við ásetingum í byggiloyvin- um. Jan Christiansen vísti á býráðsfundinum á, at teir í býráðnum eru vitandi um, at hetta verður torført at føra út í verk, tí fleiri løg- frøðilig fyrilit eiga at takast. Samstundis vísti hann á, at byggisamtyktir ikki kunnu setast í gildi við afturvirkandi kraft, og harvið kunnu tvørleikar koma fyri. Eisini málið um Rás Tórshavn varð reist á býráðsfundinum. Jan Christiansen visti at siga, at býráðið hevði avgjørt at gjalda 32.000 kr. fyri TV3 í februar mánað. Føroya Tele skuldi somuleiðis gjalda 32.000, tá ið Føroya Tele í hesum døgum er í samráð- ingum við Viasat og aðrar veitarar um eina framtíðar- loysn viðvíkjandi Rás Tórshavn, ið væntandi heilt broytir skap. Talan verður mest sannlíkt um eina skipan, har borgararnir sjálvir skulu ogna sær ein móttakara, ið kann taka ímóti tí komandi talgilda signalinum frá Rás Tórs- havn. Borgarstjórin tíðindafund: Havnin skal skipast betur arkitektoniskt Jan Christiansen og hini í býráðnum vilja hava byggilistina at gerast betri í miðbýnum í Havn Mynd: Jens Kristian Vang Tórshavnar Býráð er farið undir at halda tíðindafundir eftir býráðsfundirnar. Til staðar fyri býráðið vóru Jan Christiansen, býráðsformaður, og Jens Marius Poulsen, kommunuskrivari Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 3 2