leygardagur 2. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 23 - 2. februar 2002
Nr. 23 - 2. februar 2002
5
Seinastu vikuna hava
umboð fyri MFS ferð-
ast kring oyggjarnar
og greitt miðnáms-
skúlanæmingum frá
um hægri útbúgving-
ar. Stigtakararnir
leggja seg eftir at
greiða frá um tey
praktisku viðurskift-
ini, sum eru tengd
einari nýggjari út-
búgving í einum
nýggjum landi
ÚTBÚGVING
Heri á Rógvi
Meðan veturin letur upp
fyri sínum síðsta mánað, er
tíðin eisini vorðin búgvin
hjá ungfólkum at hugsa um
framtíðina og víðari lestur.
Ein partur av hesum, tey á
miðnámsskúlunum kring
landið, hava hesa seinastu
vikuna fingið vitjan frá
MFS, Meginfelag føroyska
studenta.
Tær báðar, Halla Nolsøe
Poulsen og Guðrið Weihe,
hava hildið fyrilestur fyri
miðnámsskúlanæminugum
kring landið.
– Ætlanin hjá okkum er
at fanga tey, ið verða liðug
við teirra útbúgving í
summar, og siga teimum
frá, hvat tey skulu gera og
vænta sær. Vit greiða ikki
frá um hvørja útbúgving
sær, men siga heldur frá
teimum
praktisku
viðurskiftunum,
sigur
Halla Nolsøe Poulsen, sum
er virkandi formaður fyri
MFS.
Tær báða leggja dent á, at
tað hevur alstóran týdning,
at tey ungu byrja at hugsa
um í góðari tíð – eisini um
tey ikki ætla sær at byrja
eina útbúgving beinanveg-
in.
Halla sigur, at tað eru
nógv praktisk viðurskifti,
sum skulu fáast í rættlag,
áðrenn ein fer av landinum
í lestarørindum.
Tær báðar leggja dentin á
at greiða frá, um hvussu tað
er at fara undir hægri lestur
í Danmark, tá ið tað er har,
ið tær báðar lesa.
– Mann kann gott siga, at
vit við hesum royna at
skapa eitt samband við tey
á miðnámsskúlunum, sum
tørvur
er
á,
og
lestarvegleiðararnar ikki
altíð kunnu, sigur Halla
Nolsøe Poulsen.
Við sær kring oyggjarnar
hava MFS-umboðini havt
Holger Arnbjerg, ið er leið-
ari fyri Altjóða Skrivstov-
an, sum hevur til endamáls
at stuðla og ráðgeva í sam-
bandi við útbúgvingar utt-
anfyri kongaríkið.
– Tað vísir seg, at tað er
ein stórur partur av teimum
lesandi, ið leita aðrastaðni
at lesa enn í kongaríkið.
Tað er framvegis tann
størsti parturin, ið fer til
Danmarkar, og vit vilja feg-
in vegleiða og hjálpa øllum
so nógv, ið vit kunnu, sigur
Halla.
Tær báðar meta, at fólk
fyrst og fremst skulu velja
útfrá áhuga. Samstundis
hevur tað stóran týdning, at
alt verður gjørt í góðari tíð.
Og at leita sær eftir onkrum
at búgva í má gerast so
skjótt sum gjørligt. Hóast
vit nú skriva februar, er nóg
mikið av tíð eftir til at søkja
skúlar og bústað.
Fleiri upplýsingar kunnu
fáast á www.mfs.fo og við
at senda teldubræv til
msf@mfs.fo.
MFS:
À kunningarherferð
um hægri útbúgvingar
Mynd: Guðrið Weihe, t.v., og
Halla Nolsøe Poulsen vóru
hósdagin á handilsskúlanum
og greiddu næmingunum har
frá um víðari útbúgvingar.
Næmingar lótu inn
eftirmetingarskjal, og
skoðsmálini vóru sum heild
góð
Gongur sum ætlað,
verður nýggja havnin
í Runavík handað
Kommununi 20.
februar
HAVNAÚTBYGGING
Áki Bertholdsen
Í eina hevur verið arbeitt
við at byggja havnalagið í
Runavík út.
Gongur sum væntað,
verður arbeiðið liðugt í
næsta mánað og ætlanin er,
at arbeiðið skal handast
Runavíkar Kommunu tann
20. februar.
Við hesi nýggju havna-
útbyggingini, hevur komm-
unan fingið 100 metrar av
atløguplássi afturat. Men
harumframt fer kommunan
eitt stykki upp á 10.000
fermetrar afturat niðri á
havnalagnum.
Rodmund Nielsen, borg-
arstjóri, sigur, at tað er
stórur tørvur á betri plássi
niðri á havnalagnum, ikki
minst í sambandi við olju-
vinnuna.
Hetta er eitt arbeiði, sum
hevur vart í næstan trý ár
og sum hevur kostað einar
13 milliónir milliónir.
Vegur samstundis
Rodmundur Nielsen sigur,
at samstundis sum nýggja
havnin nú verður tikin í
nýtslu, verður farið undir
arbeiðið at gera nýggja til
og frákoyring til havnina.
Umstøðurnar at koma á
og av havnalagnum eru ikki
tær frægastu og tí hevur
kommunan í eina tí fyri-
reika ein nýggjan veg.
Talan er um ein breiðan
veg, sum verður umleið
700-800 metrar langur og
farið verður undir arbeiðið
nú í vár. Kommunan hevur
sett 1,5 millión av til
endamálið og borgarstjórin
vónar at tað røkkur.
Tað standa eini 25
fólk í bíðilista at fáa
Grundstykki í
Runavík
ÚTSTYKKING
Áki Bertholdsen
Nú fer Runavíkar Býráð at
taka eitt tak fyri at ganga
teimum á møti, sum hava
søkt um grundstykki í
Kommununi.
Á býráðsfundi í Runavík
i gjárkvøldið, skuldi Bý-
ráðið samtykkja at at fara
undir eina nýggja útstykk-
ing og borgarstjórin, Rod-
mundur Nielsen, ivast ikki
í, at tað verður samtykt at
fara undir útstykkingina.
Hann sigur, at talan er um
eina útstykking við 14
grundstykkjum úti í Runa-
vík, talan er um uttastu
útstykkingina í kommun-
uni.
Tað, sum Býráðið skuldi
samtykkja í gjárkvøldið,
var at bjóða arbeiðið at
fyrireika útstykkingina út
og hann sigur, at gongur
sum ætlað, verða stykkini
klár einaferð í summar.
Tá ið hendan útstykking-
in er fingin frá hondini,
verður farið víðari við
øðrum
útstykkingum
í
kommununi, fyri at kunna
nøkta tørvin.
Tað er nóg mikið av
byggilendi í Kommununi,
ikki minst á teimum smáu
bygdunum, men í løtuni
vísir tað seg, sum um
størsta trýstið er á sjálva
Runavíkina.
Í løtuni verður arbeitt við
at broyta býarætlanina, so
at fleiri øki verða sett av til
grundstykki og eydnast tað,
fer tað at nøkta tørvin á
byggilendi nógv ár fram.
Borgarstjórin sigur, at tað
er trot á grundstykkjum í
Runavík.
Hann sigur, at Kommun-
an hevur einar 25 umsóknir
frá fólki, sum vilja hava
grundstykki. Kanska eru
tað ikki øll, sum vilja hava
grundstykki beinanvegin,
so tá ið tey 14 stykkini eru
komin, fer tað at hjálpa
væl.
– Spurningurin er bara,
hvussu nógv grundstykki
Kommunan
megnar
at
útvega um árið, men klára
vit eini 15- 20 stykki um
árið, vildi eg mett, at vit so
dánt klára at fylgja við
eftirspurninginum,
sigur
Rodmundur Nielsen.
Fjúrtan grundstykki
afturat í Runavík
Havnin liðug um tríggjar vikur
Umstøðurnar á Runavíkar Havn hava ikki verið góðar, men nú verður nýggja havnalagið tikið í
nýtslu og tað hjálpir væl um støðuna
Sum so nógva aðrastaðni, er eisini trot á grundstykkjum í Runavíkar kommunu, men gongur
sum ætlað, verða 14 grundstykki tøk afturat í summar
C
M
Y
K
5
4