Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 23 - 2. februar 2002 Nr. 23 - 2. februar 2002 7 – Eg havi havt so ilt um allan kroppin tað mesta av mínum lívi, at eg havi mangan ligið í seingini og rópt av pínu, sigur Inga Thomassen á Tvør- oyri. Tað er ikki, fyrrenn seinastu árini, at greiða er fingin á, hvat bagir henni EIN SJÚKRASØGA Áki Bertholdsen – Tað einasta, ið heldur lívið í mær, er, at eg havi so lætt sinni. Hevði eg ikki havt tað, var eg langt síðani deyð. Gamla orðafellið um, at lívið er ikki ein dansur á rósum, kann 53 ára gamla Inga Thomassen á Tvøroyri skriva undir uppá. Tað mesta av hennara vaksna lívið hevur hon liva við pínu so ræðuligari, at tað ber illa til at seta orð á tað. Men sjúka hennara var løgin, tí ongin fann útav, hví hon hevði so ræðuliga pínu. Tað er ikki fyrrenn hesi seinastu árini, at læknar eru komnir eftir, hvat bagdi henni og síðani hevur hon fingið tað betri. Inga Thomassen hevur eina sjúku, sum rakar nøkur fá fólk, men sum ikki øll vísindin vil kennast við: Tað, hon ikki tolir, er kyksilvur, sum tannlæknar- nir brúka at fylla í hol í tonnunum. – Kyksilvurið í tonnun- um hevur eitrað allan kroppin og hevur ført eina pínu við sær, sum tað ikki ber til at seta orð á. Men síðani eg fór undir viðgerð í Danmark, hevur tað hjálpt munandi, sigur hon. Ræðulig pína Marran hjá Ingu Thomas- sen byrjaði tá ið hon var 20 ára gomul og gekk við tí fyrsta soninum fyri yvir 30 árum síðani. –Tað fyrsta, eg merkti, var, at pínan kom so sníkj- andi í knøini og í albógvan. Læknarnir hildu, at eg hevði liðagikt og tí fekk eg heilivág fyri at giktapínu. – Men tað hjálpti onki, tí seinni vísti tað seg, at tað hevði onki við liðagikt at gera. – Pínan versnaði skjótt og tað gekk ikki leingi, so hevði eg ilt í snøgt sagt øllum kroppinum. – Pínan var so ring, at eg lá mangan í seingini og skríggjaði av pínu í øllum kroppinum. Frægari løtur vóru inn ímillum, men so kom pínan aftur sum eitt skot. Áðrenn hetta, hevði Inga Thomassen havt til arbeiðis at vaskað í skúlanum, men tað var ikki hugsingur um at halda fram við tí, so hon mátti halda uppat. Isolerað Men sjúkan hevur eisini havt aðrar avleiðingar fyri hana. – Hendan ræðuliga pín- an, bæði í høvdinum og í øllum kroppinum, kom mangan sum eitt skot, meðan eg var í kirkju, ella eg var og keypti, ella á vitj- an onkustaðni og so var onki at gera, uttan at rýma beinanvegin. – Ongin skilti, hví eg uppførdi meg soleiðis, tí ongin visti, hvat bagdi. Av- leiðingin var, at eg læt bara vera at fara út og tískil bleiv og meiri og meiri einsa- møll. Tað var ikki tað vert at fara út ímillum fólk, fekk eg eitt herðindi, mitt í øllum. Tað forbjóðaði seg eisini mangan at fara út yvirhøvur, tí eitt sjúkueyð- kenni var, at hon als ikki toldi ikki kulda. Hon er eisini blivin ovur- viðkvom fyri nógvum sløg- um av mati. Margarin, kál, gularøtur, grind, fisk mjólk, ostur, kaffi og nógvur annar matur, er tað reina eitur. Men nú hon hevur fingið greiði á, hvat bagir, er hon farin at keypa vistfrøðiligan mat og tað hjálpir, men á Tvøroyri er ikki stórt úrval av slíkum, men hon fær mangan handilin at bíleggja serligan, vistfrøðiligan mat til sín. Hon sigur, at bara hon einaferð etur mat, hon ikki tolir, verður hon so sjúk, at hon legst í seingina við pínu. Hesi herviligu pínuherð- indini vardu ofta í fleiri dagar, upp í eina viku og tá lá hon oftani í seingini, tí tað var ikki hugsingur um at sleppa fram. Hildu eg var sinnissjúk Ímeðan alt hetta hendi, hevði hon átt trý børn, men maðurin og hon skiltist, so hon stóð mangan illa í tí. – Tað ringasta var, at tað var ongin, sum dugdi at siga, hvaðani pínan stavaði, hóast eg ferð eftir ferð var hjá lækna. – Men teir dugdu ikki at finna nakað og kyksilvur- eitran í tonnunum var ikki nakað, sum var frammi tá. Eg varð send til fysioterapi á sjúkrahúsinum og til aðra viðgerð, men onki hjálpti. Eg fekk eisini heilivág av ymsum slagi og sproytur fyri pínu, men onki hjálpti, tí pínan hevði heilt aðrar orsøkir. – Tað endaði eisini við, at eg var send til psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsin- um, tí tá ið tey onki likam- ligt kundu finna, hildu tey, at eg var sinnissjúk. Inga ásannar, at hon var sálarliga sjúk við hvørt, tí onkuntíð var hon so tung- lynt, at hon mátti fáa við- gerð. – Men eg hevði ikki pínu, tí eg var nervasjúk. Eg varð blivin nervasjúk av at hava so nógva pínu av øllum kyksilvureitrinm, sum hóp- aði seg upp í mær og hevði eitrað allan kroppin. Hon sigur, at av tí, at ongin fekk sett navn á sjúk- una, fekk hon heldur ikki avlamisrentu, so hon stóð mangan illa í tí og hevði neyvan klára tað, var tað ikki fyri synunum, sum hava hjálpt henni ómetaliga væl. Tað var ikki,fyrrenn fyri fimm árum síðani, at hon fekk játtað avlamisrentu, so fíggjarliga hevur hon tað frægari nú. – Eg føli ikki, at eg havi havt eitt veruligt lív, tí eg havi verið so skerd í nógvar mátar. Tað, einasta, sum hevur hildið mær uppi, er at eg havi so lætt sinnalag. Kom vend í Inga Thomassen sigur, at tað var ikki, fyrrenn eina- ferð fyri nøkrum árum síð- ani, at hon av berari tilvild datt niðuryvir eitt danskt Ekstrablað, at hon raknaði við. – Har las eg um eina konu, Jette Rosenbaum, ið hevði tað upp á sama máta sum eg. Seinni las eg eisini um somu konu í Familje- journalen. – Hendan konan hevði havt somu sjúkueyðkenni sum eg og eg fekk var- hugan av, at tað kanska var nakað tað sama, sum bagdi okkum báðum. Tað, sum bagdi henni, var, at hon toldi ikki kyk- silvurið í tonnunum og tað hevði gjørt hana at kalla avlamna í fleiri ár og eg fór at hugsa um, antin tað kundi vera tað sama, sum feilti mær. – Eg setti meg í sam- bandi við Ekstrablaðið og fekk telefonnummarið hjá hesi konuni. Eg ringdi so til hennara og tá ið vit prátaðu saman og tá ið eg fortaldi henni, hvussu eg hevði tað, ivaðist hon ikki, at mær feilti tað sama sum henni. – Vit tosaðu saman nakr- ar ferðir og hon segði, at tá ið hon hoyrdi mína sjúkra- søgu, var sum at hoyra hennara egnu. Inga Thomassen sigur, at hon tískil setti seg í sam- band við eina viðgerðar- stovu í Danmark, har lækn- ar m.a. fáast við at aveitrað fólk, sum hava kyksilvur í tonnunum. Har kom hon til kanning- ar og tað var skjótt, at lækn- arnir komu til tað niður- støðu, at hon varð eitrað av kyksilvuri og tóku hana í viðgerð. Niðurstøðan hjá teimum var, at "der foreligger tyde- liga tegn til kviksølvb- elastning og al god grund er til behandling derefter". Teir mæltu eisini til, at kyksilvurfyllingar vórður tiknar burtur og at tenn- ininar vórðu fyltar aftur við øðrum tilfari. – Hetta eru nú nøkur ár síðani, men tey gjørdu mær eisini greitt, at tað fór at taka sína tíð, tí tað er ikki sum at siga tað, at fáa rættlag í kroppin aftur, eftir at hann hevur verið støðugt eitraður í yvir 30 ár. men tað gongur framá í hvørjum og tilveran verður alsamt lættari. Allar fyllingarnar í tonn- unum eru eisini skiftar og holini fylt við øðrum tilfari ístaðin. Tað eru nú sjey ár síðani, at Inga varð niðri fyrstu ferðirnar. Tey fyrstu árini var hon tvær ferðir niðri, men hesi seinastu árini, hevur hon bara verið eina- ferð. – Tað hevur kostað nógv- an penging, men synirnir hava hjálpt mær nógv, so at eg havi havt ráð til tað, sigur hon. Hon hevur eisini meldað eg inn í danska felagið "Foreningen mod skadeligt dentalmateriale", haðani hon m.a. fær limablaðið nakrar ferðir um árið. Inga Thomasen heldur avgjørt, at læknar og tann- læknar skuldi verið skjótari at viðurkent, at tað eru ikki øll, sum tola kyksilvur í tonnunum og at hetta kann verða ein álvarsligur heilsuligur trupulleiki hjá teimum, sum ikki tola tað. Hon sigur, at tíverri er tað framvegis bæði læknar og tannlæknar, sum ikki vilja viðurkenna hetta sum eina sjúku. Eitt herróp hjá omanfyri- nevnda "foreningen mod skadeligt dentalmateriale", er ein spurningur um kyk- silvur bara er eitrandi í nattúruni, men ikki í munn- inum á fólki. Tað, sum sipað verður til, er, at kyksilvur skal viðfar- ast sum vandamikið burtur- kast, eisini í Føroyum, her tað skal í tann grøna posan hjá IRF. Inga Thomassen sigur, at hóast hon hevur fingið tað nógv betri, síðani hon kom undir læknahond á hesum viðgerðarstovuni í Dan- mark, er hon greið yvir, at tað er langur vegur eftir, til hon fær tað gott. Men hon er við gott mót og fer aftur til Danmarkar seinni í ár at fáa viðgerð. Hevur livað við svárari pínu tað mesta av lívinum – Eg føli ikki, at eg havi havt eitt veruligt lív, tí eg havi verið so skerd í nógvar mátar. Tað, einasta, sum hevur hildið mær uppi, er at eg havi so lætt sinnalag, sigur Inga Thomassen av Tvøroyri. Í yvir 30 ár hevur hennara lív verið pestað av herviligari pínu, men tað er ikki fyrenn nú, at læknar funnu útav, hvat veruliga bagdi henni – Eg komi ikki í Javnaðarflokkin fyri at taka nakran av ræði, ella fyri at gera rumbul, ella sum nakar trojanskur hestur, tvørturímóti. Eg vil fegin hjálpa til at bera boðskapin og endamálið við sjálvstýrislógaruppsk otinum hjá Javnaðarflokkinum fram. Tí hetta uppskotið er gott og væl gjøgnumhugsað, sigur Helena Dam á Neystabø POLITIKKUR Eirikur Lindenskov – Eftir áheitanum frá fleiri limum í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag havi eg gjørt av at vera í uppskoti til valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið. Hetta sigur Helena Dam á Neystabø, fyrrverandi forkvinna Sjálvstýrisfloks- ins, sum hevur meldað seg sum lim í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag. Helena Dam á Neystabø vísir á, at tað eru tvinnandi viðurskifti, sum hava henn- ara serliga áhuga, sjálvstýr- ismálið og vælferð Føroya Fólks. Tað var í november í fjør, at stríð tók seg upp í Sjálv- stýrisflokkinum. Eftir nýggja bygnaði floksins, skuldi flokkurin kjósa sær formann á landsfundi, á sama hátt sum fleiri av hin- um flokkunum gera. Til landsfund Sjálvstýris- floksins í november stillaði Sámal Petur í Grund upp ímóti Helenu Dam á Neystabø. Hetta førdi til, at Helena tók seg aftur sum formansevni, og nakrar dagar seinni tók hon seg úr Sjálvstýrisflokkinum. Hon segði tá, at hon framvegis stuðlaði samgonguni í teimum málum, sum hon kundi taka undir við. Nú um dagarnar boðaði hon løgmanni frá, at hon tók stuðul sín til samgong- una aftur, og í hesi vikuni hevur hon so meldað seg sum lim í Javnaðarflokkin- um. Enn er hon tó ikki part- ur av tingmanning Javnað- arfloksins. Sjálvstýrislógin er besta boðið Men er Helena Dam á Neystabø nú fullsamd við Javnaðarflokkinum í sjálv- stýrismálinum? – Ja, eg haldi at uppskot- ið hjá Javnaðarflokkinum um eina sjálvstýrislóg er besta boðið upp á at finna eina breiða semju. Um fyri- treytirnar, sum nevndar eru í uppskotinum um eitt nú, at vit ikki bara fáa valdið til láns, og at sjálvsavgerðar- rætturin er ómissandi, so er hetta uppskotið gongda leiðin, sigur Helena Dam á Neystabø. Eitt stríðsmál millum Javnaðarflokkin og sam- gonguna hevur verið mink- ingin av blokkstuðlinum. Meðan samgongan hevur minkað blokkstuðulin við 360 milliónum, so hevur Javnaðarflokkurin ført fram, at hann í mesta lagi vil vera við til at minka stuðulin við 100 millión- um. Helena Dam á Neysta- bø segði í Degi og Viku hóskvøldið, at hon hevði mælt til, at blokkurin hægst skuldi minkast við 300 milliónum. – Er Helena Dam á Neystabø ikki bangin fyri, at hon kann styggja sam- bandssinnaðar veljrarar frá Javnaðarflokkinum á henda hátt? – Nei, tað vóni eg ikki, at eg geri. Sum politikari, so eri eg von at arbeiða við semjum. Í hesum føri, so er minkingin í blokkstuðlin- um grundað á nakrar yvir- tøkur, sum eru framdar. Javnaðarflokkurin hevur verið við til allar yvirtøkur, sum framdar eru, so tí er hetta í tráð við góðan javn- aðarpolitikk, heldur Helena Dam á Neystabø. Hon leggur eisini dent á, at hon ikki hevur hongt seg so neyvt í eina ávísa upp- hædd, men hon helt hetta verða eina gongda leið, nú yvirtikið verður eftir heimastýrislógini. Eingin breið semja uttan Javnaðarflokkin Helena Dam á Neystabø sigur, at hon í samgonguni fleiri ferðir royndi at vinna ljóð fyri, at Javnaðarflokk- urin eisini varð tikin upp í part. – Tað var heilt greitt, at vit kundu ikki fáa eina breiða semju, um ikki Javn- aðarflokkurin var við, og hann var tann eisinasti, sum kundi verið við, sigur hon. – Tvær fólkaatkvøður vóru eisini eitt krav, men eisini tað miseydnaðist. Ein sjálvstýrispolitikkur, sum ikki hevur rímiliga stóra undirtøku hjá Føroya fólki, er frammanundan dømdur til at miseydnast, heldur hon. Lagnufundur fyri Helenu Hóast Helena Dam á Neystabø hevur meldað seg sum lim í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, so eru allar súður ikki syftar enn. Upp- stillingarfundurin skal gera av, hvør sleppur á listan, og tá fáa allir møttir limir í Suðurstreymoyar Javnaðar- felag høvi at gera sína ávirkan galdandi. Helena Dam á Neystabø var fram til oktober 1990 limur í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, men tá meldaði hon seg úr flokkin- um, og stillaði hon upp fyri Sjálvstýrisflokkin á løg- tingsvalinum 17. november í 1990. Helena Dam á Neystabø sigur, at hon er ikki smásár, og at hon hevur lagt alt per- sónlig agg aftur um seg. – Hatta er eitt tólv ára gamalt stríð, sum fyri lang- ari tíð síðani eigur at vera gloymt. Tað einasta, sum er í hesum, er, at eg eftir áheit- an frá fleiri limum í Suður- streymoyar Javnaðarfelag hava játtað at verða í upp- skoti til valevni, sigur Hel- ena Dam á Neystabø. Men er hon ikki bangin fyri, at limirnir í Suður- streymoyar Javnaðarfelag – sum tøkk fyri seinast – ikki fara at velja hana upp á list- an? – Tað veit eg sjálvandi ikki. Eg havi ikki fingið nakra váttan um, at eg sleppi upp á listan, og eina slíka váttan kann eg heldur ikki fáa, tí hatta er ein av- gerð, sum limirnir taka á einum uppstillingarfundi. Hvat hendir, um tú ikki sleppur upp á listan – fert tú so at royna teg í onkrum øðrum flokk? – Nei, tað fari eg ikki, sigur Helena Dam á Neystabø avgjørd. Uppstillingarfundurin hjá Suðurstreymoyar Javnaðar- felag verður tí lagnufund- urin fyri Helenu Dam á Neystabø sum løgtings- kvinnu. Ætlar ikki at troka seg fram – Eg komi ikki í Javnaðar- flokkin fyri at taka nakran av ræði, ella fyri at gera rumbul, ella sum nakar trojanskur hestur, tvørtur- ímóti. Javnaðarflokkurin hevur í sínari stevnu góð og virðilig mál, sum eg taki fult undir við, og sum eg ynski at vera við til at bera fram og sannføra veljararn- ar um. Eg vil fegin hjálpa til at bera boðskapin og endamálið við sjálvstýris- lógaruppskotinum hjá Javnaðarflokkinum fram. Tí hetta uppskotið er gott og væl gjøgnumhugsað, sigur Helena Dam á Neystabø. Hon leggur aft- urat, at ein sjálvstýris- gongd, sum ikki hevur breiða undirtøku í fólkin- um, er dømd til at miseydn- ast. – Tað ásanni eg, og taki eg tí m.a. hetta stig, tí tað er so neyðugt, at vit fáa loyst hetta málið, so at onnur mál kunnu sleppa fram at. Seinastu fýra árini hava lært Helenu Dam á Neysta- bø, at tað er av sera stórum týdningi, at skipa eina breiða samgongu, sum kann loysa sjálvstýrismálið. Hon heldur besta møgu- leikan verða eina sam- gongu millum Javnaðar- flokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokin, har Javn- aðarflokkurin hevur leiðsl- una. Hon heldur, at sam- gongan fór rættuliga langt við at minka blokkstuðulin við 360 milliónum, og hon vil so avgjørt viðurkenna tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. (Lesið meira um málið á síðu 9). Helena Dam á Neystabø um Javnaðarflokkin: Hevur góð og virðilig mál sum eg taki fult undir við – Ein sjálvstýrisgongd, sum ikki hevur breiða undirtøku í fólkinum, er dømd til at miseydnast. Tað ásanni eg, og taki eg tí m.a. hetta stig, tí tað er so neyðugt, at vit fáa loyst hetta málið, so at onnur mál kunnu sleppa fram at, sigur Helena Dam á Neystabø Allir seks flokkarnir á tingi eru fyri at leingja barnsburðar- farloyvið frá hálvum ári til eitt ár. Men hvør skal heim at ansa barninum hetta árið? JAVNSTØÐA Ingrid Bjarnastein Fólkaflokkurin leggur upp til, at tað skal vera frítt at velja hjá foreldrunum, hvørt tað er mamman ella pápin, ið fer heim at ansa barninum tað árið barns- burðarfarloyvið er. Og eru flestu flokkar eisini samdir í, at páparnir eisini skulu sleppa heim at ansa barnin- um. Men skal tað vera val, at páparnir eisini fara heim, ella skal hetta vera eitt krav? – Um tað verður eitt val, so verða tað mammurnar, ið fara heim, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í javnstøðunevndini. – Eg haldi, at tað skal lóggevast, at páparnir eisini skulu taka ein part av tíðar- skeiðinum, soleiðis, at kvinnurnar ikki koma at standa veikari á arbeiðs- marknaðinum. Higartil hevur tað verið eitt ávíst trýst á mammunum, tí tær hava verið noyddar at fara heim. Um tað verður av- gjørt við lóg, at menninir eisini skulu heim, so kann arbeiðsgevarin ongantíð kenna seg vissan í, at menninir ikki eisini rýma av arbeiðsmarknaðinum í eitt tíðarskeið eins og kvinnurnar. Turið Debes Hentze held- ur, at eitt uppskot kundi verið, at páparnir skulu taka til dømis tveir ella tríggjar teir seinastu mán- aðarnar. Og um teir ikki taka av hesum tilboðnum, so skulu hesir mánaðarnir detta burtur úr barns- burðarfarloyvinum. Ongin umbering Føroyar eru ógvuliga kon- servativar, heldur Turið Debes Hentze, ikki bert á hesum økinum, men sum heild. – Men nú nýggja barsils- skipanin er komin í gildi, fáa menninir fulla kom- pensatión, sum kann verða upp til eini 30.000 krónur, og hetta er ein upphædd teir áttu at klára seg við. Tí er tað ongin umbering, at teir missa eina inntøku, sigur forkvinnan í javnstøðu- nevndini. – Broyting skal í mynstr- ið, og sum er nú, er tað ikki eitt val, hvør fer heim at ansa eftir barninum. Tað eru mammurnar, sum sita heima. Til dømis hava ísl- endingar kravt við lóg, at páparnir eisini skulu í barnsburðarfarloyvi, og hava tey býtt tað upp í eitt 4x3 mánaðar tíðarskeið, har mammurnar og páparn- ir skiftast um at taka far- loyvi. Tá tað verður kravt við lóg, at páparnir skulu heim vísir tað seg skjótt, at tá teir taka við tilboðnum, so verða teir glaðir fyri tað, og fleiri og fleiri taka undir við tí. Eitt ára barnsburðarfarloyvi: Pápar skulu eisini heim Forkvinnan í javnstøðu- nevndini, Turið Debes Hentze heldur, at tað skal krevjast við lóg, at pápar eisini taka ein part av barns- burðarfarloyvi num Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 7 6