Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 23 - 2. februar 2002 Nr. 23 - 2. februar 2002 9 - Eingi tilboð eru til teirra, sum eru vaksin upp í rúsdrekkaum- hvørvi, har misnýt- arin ikki fer í viðgerð. Mangan er familjan niðurundirkomin, men við røttu hjálp- ini kunnu tey koma burtur úr tilvandu støðuni og leiklut- inum, sum misnýtsl- an noyðir tey í, sigur Erna S. Hákonar- dóttir, alkohol- og familjuráðgevi RÁÐGEVING Turið Kjølbro Bert ein brotpartur av teim- um, sum hava veruligar rúsdrekka- ella rúsevnis- trupulleikar, fara á við- gerðarheim. Tískil fær bert ein lítil partur av teimum, sum tørvar hjálp, tilboð um hjálp. Og her eru næstr- ingar hjá teimum, ið eru misnýtarar og ikki fara í viðgerð, mangan kvinnur og børn, veruliga við sviðu- soð. Hesi eru sum vera man nógv í tali. Erna S. Hákonardóttir virkar sum alkohol- og familjuráðgevi í Havn. Í 1999 leitaðu 25 kvinnur, sum høvdu stórar trupul- leikar, til Ernu S. Hákonar- dóttir, eftir hjálp. Flestu kvinnurnar vóru í aldrinum 31 til 40 ár, og flestu teirra høvdu fakliga útbúgving. Meiri enn helmingurin av hesum 25 kvinnunum vóru einligar mammur, í miðal áttu tær tvey børn í part, og í nógv flestu førum hava tær livað saman við rús- drekkamisnýtara. Annað eyðkenni fyri flest allar var, at pápi teirra var virkin alkoholikari barnaárini. - Eingi tilboð eru til teirra, sum eru vaksin upp í rúsdrekkaumhvørvi og hvørs sambúgvandi eru misnýtarar, har hesi ikki eru ella hava verið í við- gerð. Kvinnurnar, sum tað í nógvum førum er, fáa onga hjálp uttan hana, tær leita fram til sjálvar og gjalda fyri sjálvar. Sosialt eru tær ikki sterkar, og tí heldur ikki fíggjarliga. Nógvar kvinnur eru komnar til mín av bygd, hava skavað so mikið av pengum saman, at tær kunnu koma. Fleiri teirra eru flýddar úr heim- inum og eru fluttar í lítla íbúð í Havn við børnunum, fullar av sorg, tí maðurin hevur tikið fløskuna framat seg og børnini. Kvinnurnar eru vaksnar upp í heimum, har drykkjuskapurin hevur verið krógvaður, har tað hevur verið skomm at tosa um tað, og har tær hava lært at yvirliva. Nógvar stríðast við ræðsluherðindi, fobiir av ymiskum slagi, og sjálvsvirðingin er lítil, sigur Erna S. Hákonardóttir. Næstringar hjá tí, sum drekkur, eiga at fáa hjálp, hóast tann sum drekkur, ikki vil hava hjálp, heldur ráðgevin. - Mangan er familjan niðurundirkomin, men við hjálp kunnu tey koma burtur úr tilvandu støðuni og leiklutinum, sum mis- nýtslan noyðir tey í. Fleiri kvinnur drekka Týðiligar ábendingar eru um, at talið á ungum og kvinnum, sum misnýta rús- drekka ella rúsevni, økist í tali. - Talið á kvinnum við rúsdrekkatrupulleikum er vaksið munandi hesi árini, eg havi arbeitt innan við- gerð í Føroyum. Rús- drekkamisnýtslan í Føroy- um er sum heild øgilig, sigur Erna S. Hákonar dóttir. Sjálv lagar Erna S. Há- konardóttir ráðgevingina til kvinnur øðrvísi enn til mannligar misnýtarar. - Kvinnur eru ringar at viðgera, tí misnýtslan er skomm, halda tær. Soleiðis er um allan heim. Tí ar- beiða nógvir stovnar við serligari viðgerð fyri kvinnur, Ísland byrjaði í 1995 eitt nú. Kvinnur eru ógvuliga samansettar. Hon er kvinna, mamma, dóttur og kvinnan hevur sjálv fordómar um kvinnur eins væl og samfelagið hevur tað yvir fyri kvinnuni. Tveir viðgerðarstovnar eru í Føroyum, og viðgerð- in, tann ungi misnýtarin ella kvinnan fáa har, er als ikki nøktandi, heldur Erna S. Hákonardóttir. Tað hevur bráðskund at seta á stovn eitt viðgerðarheim fyri ung- ar misnýtarar og at skipa eitt serligt tilboð fyri kvinnur, eins og gjørt verður aðra staðni. - Í Føroyum er eingin grunnur, har tú kann søkja pengar til at seta í gongd ymiskt til frama fyri børn og ung úr misnýtarafamilj- um. Sjálv havi eg spurt nógva staðni, eisini í Al- manna- og heilsumálastýr- inum, men haðani havi eg einki svar fingið, heldur ikki frá landsstýrismann- inum, sum eg havi sent bræv. Sjálv havi eg roynt at tosa við myndugleikarnar um trupulleikarnar, men fyri deyvum oyrum. Vit eru ikki komin til at tosa um alla myndina. Vit halda, at væl stendur til, tí vit hava tveir viðgerðarstovnar, sum fáa eykajáttan á hvørjum ári. Men ynskir onkur at seta í gongd arbeiði, sum eru í londunum rundan um okkum og sum góðar royndir eru av, eru ongir møguleikar fyri fígging uttan at veðseta egnar ognir ella fara í bankan at læna pengar. Myndugleikarnir sláa seg til tols við tí sum er, uttan at loyva nýhugsan framat. - Vit tosa sera sjáldan um rúsdrekkamisnýtslu í Før- oyum og trupulleikarnar, hon førir við sær. Her hevur einki forum verið, har fakfólk, lærarar og onnur hava tosað um støðuna fyri at finna fram til loysnir. Tosa vit ikki um tað, spæla vit, at tað ikki er til. Tað snýr seg um skomm og for- dómar. Tíðin er komin til at gera stórar broytingar, heldur Erna S. Hákonardóttir. - Men áðrenn vit kunnu gera broytingar, mugu vit tosa opið um trupulleikar- nar sum eru. Teir eru alla aðra staðni, og vit eiga ikki at billa okkum inn, at teir ikki eru her. Spurningurin er bara, hví vit lata eyguni aftur fyri teimum her. Vit hava av tí sama ikki ment okkum innan fyri viðgerð í fleiri ár. Egna ráðgeving Fyri seks árum síðani setti Erna S. Hákonardóttir á stovn egna ráðgeving í Havn, uttan nakran al- mennan stuðul. Áðrenn hevði hon arbeitt á báðum viðgerðarstovnunum. Hon hevur bæði áðrenn og aftaná nomið sær meiri kunnleika um viðgerð og viðgerðarhættir uttanlands. Eitt nú um hvør hjálp smábørn hjá alkoholikarum eigur at standa í boði, hvørja hjálp størri børn og ung eiga at fáa, og hvørja hjálp foreldur, sum eru hildin uppat at drekka, eiga at fáa. - Misbrúkið førir við sær, at samskiftið og kensluliga sambandið í familjuni verður avskeplað, sigur hon. Aðra staðni standa fjøl- broytt tilboð misnýtarum og avvarðandi teirra í boði. Í Íslandi verður størsta arbeiðið gjørt uttan fyri viðgerðarstovnarnar, tað vil siga til frama fyri tey, sum óbeinleiðis verða rakt av misbrúki. Eitt nú fáa børn og ung har, hvørs foreldur hava rúsdrekkatrupulleikar, hjálp eftir skúlatíð. Fyri- byrgingararbeiðið verður eisini nógv hægri raðfest har. - Misbrúk handlar um kenslur. Fólk drekka fyri at kenna seg betur, roykja fyri at hava tað gott, og brúka rúsevni fyri at broyta kensluligu støðuna. Vit byrja at brúka rúsdrekka ella onnur sinnisbroytandi evni fyri at broyta okkara støðu. Men úrslitið er jú, at misbrúkið førir við sær, at fólkini verða avskeplað. Tískil tørvar teimum at koma í eina viðgerð, sum lærir tey at koma í samband við sínar kenslur aftur og fáa tað, tey eiga uppiborið. Flestu teirra, ið leita til Ernu S. Hákonardóttir eftir ráðgeving, eru størri børn, ung og vaksin, sum hava havt ein uppvøkstur, ið er merktur av misnýtslu. Eisini fólk, sum eru hildin uppat at drekka leita hagar umframt fólk sum fram- vegis drekka, sum hon vísir víðari til viðgerðarstovnar. - Eg vil ikki frelsa verð- ina, men eg veit, at eingin er har úti til hesi nógvu, sum ikki koma í samband við viðgerðarstovnarnar, sigur hon at enda í viðtali. Næstringar hjá misnýtarum ongan góðan – Eg vil ikki frelsa verðina, men eg veit, at eingin er har úti til hesi nógvu, sum ikki koma í samband við viðgerðarstovnarnar, sigur Erna S. Hákonardóttir Mynd: Álvur Haraldsen - Eg skilji, at summi javnaðarfólk eru ør- kymlað. Men tað er ein trupul støða hjá flokkinum at koma í, um man knappliga fer at forða fólki limaskap og man skal taka tey til upptøku- roynd ella man fær eitt slag av berufs- verbot fyri Javnaðar- flokkin. Tað er ikki tað, sum eyðkennir eina sosialdemokrat- iska hugsjón sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðar- floksins, sum heldur, at tá Helena Dam á Neystabø er komin til ta sannføring, at tað hon hevur staðið fyri, var skeivt, og hon gjarna vil standa fyri nøkrum nýggjum, tá vil hann ikki vera tann, noktar henni limaskap. FLOKSSKIFTI Jan Müller Vit spurdu formann Javn- aðarfloksins hvat hann sig- ur til, at ein politikari, sum hevur verið virkin í einum øðrum flokki og í lands- stýrinum, nú ynskir at blíva partur av Javnaðarflokki- num? - Tað er ein sera løgin støða at koma í, eisini sum floksformaður. Tí hann hevur væl altíð tann politik- kin, at tað skal kunna leggj- ast so nógv aftrat flokki- num sum gjørligt. So man stendur væl altíð við op- num ørmum og bjóðar fólki vælkomnum uppí Javn- aðarflokkin. Man frøðist væl um, hvørja ferð tað legst aftrat limatalinum. Tá so ein persónur, sum t.d. Helena Dam á Neystabø kemur, so er støðan kanska eitt sindur øðrvísi, tí hon hevur eina fortíð sum sam- gongulimur og sum for- maður í einum øðrum flokki og hevur í nógvum givið til kennar ein annan politikk enn tað vit hava verið forsprákarar fyri. Men har er mítt grundsjón- armið, at ein og hvør hevur væl loyvi til at blíva klókari og er man komin til ta sannføring, at tað, sum man hevur staðið fyri, ikki var tað rætta og at man gjarna vil bróta við tað og taka nakað annað til sín, so vil eg vera tann seinasti at siga, at tað skal man ikki sleppa. Jóannes Eidesgaard sigur víðari, at hansara vanliga instinkt sigur sær, at tað er loyvt fólki at broyta mein- ing, og tað er ikki ókent, at fólk broyta meining. Hann vísir á, at tað, sum er týð- andi í hesum máli, er, at Javnaðarflokkurin hevur ikki broytt meining. Hann stendur fyri júst tí sama undan hennara limaskapi sum eftir hennara limaskap. Tað, sum er hent, er, at hon hevur harmoniserað síni sjónarmið við tað, sum Javnaðarflokkurin stendur fyri. - At hon tekur undir við Sjálvstýrislógini, er tað at broyta meining? - Ja, tað er tað kanska fyri tey, sum hava hoyrt hana í kjakinum í fýra ár. Hinveg- in er tað eingin loyna, at Sjálvstýrisflokkurin hevur altíð staðið fyri einum stig fyri stig sjálvstýrispolitik- ki, og Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava eina ríka traditión fyri sam- starvi. Jóannes Eidesgaard heldur tí ikki, at tann sjálv- stýrispolitikkurin Sjálv- stýrisflokkurin traditionelt stóð fyri og tað, sum Sjálv- stýrislógin inniber eru so ymisk. Tá skuldi borið til at fingið tað at gliðið eftir einari linju. Skilji frustratiónir - Hvat sigur tú so til øll tey javnaðarfólk, sum halda tað vera skeivt at taka He- lenu uppí, nú hon hevur verið í andstøðu til flokkin so leingi? - Eg skilji tær frustratión- ir, sum eru. Men hinvegin er tað ein trupul støða hjá flokkinum at koma í, um man knappliga fer at forða fólki limaskap og man skal taka tey til upptøkuroynd ella man fær eitt slag av be- rufsverbot fyri Javnaðar- flokkin. Tað er ikki tað, sum eyðkennir eina sosial- demokratiska hugsjón. Eg velji heldur at síggja tað so- leiðis, at hesin nýggi limur- in, sum meldar seg inn í flokkin, er komin til ta sannføring, at tað, sum hon hevur staðið fyri var skeivt, og at hon gjarna vil standa fyri nøkrum nýggjum, og tá vil eg ikki vera tann, sum sigur kortanei. Tvørtur- ímóti. - Er ikki vandi fyri, at teir sambandsku veljararnir í Javnaðarflokkinum rýma yvir í Sambandsflokkin, tá ein so markant sjálvstýris- rødd kemur upp í flokkin? - Nei. Tá Helena kemur upp í Javnaðarflokkin, so er tað klárt, at hon fyrst og fremst skal taka undir við grundsjónarmiðjunum hjá Javnaðarflokkinum á tí sosiala økinum, og tað dugi eg ikki at síggja er nakar stórur trupulleiki. Hon hev- ur ein rættiliga markantan sosialan vinkul, sum stórt sæð er sera tiltalandi. Hvat sjálvstýrispolitikkinum viðvíkur hevur hon boðað frá, at hon tekur undir við Sjálvstýrislógini, og so- leingi hon ger tað, kunnu allir javnaðarveljarar kenna seg tryggar við, at Javn- aðarflokkurin hevur ikki flutt seg í sjálvstýrismál- inum. -Tað eru so tey, sum halda, at Javnaðarflokkur- in átti at verið meira sjálv- stýrishugaður. Kann He- lena ikki har tilføra flokki- num nakað skilagott? - Tað er altíð gott og sunt fyri ein flokk at hava nyan- serað sjónarmið. Eg dugi ikki at síggja tað skal skaða, at vit fáa tilført nýggjar kreftir, tí tað verður innan fyri Sjálvstýrislóg- ina, at vit koma at arbeiða. Ikki automatiskt valevni - Helena hevur meldað seg inn og goldið limagjald. Í grein í Dimmalætting verður skrivað, at er man komin upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum, so hev- ur man frítt pass inn á val- evnislistan, so er man auto- matiskt valevni. -Hetta er ikki rætt. Við eina uppstilling í øllum feløgunum hjá Javnaðar- flokkinum eru allir limir eins stillaðir, og allir skulu gjøgnum somu manna- gongd við at blíva skotnir upp og síðani atkvøðu- greiðslu. Jóannes Eidesgaard held- ur slíka skeiva útmelding vera óhepna, tí hetta órógv- ar fólk, sum fáa eina skeiva fatan av mannagongdini. - Sjálvt formaðurin í flokk- inum skal eisini vigast í hansara limafelag, og so- leiðis verður tað eisini við Helenu kemur tað so langt sum til uppstilling. Uppá fyrispurning um Helena fær pláss í tingbólk- inum, nú hon hevur meldað seg inn í flokkin sigur Jóan- nes Eidesgaard, at fer hon upp í flokkin, so vil tað vera ein avleiðing, at hon eisini verður partur av ting- bólkinum. Tú hevur ikki eitt javnaðarfólk, sum er leysgangari. Men har má so fyrst koma ein frámeld- ing frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag um at taka hetta upp. Tað er nevniliga ein fremmand støða, at tingbólkurin hjá Javnaðar- flokkinum brádliga er vit- andi um, at tað er ein annar tingmaður, ið ikki er limur í tingbólkinum men sum er javnaðarfólk. Tað vilja vit sjálvandi taka upp til við- gerðar. Ímóti berufsverbot í Javnaðarflokkinum Jóannes Eidesgaard: - Tað er altíð gott og sunt fyri ein flokk at hava nyanserað sjónarmið. Eg dugi ikki at síggja tað skal skaða, at vit fáa tilført nýggjar kreftir, tí tað verður innan fyri Sjálvstýrislógina, at vit koma at arbeiða. C M Y K 9 8