fríggjadagur 3. september 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128
Sosialurin
Kjak
Í viðmerking í Dimmalætting
31. august sigur Tummas í
Garði, at tað er Tórshavnar
kommunan, ið eigur at
loysa trupulleikan, tá fólk
eru komin so illa fyri, at tey
hoyra heima á røktarheimi,
eisini
sjúklingar,
sum
eru
liðugt
viðgjørdir
á
sjúkrahúsi.
Men her fer læknastjórin
skeivur. Kommunan hevur
ikki ábyrgd av eldarøktar
økinum, tað hevur landið.
Kommunan
hevur
í
lóggávu
fingið
heimild
til
at
byggja
ellis
og
røktarheim, um landsstýrið
góðkennir verkætlanina og
játtar rakstur til heimini.
Hetta
merkir
ikki,
at
kommunurnar hava ábyrgd
av, at fólk, ið hava tørv á røkt,
fáa hana. Tað ábyrgdina eiga
landsmyndugleikarnir einsa
mallir, soleiðis sum upp
gávubýtið er á eldrarøkta
røkinum.
At kommunurnar í alt
størri mun hava átikið
sær alt fleiri uppgávur á
eldraøkinum, tí landið ikki
røkir sína skyldu, gevur
ikki kommununum hesa
skyldu, men er bert úrslit
av, at kommunurnar kenna
ábyrgd fyri sínum borgarum
og tí ikki kunnu lata standa
til. Her eru kommunurnar
ikki øðrvísi fyri enn lands
sjúkrahúsið,
sum
eftir
øllum at døma eisini hongur
uppá eina uppgávu, sum
stovnurin í veruleikanum
ikki eigur.
Niðurstøðan hjá greina
skrivaranum – at komm
unan skuldi havt pláss
tøkt til liðugt viðgjørda
sjúklingin – er tí heldur ikki
røtt. Kommunan hevur ikki
skyldu til at hava pláss tøk
ella av røkt til eldri borgarar
yvirhøvur. Tíverri vil eg siga,
tí var hetta ein kommunal
skylda, og eitt økið, sum
kommunan varðaði av, so
eri eg vísur í, at støðan var
øðrvísi enn hon er í dag,
og tænastan til borgaran
munandi betur.
Frá
kendu
yrkingini
um bakaran og smiðin hjá
dansknorska høvundanum
Johan
Herman
Wessel,
kenna vit orðatakið “at
rette
bager
for
smed”
– hugsi, at læknastjórin
er á somu kós, tilvitað ella
ótilvitað! Men í hesum
málið eru kommunurnar
við vissu ósekar.
Tíverri, skeiv adressa
Tummas í Garði
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Í gjárkvøldið visti útvarpið
at siga, at av tí at so nógv
fleiri lesandi enn væntað
(538) eru byrjað í ár, er
í uppskotinum til eyka
játtanarløgtingslóg
fyri
august 2010, ið var lagt á
tingborð fyrradagin, skotið
upp at hækka játtanina
til lestrarstuðul við 2,2
mió. kr. Hetta er í sær
sjálvum at fegnast um, tó
ikki, um tað verður gjørt
fyri rokning fólkaskúlans.
Tá
játtanin
skal
verða
útreiðsluneutral, verður m.a
upphæddin til nýstovnaða
Vitan lækkað við 600 tús.
kr. Ikki sørt av einum
vónbroti,
at
stovnurin,
sum skal vera lokomotivið
í skúlaverkinum, fær slíka
byrjan. Eisini var sagt, at
játtanin til Fróðskaparsetur
Føroya
verður
lækkað
við 700 tús. kr. Fert tú
at blaða í uppskotinum,
kemur tú fram á, at tær
700 tús. krónurnar allar
verða tiknar av eini konto,
ið
eitur:
Eftirútbúgving
av lærarum. Har standa í
ongamannalandi 2.680.000
kr., sum nú verða lækkaðar
niður í 1.980.000 kr. Helst er
tað serlæraraútbúgvingin
sum ger, at kontan ikki púra
verður volað. Hinvegin er
tað undrunarvert, at einki
kundi bera til á eftirútbúgv
ingarøkinum, tá pengarnir
hóast alt nú kunnu flytast
á annað stað. Serliga tá
hugsað verður um, at hetta
eru tøl, vit hava kent síðani
1. okt. í fjør.
Um talan er um vant
andi vikartímar, ið ofta
verður havt á lofti, kundi
Helena sjálvandi valt at
flutt tær 700.000 kr. tann
vegin ístaðin. Fyri hesa
upphædd kundu leysliga
mett 25 30 lærarar fylgt
linjufaksútbúgving
eftir
nýggju bachelorskipanini,
sum Fróðskaparsetrið fór
undir í summar. Tað, ið
lat seg gera í fjør, er gjørt
vónleyst í ár.
Ein kann tí illa koma til
aðra niðurstøðu enn, at tað
meiri er vantandi stýring
enn játtan, ið er atvold til
hesa støðu, og um vit ikki
broyta kós, enda vit, har vit
í løtuni stevna fram ímóti.
Herálvur Jacobsen
Har fór
eftirútbúgvingin
Merkisdagar
15. august fingu Diana P. Strøm, Sumba og
Thorvald F. Joensen, Vágur, eina dóttur.
Hon var 52 cm long og vigaði 3900 gr.
17. august fingu Mildrid Henriksen og
Rúni Persson eina dóttur. Hon var 52 cm
long og vigaði 3700 gr.
18. august fingu Maria og Gert Norðoy,
Viðareiði, eina dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3000 gr.
21. august fingu Christina og Tróndur
Ravnsfjall, Sandavágur, eina dóttur. Hon
var 55 cm long og vigaði 4095 gr.
21. august fingu Óluva P.B. Johannesen
og Jákup Áarberg, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 52 cm long og vigaði 3990 gr.
21. august fingu Annika H. Eirikstoft og Per
Joensen, Kvívík, ein son. Hann var 49 cm
langur og vigaði 2580 gr.
22. august fingu Elisabeth og Sigmundur
Brestisson, Klaksvík, ein son. Hann var 51
cm langur og vigaði 3115 gr.
22. august fingu Eydna Johannesen og
Jón Johannesen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 55 cm long og vigaði 4530 gr.
24. august fingu Mona Rakul og Regin
við Skipá, Argir, ein son. Hann var 56 cm
langur og vigaði 4100 gr.
24. august fingu Hanna Wang og Jens
Peder Groth Hansen, Kaldbak. ein son.
Hann var 51 cm langur og vigaði 3600 gr.
24. august fingu Birna Thomassen og
Sune Berglind, Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði 3000 gr.
25. august fingu Anna Margretha Petersen,
Vestmanna
og
Tórolvur
Samuelsen,
Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur
og vigaði 3250 gr.
25. august fingu Bjarma Lisberg, Sumba
og Kaj André Holm, Hvalba, eina dóttur.
Hon var 52 cm long og vigaði 3925 gr.
26. august fingu Dan og Marjun S.
Kjelnæs, Tórshavn, ein son. Hann vigaði
54 cm langur og vigaði 4400 gr.
26. august fingu Annika Rasmussen,
Sørvágur og Leifur av Trøð Trondesen,
Skálavík, eina dóttur. Hon var 58 cm long
og vigaði 4900 gr.
26. august fingu Jóna Gulaksdóttir
Christiansen og Poul Laust Christiansen,
Hvalba, ein son. Hann var 52 cm long og
vigaði 3180 gr.
26. august fingu MaiBritt og Ísak
Petersen, ein son. Hann var 51 cm langur
og vigaði 3200 gr.
26. august fingu Birita og Bárður Háskor,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 3825 gr.
27. august fingu Karolina og Sørin Sv.
Danielsen, Tórshavn, ein son. Hann var
56 cm langur og vigaði 4400 gr.
28. august fingu Gunnvá Joensen og Egon
Simonsen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var
51 cm long og vigaði 3875 gr.
Brúdleyp
Leygardagin 4, september giftast Barbara
Poulsen, Hvannasund og Hans Edvard
Sigurðsson, Klaksvík. Vígslan er í Hvanna
sundskirkju kl. 14 og vælkomst verður í
Árnafjarðarróðrarfelag frá kl. 19, har vit gleða
okkum at halda dagin saman við familju,
vinum og kenningum. Øll eru hjartaliga
vælkomin
80 ára føðingardagur
Leygardagin 4. september fyllir Hergi Hádal
80 ár. Dagurin verður hildin saman við
børnunum v/familju.
80 ára føðingardagur
Sunnudagin 5. september fyllir Róald
Norðberg í Vági 80 ár. Dagurin verður hildin í
Bethel kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin.
70 ára føðingardagur
Leygardagin 4. september fyllir Thurid
Magnussen í Húsavík 70 ár. Dagurin verður
hildin í Sólarris frá kl. 18.30. Øll eru vælkomin.
60 ára føðingardagur
Leygardagin 18. september verður Rúna
Berghamar 60 ár. Opið hús verður í Pálsstovu
kl. 1217.
Føðingar