fríggjadagur 3. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
18
VIKUSKIFTI
orð og myndIr: Inna Törnroos
útIsetIn
Eg hitti Osvu á Skansanum í Stockholm.
Hon starvast har sum savnslærari, og ein
av arbeiðsuppgávunum er at vera klødd í
gomlum klæðum og sita í gomlu húsunum
og siga frá, hvussu lívið var fyrr í tíðini.
Skansin er størsta útisavn í Norðurlondum
og hevur 1,4 milliónir vitjandi um árið. Gomlu
húsini, har tað elsta er úr 1100-talinum,
og norðurlendski djóragarðurin eru
tað, ið lokkar vitjandi til Skansan.
Osva flutti fyrstu ferð úr Føroyum, tá
hon var 17 ár og fór til USA. Seinni bar
leiðin eisini til Frakland og Suðuramerika,
áðrenn hon byrjaði at lesa í Svøríki.
Osva hevur starvast fast á Skansanum
síðani 2003. Hon hevur útbúgving innan
antropologi, etnologi og tekstilsøgu og hevur
eisini verið knýtt at Føroya Fornminnissavni.
– Eg havi búð í Føroyum í tveimum
tíðarskeiðum, síðani eg flutti til Svøríkis,
og báðu ferðirnar havi eg starvast á
Fornminnissavninum, greiður Osva frá.
Millum annað hevði Osva ábyrgdina
fyri verkætlanini, tá allir føroyingar skuldu
skriva dagbók 20 oktober 1999.
Í einum av tíðarskeiðinum í Føroyum, var
dóttur Osvu, Navarana, fødd. Hon er nú 9
ár. Hon er oftani við mammu síni til arbeiðis,
tí Skansin er eitt satt paradís fyri børn.
Eisini er Navarana við, tá lívið
hjá børnum fyrr skal lýsast.
– Fyri einari viku síðani høvdu vit "Ull"
sum tema her á Skansanum. Tá vísa
vit, hvat kann gerast burturúr ull, og
hvussu tað verður gjørt, sigur Osva.
Osvu dámar væl at binda og gongur
eisini í einum bindiklubba, har hon er
einasti føroyingur. Bindiklubbar eru
annars sera óvanligir í Svøríki.
Langur arbeiðsvegur
Uppsala, har Osva og familja hennara búgva,
er fjórðstørsti býur, ið liggur umleið ein tíma
frá høvuðsstaðnum Stockholm. Hetta hevur
við sær, at Osva ferðast tríggjar tímar dagliga
fyri at koma aftur og fram til arbeiðis.
– Eg trívist við starvinum, og eg trívist í
Uppsala, so tað fungerar væl, sigur hon.
Skansin er sera vælumtókt arbeiðspláss
og árliga søkja túsundtals fólk starv
har. Osva hevur pedagogiska ábyrgd fyri
nøkrum av húsunum. Til sína hjálp hevur
hon ein lítlan eldrivnan bil, tí Skansin er
heilar 300.000 fermetrar til støddar.
Ikki aftur til Føroya
Hóast Osva hevur verið nógv í Føroyum
og eisini búð har í tíðarskeiðum, hevur
hon ongar ætlanir um at flyta aftur.
– Sum lívið sær út nú, verið
eg verandi her, sigur hon.
Hon er regluliga í Føroyum og tosar
føroyskt við dóttrina. Best dámar henni
at koma til Føroya á sumri, men í ár
fer hon til Vestmanna at halda jól.
Hon vísur mær nøkur av húsunum,
hon plagar at arbeiða í. Hon smílist, tá
eg spyrji hvør vanligasti spurningurin
er, hon fær frá ferðafólki.
– Hví sengurnar eru so stuttar, er
faktiskt tað tey allar flestu spyrja um.
– Og hvat svarar tú?
– Tær eru so stuttar, tí at fyrr í tíðini
lógu fólk ikki og svóvu, tey sótu næstan.
Osva rallar ígjøgnum Skansan og setur meg
av í gamla býarpartinum, har bakari, smiður
og prentari halda hús. Hennara arbeiðsdagur
heldur áfram nakrar tímar enn, og tað er
ikki sørt at man er eitt sindur øvundsjúk
inn á ótrúliga vakra arbeiðsumhvørvið,
har Osva dagliga hevur sína gongd.
Osva ger
søguna livandi
47 ára gamla Osva OLsen úr Vestmanna
millumlendi í Usa, Fraklandi og suðuramerika,
áðrenn hon lendi í svøríkI, har hon nú heVur
búð í 22 ár. hóast hon er FørOyIngUr, er starV
hennara at gera sVensku søgUna liVandi Fyri
øllum teimum, ið Vitja hennara arbeIðspLáss
Osva Olsen er búsett í Svøríki og arbeiðir á
víðagitna uttandurasavninum Skansen
Fakta
Navn: Osva Olsen
Aldur: 47 ár
Familja: Maðurin Ingvar og dótturin
Navarana. Svenski lapphundurin Luma.
Bústaður: Uppsala, Svøríki
Ættað úr: Vestmanna
Starv: Savnslærari
Saknar úr Føroyum: Familjuna, matin, náttúruna og
eginleikan hjá føroyingum at vera spontan og støkka
inn á gólvið hjá hvørjum øðrum.
Saknar ikki úr Føroyum: Snævurskygni, veðurlagið,
og at heimurin uttanfyri Føroyar og Danmark er so
fjarður í Føroyum!
Osva og dótturin
Navarana á
einum faldara