Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128 Sosialurin Illa frágingið Tað kunna vit skjótt vera samdir um. Soleiðis hendir tað sum oftast, tá politikkur kemur uppí verkætlanir upp undir val. Sjálvandi skuldi vegafør­ ingin um Leirvík verið partur av samlaðu verkætlani um Norðoyartunnilinum. Men so var ikki. Ferðslunøgd Rætt er, at tað hevur verið nógv tosa um ferðslunøgd­ ina gjøgnum Leirvík. Um ferðslunøgdin er “ótolandi” nógv, ella ikki, velst um eyga, ið sær. Eisini er grundleggj­ andi munur á, um talan er um “vanliga” bygdarferðslu, ella gjøgnumkoyrandi ferðslu. Øll eru vitandi um, at tað koyra nógv fleiri bilar um døgnið nógva staðni í landinum. Ongin hevur pástaði nakað annað. Hvat er tað vit tosa um: Ferðsluteljingar eru fyri fyrstu ferð síðani Norðoy­ artunnilin lat upp, gjørdar í summar eftir nevnda vega­ strekki í Leirvík. Grund­ arlagið fyri teljingunum er ikki so stórt enn, tí tíðar­ skeiði fyri teljingini var stutt. Sum tíðin gongur, verður grundarlagið betri. Ársmiðal samdøgursferð­ slan er góð 2500 akfør. Harav 12% ella 300 akfør er tung ferðsla. Tvs. lastbilar og størri. Miðalferðin er 45­47 km/ t. Ferðin var býtt soleiðis: <=50km/t: 70%, 50­60 km/t: 24 %, 60­70 km/t: 5 % og >70 km/t: 1%. Sum kunnugt, so er talan um eina 30 km/t zonu, sum ikki verður vird. Hetta kundi løgreglan tikið til eftirtektar. So hava vit fingið tað uppá pláss. Góð 2500 akfør er hóast alt ikki so lítið í Føroyskum bygdarmálistokki, og mest­ sum øll akførini koyra skjótari enn loyvt er. Eisini er vert at gera vart við, at flestu bilanir koyra í dagtímunum. Ella við øðrum orðum, so er trýsti væl størri í dagtímunum, enn eitt miðaltal fyri alt døgni, fortelur okkum. Góða 2500 akfør um døgn­ ið er møguliga ikki serliga nógv, samanbera vit okkum við veginar í t.d. Tórshavn. Har er ferðslan á onkrum vegastrekkið omanfyri 10.000 akfør um døgnið. Til stuttleikar kann eg eisini nevna, at tað koyrdu knapt 34.000 bilar um døgnið í july um Stórabelt. Men tann brúgvin kostaði eisini uml. 22 mia. kr. Tá Bergur Jacobsen vísir á, at hann í summar hevur verið fleiri ferð í Klaksvík, og hann hevur møtt millum lítlum og ongum bilum í Leirvík, so sigur tað okkum greitt og týðuligt, at trýstið á vegin í Leirvík ikki er javnt. Vit sum her búleikast vita, at tann stóra ferðslunøgdin er gerandisdagar, og tá fólk skulu til arbeiðis og koma heim frá arbeiði. Tað er tá ótryggleikin er. Hvat er so trupulleikin: Teir flestu veginir í Tórshavn, Stórabelt, London o.s.fr. eru gjørdir til at klára stórar nøgdir av ferðslu. Vegurin í Leirvík er gjørdur fyri at leiða bygdarferðsluna runt um í bygdini, og ikki til eina gjøgnumkoyrandi ferðslu. Hetta er ein grundleggjandi munur. Sethús eru allan vegin kloss framvið vegnum, og íbindingar til tey oman, og niðan á hendan veg. Hetta er ikki nakað man kann broyta bara soleiðis uttan víðari. Tað eru tó nakrar fyribils tillagingar gjørdar á vegin, og hámarksferðin sett til 30 km/t. Tillagingarnar virka til eitt vist, men ikki nóg væl. 30 km/t hámarksferðin ein grundleggjandi partur av hesum tillaginum, og sum tit síggja, so verður hámarks­ ferðin als ikki vird. Tíanverri følir man tað soleiðis, at vit sita og bíða til ein álvarslig ólukka hendir. Lat okkum vóna at hon onga­ tíð kemur. Men hetta er ein ræðsla nógv her í Leirvík sita við. Í summar eru tvær gentur yvirkoyrdar á umrødda vega­ strekki. Ein ung genta breyt armin, og mátti skurðviðger­ ast, og ein uml. 5 ára gomul smágenta slapp við bert smá­ vegis snuddum. Til alla lukku var tað ikki meira álvarsligt enn tað. Luksustrupulleiki? Eg haldi eg fari at loyva mær at siga, at tala er ikki um ein luksustrupulleika. Haldi vit í Leirvík, og ikki minst tey sum nýta farleiðina hava rætt til eina trygga og góða farleið um Leirvík. Dugi ikki at síggja, hvussu man kann samanbera milli­ óna býir og ferðsluna har, við Leirvík. Haldi at vit eiga at fyrihalda okkum til verðu­ leikan. Nevnuliga, at tað er tørvur á einari nýggjar farleið um Leirvík. Hetta hevur Løgtingið, Lands­ stýrið, Landsverk og komm­ unan ásannan fyri langari tíð síðan. Eftir eru tey at sannføra, ið samanbera Leir­ vík við London, París, Keyp­ mannahavn og fyri tann skyld eisin Tórshavn. Niðurstøða: Haldi tað er uppá sítt pláss, at vit halda okkum til verðuleikan, og ásanna at Leirvík er Leirvík. Ser­ frøðingar og tann politiski myndugleikin hava ásanna, at verandi farleið um Leirvík ikki er nøktandi, og er tað tí alneyðugt við einari nýggjari farleið, ið bæði er tryg fyri bygdina Leirvík og ikki minst fyri tey, ið dagliga nýta farleiðina. Vónandi hava Bergur Jacobsen og onnur, fingið eitt sindur meira av innlit í hví tað er tørvur á einari far­ leið um Leirvík, við hesum orðum. Er tað serliga synd í Leirvíkingum? Jóhan Christiansen borgarstjóri Í Dimmu herfyri hevur Bergur Jacobsen eina stutta grein um vegaføringina í Leirvík. Haldi hann setir nakrar Nú fór makrelfiskiskapurin í knús, at øll skip í flotanum skullu út at fiska makrel er eitt stórt mistak tí tey hava ikki røttu útgerð umborð eitt nú kølitangar sum er eitt krav fyri at góðskan skal verða av tí besta. Tey 85.000 tonsini, sum vit tilskilaðu okkum rættindi til, er ikki meiri enn hvat okkara núverandi uppisjóvarskip klára at fiska sjálvi. Sjálvur sigli eg við einum skipi, sum fekk tillutað 2050 tons av makreli tvs. ein túrur. Ein skal hava í huga, at tað eru kníttir 45­55 føroyskir mans at hesum skipinum, nú ganga vit allir og vóna, at landsstýrismaðurin fær vitið aftur og loyvir okkum føringum avstað aftur at fika makrel, fiskurin sum vit fiska fer allur til matna ikki ein stertur ferð til guan, men nú máttu vit gevast at fiska, kvotan varð uppi. Samstundis koma tvey risastór skip mannað við útlendingun úr Stilla­ havinum at fiska makrel á okkara leiðum. Tey hava fingið tillutað 3250 tons av makreli, her skal ein hava í huga, at tað vóru góð 5000 tons tillutað føroysku ídnaðarskipinum sum eru trý í tali ca 2050 tons í part hvar er logikkurin, lands­ stýrismaðurin saman við Thor hevur valt at kalla hettar eitt royndarprojekt, sum er nakað humbuk og tvætl, reiðaríið má vænta, at skipini koma at fiska makrelin upp á 1­2 mánaðir, hettar kann ikki metast sum burðardygt veiða. Tveir risastórir trolarir sum kola olju og tveir smærri ísfiska­ trolarir skulu fiska somu nøgd, sum vit kundu fiska upp á ein mánað einsamallir tað kann so ikki verða leiðin at ganga. Hvussu verður tá fiski­ skapurin hjá uppisjóvarskipi­ num fer at minka, sleppa tey tá at royna eftir upsa og toski ella møguliga fáa tey ein bróðurpart av teimum 60.000 tonsunum, sum risatrolarnir siga seg eiga í stillahavinum, nei tá skal pípan nokk fáa arðar tónar. Eitt sum lands­ stýrismaðurin eigur at taka fatt um beinanvegin er at leggja øll uppijóvarskipini í sama bólk trolskip nótaskip líkamikið. Ps. Tað eru onnur ídnaðar­ skip sum liggja av somu orsøk. Grátuligt Egil Petersen Kvívík Makrelfiskiskapurin