Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 3. september 2010 21 VIKUSKIFTI So verður tað ikki nógv betur Sí fleiri hús á inni.fo PF inni Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Frálíku húsini eru standa sera væl fyri og eru sera væl bygd. Tey eru bæði stílfull og fjálg, hugnalig og livilig. Fyrsta fatanin Tú koyrir eftir nýggja Glyvursvegnum út á Hamaran fram við dagstovninum og nýggja skúlanum, oman á tromina og til høgru inn á blinda vegin og barnavinaliga umhvørvið. Har finnur tú hesi heilt einastandandi frálíku húsini á fyrstu parkett ytst á tromini við panoramaútsýni yvir alla Nólsoynna og alla Havnina, fjørðin, oyggjarnar og fjøllini norðanfyri. Útsýnið og støðan („beligginheitin“) verður ikki betri, og tú sært straks, at húsini eru bygd til at lúka øll nútímans krøv til arkitektur, stíl, dygd, tilfar, handverk, innrætting og liviligheit. Alt er sera snotiligt, tekkiligt og stílfast. Ljós og luft úti Húsini standa væl í mun til sólargang, ljós og luft. Tú hevur sólina allan dagin, og terassan er opin út til hugnaligu gøtuna og góða grannalagið. Stóru vindeyguni geva nógv ljós inn og frálíkt útsýni út, men tey eru býtt upp við sprossum, so tey samstundis undirstrika blíða arkitekturin og prýða húsini, og sjálvt um tú sært væl út og hevur samband við umhvørvið uttanfyri, kanst tú væl og virðiliga vera ósædd/ur og í friði inni hjá tær sjálvum. Stílur og snið inni Inni er stílurin lættur og ljósur. Alt sera snotiligt, tekkiligt og væl hildið. Her kunnu húsfólkini í øllum aldrum og við mongum ymiskum áhugamálum liva og trívast. Í ovaru hædd er felagsøki til alla familjuna, hjúnarrúm við egnum baðirúmi og barnakømur við felags baðirúmi við bæði brúsu og baðikari. Í niðaru hædd er tannáringakømur við egnari inngongd og stovu, har køkur kann setast upp, eins og eisini er gjørt klárt til baðirúm. Tað er tí mest sum klárt at gera eina sjálvstøðuga íbúð, um tørvurin er til tess. Harafturat er vásakøkur og vaskirúm, ið mest er at samanbera við ein stáskøk og eitt snøgt baðirúm, so nossligt sum har er. Fýrrúmið beint við vaskirúmið er gagnnýtt til turkirúm, so avlopshitin turkar klæðini. Innrætting Hvør hæddin er 140 m2 – í alt 280. Í ovaru hædd er inngongd, gongd / hall, garderoba, køkur / alrúm, kovi, borðsstova / stova við brenniovni og hurð til ein komandi altan, hjúnarúm við baðirúmi, 2 kømur og stórt baðirúm við brúsu og kari. Í niðaru hædd, sum varð innrættað í 2008, er inngongd, gongd, stova (har gjørt er klárt til at seta upp køk), millumgongd, 2 kømur, goymslurúm (har gjørt er klárt til baðirúm), trappugongd, stórur vásakøkur / bryggers / vaskirúm við útgongd, fýrrúm / turkirúm. Uttanfyri er terassa / útigólv. Hiðanfyri húsini er klárt at gera garð o.a. Fakta Adressa ..............Rygsgøta 13, Argir Byggiár ...............2000 Hæddir...... ..........2 Gólvvídd... ...........280 m2 Grundøki.. ...........500 m2 Prísuppskot .......hóskandi boð