Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128 Sosialurin Ítróttur Tróndur Arge Dejan Stankovic helt fyri, at hetta er ein dystur, sum øll longu halda at Serbia hevur vunnið, tí er tað umráðandi at tað arbeiðið verður gjørt liðugt í annakvøld. Radomir Antic, ið er lands­ liðsvenjari hjá Serbia, metti at føroyska landsliðið hevur ment seg nógv og at tað fór at blíva ein trupul dystur í annakvøld. Radomir Antic hevur leik­ bann, ella venjarabann um ein vil. Hann fekk leikbann frá FIFA efti tapið hjá Serbia ímóti Avstralia í HM endaspælinum. Tí verður Radomir Antic ikki at síggja á bonkinum hjá Serbia, meðan dysturin verður. Eftir tíðindafundin var venj­ ing á skránni á Tórsvølli, men onkrir av serbisku leikarunum tóktist eitt sindur stressaðir ella í ringum lag. Millum annað fekk ein serbiskur mynda­ maður av at vita frá Nemanja Vidic, tí hann stóð á vøll inum. Á veg ímóti hinum tíðinda fólk­ unum risti hann bara við høvd­ inum og hevði nøkur minni pen orð at siga um Vidic. Dysturin verður í kvøld á Tórsvølli klokkan 18.00. trondur@sosialurin.fo Dejan Stankovic: Vit skulu vinna! Koyr á Føroyar! LandsLiðsfótbóLtur Tað segði Dejan Stankovic, sum er liðskipari á serbiska landsliðnumá tíðindafundinum, sum var í FSF húsinum í kvøld. Mynd: Álvur Haraldsen Brian Kerr, landsliðsvenjari, fyrireikar føroyska landsliðið til dystin Mynd: Álvur Haraldsen Viljomur settur í samband við FC Fyn Føroyski U21 landsliðsleikararin, Viljomur Davidsen, er møguliga á veg til FC Fyn, sum spælir í donsku 1.deild. Tað skrivar fyens.dk, sum eisini skrivar, at venjarin hjá FC Fyn, Anders Gerber, leingi hevur leita eftir einum vinstra bakki.. Viljomur Davidsen spælir í løtuni á eykaliðnum hjá OB, umframt at hann eisini hevur spælt fleiri dystir á føroyska U21 landsliðnum í seinastuni. Viljomur Davidsen er nummar 2 (fremst, næst frá høgru) Mynd: Álvur Haraldsen Vuvuzela bannað í Evropa fótbóLtur Vit vóru øll um at kvalast av teimum ígjøgnum summarið. Vuvuzelahornini fingu sinnini í kók, og onkur boykottaði enntá heimsmeistarakappingini orsakað av ræðuliga larminum. Eydna Skaale Nú hevur Uefa tikið stig til at banna vuvuzelahornunum í altjóða dyst­ um í Evropa. Bæði í Champeons League og í Evropa League dystum verð ur bannað at hava vuvuzela á stadion­ økinum. Uefa sigur orsøkina til forboðið vera, at ljóðið kann broyta stemningin á stadion, og køva ljóðið frá áskoðarunum. Harvið fáa teir ikki á sama hátt givið sína hugsan um fótbóltsspælið til kennar. eydna@sosialurin.fo Larmandi Vuvuzalaðirnar verða tískil ikki loyvdar á Tórsvølli í kvøld føroyar - serbia tórsvøllur kl. 18.00