fríggjadagur 3. september 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
O
scar Kaaber var føddur
tann 19. apríl 1906 í
Nykøbing M. Konan Sigrid
Matthiasen var fødd í 1909 í
Keypmannahavn.
Birgar
Johannessen
greiðir frá, at Kaaber kom
til Føroya á sumri 1927. Við
sær hevði hann nakað av
amboðum. Tvey tey fyrstu
árini var hann bara um
summarið.
Hann
hevði
einki fast stað at vera í og
ferðaðist kring landið. Í
1929 flutti hann til Føroya at
búgva, leigaði høli í KFUK og
innrættaði klinikk har.
Í 1931 flutti klinikkin út
í Skansapakkhúsið í Tinga
nesi. Í 1937 gavst Arthur
Brend sum tannlækni, og
Kaaber
keypti
amboðini
hjá honum. Í 1939 var tann
læknastólur settur upp í
Kommunuskúlanum. Kaaber
kom av og á í skúlan at bøta
um tenninar hjá børnunum.
Á heysti 1941 varð samtykt at
seta skúlatannrøkt á stovn.
Í 1946 fingu øll børn í Havn
frá 714 ár tannrøkt tvær
ferðir árliga. Setningurin,
sum Kaaber hevði sett sær,
tá ið hann kom til landið var
náddur. Kaaber fór aftur til
Danmarkar í 1946 og gjørdist
tannlækni í Ringe.
Tey fingu børnini Anna
Lisa, Svend, Sverre, Thurid
Margrethe og Knud Gregers.
Kaaber á Tvøroyri
Aksel Mortensen skrivaði,
at hóast ráðini vóru ring tá,
vóru tað fleiri og fleiri, sum
leitaðu sær til tannlæknan.
Tannbustin
kom
við
Kaaber, men hon var ikki so
regluliga nýtt. Nógv var tosað
millum óvitar, áðrenn Kaaber
kom suður, hvussu ræðuligt
hetta var, at hann fór at bora,
serliga í framtenninar. Og tá
hann fór at nervaviðgera, og
nervin ikki var deyð, ringdi
hon seg upp eftir nálini sum
ein slanga.
Áðrenn
Kaaber
kom
suður, hevði hann sligið upp
plakatir á ymiskar steyrar
um viðtalutíð, og hvar hann
var at hitta.
Viðtaluhølið
var
býtt
sundur í trý við hvítum
løkum frá loft til gólv. Fleiri
primusar
sjóðaðu
allan
dagin, og ringur deymur var
av sterkum evnum, sum tann
læknar vanliga nýta.
Stólurin, hann nýtti, var
tann gamli hjá Brend.. Hann
var av tí góða gamla slagnum,
har tú sat uppi í honum. Tú
kundi spenna føturnar væl
ímóti fótalunninum niðast
og halda teg væl fastan í
armarnar, tí nú galt um at
sita fastur í sessinum.
Kaaber boraði uppá tann
gamla mátan við fótatraðki,
og stóð borurin fastur, lang
aði hann fótin á hann. Doyv
ing var ikki nýtt tá í tíðini.
Tað ringasta var sum sagt
at bora framtenninar, og tá
fyllingin endiliga var komin
í bant hann við trái eitt petti
av guttaperka um tonnina,
og so skuldi tú sita eina løtu,
til tilfarið staðnaði.
Tannlæknin Kaaber var
fryntligur maður og lagaligur.
Men ringt var at venja seg við
hesa nýggju viðgerð, og allir
stúrdu hvørja ferð, hann lýsti
á steyranum, at nú kom hann
aftur.
Aksel mintist eina hend
ing, sum hevði við Kaaber
at gera. Teir eldri dreingirnir
á garðinum høvdu keypt
ein boksibólt, og tvinnar
boksihandskar frá svenska
handilsfelagnum
Ahlen
og Holm. Sjálvur var Aksel
hjástaddur, tá hann var
latin upp og hongdur upp á
bátaverkstaðnum hjá Petur
Mohr Mortensen.
Tað var skjótt, at teir ikki
tímdu at boksa bóltin men
fóru at boksa sín ámillum.
Fyrstir
vóru
brøðurnir
Jógvan og Otto hjá Williami.
Báðir vóru sterkir, og Jógvan
var helst nakað harðligur.
Eina ferð sló hann bróð
urin so mikið harðliga, at
forkanturin
av
tveimum
tonnum brotnaði og stukku
eftir gólvinum. Hetta var
ræðuligt og boksingin helt
líka knappliga uppat, sum
hon byrjaði.
Otto
royndi
at
dylja
hetta sum mansmorð fyri
foreldrunum, men ein dagin
kom sannleikin fram.
Kaaber var beint tá stadd
ur har suðuri, men hann
segði, at hann fekk einki
gjørt við hetta, fyrr enn hann
kom suður aftur. Tað varð
neyðugt at seta ein gullkant
uppundir hesar tenn og væl
helt, tí alt tað Aksel mintist
Otto, so kom gullið undan.
Av sonnum kann sigast, at
Oscar Kaaber var slóðbrótari
innan føroyska tannarøkt.
Hann doyði í 1994, 80 ára
gamal.
Svend
sonur
hansara
fylgdi pápanum eftir sum
tannlækni og lærari á tann
læknaháskúlanum í Århus,
har hann er ein viðurkendur
serfrøðingur innan tann
viðgerð. Hann hevur havt
tilknýti til Føroyar og vitjaði
her so at siga á hvørjum
sumri í sambandi við ítriv
sítt, sum var kanning av
firvaldum í Føroyum.
Hanna Lisberg
arbeiddi hjá Kaaber
Hanna Lisberg fór sum ung
at hjálpa til heima hjá Onnu
Katrinu Nolsøe í Vági.
Ein dagin meðan hon
skúrar úthurðagáttina kem
ur ein dani framvið. Hesin
var
tannlæknin
Kaaber.
Hann plagdi tá at fara sum
tannlækni til tær bygdir
nar, sum høvdu ravmagn,
og har greiðirnar hjá tann
læknum kundu nýtast, og
Vágur var ein av hesum fáu
bygdunum. Kaaber steðgaði
á og bjóðaði Honnu starv
sum klinikkdama á tann
læknastovuni, sum tá var
úti í Tinganesi, har sum
løgmaður í dag heldur til.
Hanna gjørdist kløkk, tí
hetta var jú nakað, sum hon
als einki kendi til. Men hetta
var skjótt at læra, og Hanna
kundi byrja dagin eftir, um
hon hevði hug.
Hanna tók av og kom at
arbeiða hjá Kaaber í 194548.
Har var nógv at gera, tí hetta
var einasta tannlæknastova
í landinum. Men Hanna
lat ótrúliga væl at Kaaber.
Hann var ein sera dugnaligur
tannlækni,
og
fleiri
av
teimum plumbum, sum hon
fekk, meðan hon arbeiddi
fyri hann, hevði hon alla
sína tíð. Kaaber hevði tveir
tannlæknar afturat sær. Tær
vóru Mia Trond Jensen og
Esther Djurhuus, sum seinni
høvdu
tannlæknastovu
saman í nógv ár.
Hanna
var
ikki
bert
klinikkdama, tí her var eisini
nógv skrivstovuarbeiði. Hon
lærdi seg tí eisini maskin
skriving. Kaaber vildi hava,
at ordan skuldi vera í. Millum
annað skuldi Hanna altíð
vera í væl bustaðum skóm,
tá hon kom til arbeiðis. Eina
ferð hevði Hanna verið heilar
tveir dagar í einum brúdleypi
og hevði gloymt at busta
skógvarnar. Fyri hetta fekk
hon ein slíkan umgang, at
hon til ellisár ikki fór úr fyri
dyr uttan at hava bustað
skógvarnar!
Kaaber fór av landinum
aftur, tá hann yvirtók tann
læknastovuna hjá pápanum,
sum eisini var tannlækni.
Kaaber:
Tannlæknin í Tinganes
Í gamla kirkjugarði í Havn er ein lítil steinur yvir tann 6 daga gamla Sverre Kaaber. Hann var
sonur tann kenda tannlæknan Oscar Kaaber, sum tískil hevur hetta minni eftir í Føroyum
Oscar Kaaber, pápi Sverra
Ytst á Tinganesi sæst Skansapakkhúsið, har Kaaber hevði klinikk 1931-1946. Stóra
skeltið har tað stendur Oscar Kaaber, tannlækni, sæst í erva á húsinum.
Mynd: Fornminnissavnið 8253F225
SVERRE KAABER
F. 20.12 1936
PAA TINGANES
D. 3. 1. 1937
TAK I ALLE FORHOLD
Í komandi parti
verður greitt frá
Marini Mohr, sum
var ein myndug
bóndakona í Hoyvík
Hanna Lisberg
arbeiddi fleiri ár
hjá Kaaber