fríggjadagur 3. september 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
8
VIKUSKIFTI
Fólkaræði
Uni Arge
uni@sosialurin.fo
Lítið man vera at ivast í, hvat hevur
størst týdning fyri eitt vanligt føroyskt
húsarhald, ein pakki av mjólk ella ein
stjórnarskipan. Mjólkin er svalandi
og gevur børnunum gott í beinið.
Stjórnar skipanin er eitt merkiligt orð,
sum politikarar og løgfrøðingar stríðast
um, og sum ongan ítøkiligan týdn ing
hevur fyri vælveruna hjá tí einstaka.
Hví brýggja seg um eitt óskil ligt
politiskt orð, tá mjólkin bara dýrk ar,
kundi onkur kanska spurt, nú stjórn
ar skipanin aftur er á politiska bredd
anum.
Hóast hon kann tykjast óvið kom
an di, er eftir øllum at døma nógv
krút í stjórnarskipanini, sum hon
fyriliggur nú, tí fyri stuttum kendi
danski forsætisráðharrin, Lars Løkke
Rasmussen, seg kallaðan at koma til
Føroya at siga føroyingum, at stjórn
ar skipanin líkist einum loys ingar skjali.
Løg tingsskrivstovan hevur somuleiðis
sagt, kanska mest av formligum orsøk
um, at stjórnarskipanaruppskotið bæði
gongur ímóti donsku grundlógini,
heima stýrislógini, stýrisskipanini og
ting skipanini.
Ymsar fatanir
Allar grundgevingar ímóti stjórnar
skipanar uppskotinum eru løgfrøðiligar.
Tær byggja á ta fatan av veruleikanum,
at danska grundlógin er hægsta grund
leggj andi skjal í Føroyum, hóast hetta
skjal onki sigur um, hvussu fólkaræðið
Før oyar skal virka, hvat Føroyar
og føroyingar eru, og hvussu støða
Føroya mótvegis Danmark og restini
av umheiminum er. Politiska skipanin
hevur treiskast hesar grundgevingar, tí
polit iskt hevur málið verið at orða eina
tjóðar semju um, hvør støða Føroya og
føroy inga er, so 100 ára gamla politiska
elju stríðið um tann spurningin hæsar
av.
Við hesi motivatión løgdu umboð
fyri allar flokkar á tingi 6. mars í ár
fram uppskotið um stjórnarskipan
Før oya. Hugskotið um at skapa
tjóðar s emju við hesi skipan sum
grundar lag er tó eldri enn so. Hans
Pauli Strøm, sosiologur, førdi tað
fram á altjóða grundlógarráðstevnu
í Norðurlandahúsinum longu í 2003.
Fyri lestr arnir tá komu allir til somu
niður støðu. Føroyar eru ikki nøkur
sjálv stýrandi kommuna í Danmark.
Før oyar eru land, og føroyingar eru
tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært
altjóða fólkarætti. Føroyingar hava
bara ongantíð samtykt hetta sjálvir.
Nú nærkast so, at føroyingar kanska
fara at geva sær egna stjórnarskipan,
og at før oyingar við hesi lóg fara at
definera, hvat Føroyar og føroyingar
eru, og hvussu Føroyar kunnu flyta seg
úr ver andi støðu, um hetta annars skal
gerast. At danskir myndugleikar ressast
við, er ikki løgið. Sum oftast hava bara
dansk ir serfrøðingar definerað støðu
Før oya í heiminum. Hetta hava teir
gjørt við donsku grundlógini sum
for treyt, men hana tekur uppskotið
um stjórnarskipan ikki støðu til.
Uppskotið viðurkennir, at Føroyar eru
í samveldisstøðu, men staðfestir, at Før
oya fólk ræður í Føroyum.
Valdið hjá fólkinum
Grundleggjandi stríðsspurningurin
við Danmark stendur tí um hetta:
Er tað danska grundlógin, sum ræð
ur í Føroyum, ella er tað Føroya fólk,
sum ræður, men hevur valt at út
delegera ein part av valdinum í Før
oyum til danskar myndugleikar, t.d.
dóm stólarnar og uttanríkismálini.
Í stjórnarskipanaruppskotinum er
grund hugsanin púra greitt, at valdið í
Føroyum kemur frá føroyska fólkinum.
Longu í formælinum stendur, at Føroyar
hava í øldir samstarvað við onnur lond
og ríki, men onki kann køva sjálvræði
landsins og sjálvsavgerðarrættin hjá
fólkinum í Føroyum.
Eisini stendur, at føroyingar hava
hildið ting til hendan dag og skipað
seg eftir egnum tørvi um alt landið,
at landsins lógir eru einans tær, sum
gjørdar eru á rættan hátt í landinum
sjálvum eftir fólksins vilja, og at
allar lógir og siðvenjur skulu virða
stjórnarskipanina. Staðfest verður
haraftrat, at "eingin lóg ella siðvenja
má sigast vera hildin at hava gildi, bara
tí hon er eldri enn henda skipan ella
hevur virkað í langa tíð." Eitt nú hendan
setningin hevur danska løgmálaráðið
stúrsað við, tí merkir hann, at danska
grundlógin skal trokast til viks, spyr
ráðið og tosar tí um loysing.
Um stýrislagið stendur í grein 1
í stjórnarskipanini, at Føroyar eru
land, at føroyingar eru tjóð, og at alt
vald er hjá Føroya fólki. Føroyar hava
sambært sáttmálum samstarvað við
onnur lond, verður sagt, og kunnu
framvegis samstarva við onnur lond
sambært sáttmála. Eitt og hvørt
samveldissamstarv kann tó sigast
úr gildi, og fólkið skal taka endaligu
avgerðina á fólkaatkvøðu, tá løgtingið
hevur tikið sína støðu. Her er lykilin til
tjóðarsemjuna millum loysingarhugað
og sambandshugað. Føroyar eru í
samveldisstøðu, men kunnu fara
úr hesi støðu. Danmark verður ikki
nevnt beinleiðis, men at sambandið við
Danmark er veruleiki, er ongin ivi um.
Rættindi staðfest
Nevnt hevur fleiri ferðir verið um
stjórnarskipanaruppskotið, at tað
er karmur um føroyska fólkaræðið.
Hetta kemur eisini greitt til sjóndar í
grein 2 um valdsbýtið í landinum, har
staðfest verður, at Føroyar eru land
við fólkaræði. Fólkið fremur vald sítt
Tjóðarsemja
skal basa
politiskum
sundurlyndi
Tungur hevur burðurin verið hjá føroysku
sTjórnarskipanini, og áhaldandi er móTsTøðan í danmark
og á løgTingsskrivsTovuni, nú karmurin um føroyska
fólkaræðið afTur er á breddanum. er Tjóðskaparliga
semjan um, hvaT føroyar og føroyingar eru, um aT
gerasT veruleiki, ella vinnur 100 ára gamalT poliTiskT
sundurlyndi enn einaferð, og sTjórnarskipanin fer
fyri bakka? viT kaga nærri aT innihaldinum í málinum