fríggjadagur 3. september 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september · Nr. 128
8
Lýsingarblað frá Sosialinum
Mong nýttu høvið í fjørð at fara
jólatúr til Newcastle við Smyril
Line. Bæði fyri at keypa jólagávur,
men eisini fyri at uppliva tann
norðurenska metropolin. Tað tekur
eitt stórt samdøgur – 27 tímar –
at sigla annan vegin. Steðgurin í
Newcastle verður heilar 28 tímar, so
fólk fáa veruliga tíð at hugna sær,
og uppliva stórbýin við tí margfeldu
mentanini.
Siglt
verður
úr
Føroyum,
mánadagin 29. november klokkan
átta á morgni. Norröna verður
frammi í Newcastle klokkan umleið
11.00, týsdagin 30. november.
Fráferð úr Newcastle er mikudagin
klokkan 15, og Norröna kemur aftur
á Havnina, hóskvøldið 2. desember
klokkan umleið 18.00.
Smyril Line leggur stóran dent
á, at siglitúrurin til Newcastle, og
siglitúrurin heimaftur til Føroya
eisini skal verða ein stór uppliving,
umframt stóru upplivingina, fólk fáa
í sjálvum Newcastle býi. Kokkarnir
fara millum annað at borðreiða við
tí fremsta og besta teir eiga, og tað
fer at síggjast aftur á matarskránni at
jólini standa fyri durðum. Borðreitt
verður bæði við føroyskum og við
enskum jólarættum. Talan verður um
alt frá føroyskum spesialitetum til
fylta enska kalkun. Nakrir av Føroya
fremstu undirhaldarum fara eisini
at undirhalda á túrinum, og nógvir
góður sangur, bæði felagssangur og
framførdur sangur verður á skránni.
Kostnaðurin at sleppa við Norrønu
til Newcastle verður einans úr 1.195
krónum pr. persón.
Jólatúrurin til Newcastle verður frá døgunum
29. november til 2. desember
NorröNa ger
aftur jólatúr
til Newcastle