Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 3. september 2010 · Nr. 128 Sosialurin Leo Poulsen – Hasin maðurin er ein lygnari. Tað siga teir báðir portu­ gisarnir, sum eftir einum mánað gjørdu av at fara í land av Suðringi, tí teir ikki fingu lønina, teimum varð lovað. Tað var annars ein góður vinur hjá teimum báðum, sum hevði skaffað teimum kjans umborð á Suðringi, ein skipari, sum teir høvdu siglt við niðri í Portugal. – Men eftir at teir komu umborð á skipið 30. juli niðri í Skotlandi, hava teir ikki fingið hýru, og tá málið so kom alment fram, fingu teir nakrar fáar krónur, men langt frá tí, teir høvdu fingið lovað, sigur Jan Højgaard. Sambært fiskimannafelag sformanninum er hetta langt frá eitt eindømi, at útlendskir fiskimenn verða lokkaðir til Føroya, fyri síðani ikki at fáa ta hýru, teimum framman undan er lovað. – Einki arbeiðsloyvi fyri­ liggur og einki uppihalds­ loyvi er fingið til vegar. Bæði mynstringarlógin og sáttmálin hjá Føroya Fiski­ mannafelag eru brotin, og ikki fyrr enn politiið kemur upp í leikin, fáa menninir nøkur oyru útbetalt, men langt frá tí, sum sáttmálin ásetur, sigur Jan Højgaard. Hann sigur, at hetta er ógvuliga óheppi. – Hetta er í veruleikanum sami framferðarháttur, sum undirverðin brúkar, at lokka gleðisgentur til vestureurop­ eisku londini, sigur Jan Højgaard. Keypa summarhús Fiskimannafelagið tekur málið í størsta álvara. – Vit hava vent okkum til løgregluna og til útlend­ ingastovuna, eins og vit hava verið í samband við útlendingatænastuna í Dan­ mark, sigur Jan Højgaard. Hann sigur, at nú mugu føroysku myndugleikarnir taka seg saman. – Hendir einki, fer alt út at flóta, og allur strukturur, sum er uppbygdur í samfelagnum, verður brotin niður. Vit mugu taka okkum saman og fáa lóggávuna í ordan, so fólk ikki koma soleiðis fyri, sigur Jan Højgaard. Hann sigur, at tað tíbetur bert eru fáir reiðarar, ið føra seg fram á henda hátt. – Men tað vísir seg, at tað er einki mark hjá teimum, ið byrja upp á hesa manna­ gongdina. Teir gjalda monn­ unum ein lítlan part av hýruni og stinga restina av pengunum í egnan lumma, og síðani verða teir kanska brúktir til at keypa summar­ hús fyri í øðrum londum. Føroyska samfelagið sær ongantíð hesar pengarnar aftur, sigur Jan Højgaard. Gera alt Í hesum førinum hjá hesum báðum portugisarunum, er talan um Suðring hjá Marner Lisberg. – Nú verða so hesir báðir nolyddir at fara av landi­ num aftur, og tað er ein spurningur, um teir megna at dekka útreiðslurnar í sambandi við heimferðina. Eg vænti tað ikki, sigur Jan Højgaard. Og Fiskimannafelagið ætlar sær ikki at sita hendur í favn í hesum máli. – Vit fara at gera alt, sum vit kunnu, alt, sum lógin heimilar okkum til. So vóni eg bara, at um lógin ikki røkkur á økinum, so fara okkara politikarar at gera nakað við málið og forða fyri, at fólk verða soleiðis útnyttað. Tí tað kunnu vit sum samfelag ikki liva við, sigur Jan Højgaard. Føroyskir reiðarar brúka mafia-metodir Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sum heilt aktuelt arbeiðir við einum máli um tveir portugisar, ið vórðu lovaðir gull og grønar skógir, men standa eftir á berum Leo Poulsen Reiðarin á Suðringi avvísir øllum ákærum, sum Jan Højgaard setur fram ímóti honum. Tað er staðfest í einum dómi í Landsrættinum, at skip, sum bara sjáldan eru í Føroyum, kunnu hava útlendingar umborð uttan at teir hava arbeiðs­ ella uppihaldsloyvi í Føroyum. ­ Tað vóru portugisarnir, sum umvegis ein føroying, kontaktaðu meg um kjans við Suðringi. Og tá vit fiskaðu uttan fyri Føroyar hildu vit, at hetta kundi verið ein máti at tálma útreiðslurnar. Vit gjørdu eina avtalu við teir báðar portugisarnar um 3.000 evrur um mánaðin í teir báðar mánaðirnar, teir skuldu verða umborð, sigur Marner Lisberg. Tað, sum síðani hendi, var, at Suðringur fór á makrelveiði, og tí komu teir til Føroya at taka reiðskap umborð. ­ Vit høvdu í góðari tíð sent mynstringarlistan til Tvøroyri, og tað er einasta orsøkin til, at myndug­ leikarnir varnaðust, at teir báðir portugisarnir vóru umborð. Vit kundu havt valt at senda teir heim, meðan vit fiskaðu makrel, men vit hildu okkum vera á tryggari grund orsakað av dóminum í Landsrættinum, sigur Marner Lisberg. Hildið allar skyldur Reiðarin á Suðringi sigur, at hann væl skilir, at menn gerast í ørviti, tá teir hoyra um upphæddirnar sum føroyingar fáa, men hann vísir á, at avtalur eru gjørdar við hesar báðar portugisarnar, sum hann metir eru góðar – serliga tá hugsað verður um lønarlagið í Portugal. ­ Orsøkin til, at vit yvirhøvur hava hugsað í hesum banum við útlendingum umborð er hon, at oljan er vorðin so ógvuliga dýr. Samstundir er Jan Højgaard ikki at tosa við um at bera ein part av oljuútreiðslunum, og við dóminum í Landsrættinum eru vit jú innan fyri lóg og rætt, sigur Marner Lisberg. At hann skal hava stungið hýrunar hjá hesum báðum portugisunum í egnan lumma og keypt summarhús fyri pengarnar, hevur hann ikki nógvar viðmerkingar til. ­ Hevði tað bara verið so væl. Tað er so tungt at reka ein lemmatrolara í dag, at tú næstan hevur hug at leggja kongin. Vit hava so valt at royna at hóra undan, og tað er eingin reiðari av lemmatrolarum, sum kunnu keypa summarhús. Í hvussu er ikki av tí, sum trolararnir kasta av sær, sigur Marner Lisberg. Hann avvísir sostatt allar ákærur, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum setur fram ímóti sær. ­ Vit hava hildið allar skyldur mótvegis portugisunum, slær Marner Lisberg fast. Marner Lisberg vísir aftur øllum ákærum móti sær um brot á gjørdar avtalur Portugisarnir fingið alt sítt Marner Lisberg, reiðari á Suðringi, sigur, at teir báðir portugisarnir hava fingið 30.000 krónur í part tan mánaðin, teir hava veirð við skipinum, eins og allar aðrar avtalur eru hildnar Teir báðir portugisarnir siga seg iki hava fingið hýru fyri tann góða mánaðin, teir hava verið við Suðringi, og tískil fara teir nú vónbrotnir heim aftur til Portugal Mynd: Álvur Haraldsen