Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 3. september 2010 9 VIKUSKIFTI Fólkaræði Uni Arge uni@sosialurin.fo "Nú ræður um, at tjóðskaparligu mótpolarnir í føroyskum politikki ikki skerpa klórnar hvør ímóti øðr­ um, men at vit við eini stjórn ar­ skipan arlóg finna eina gongda leið, har allir partar vinna seg til rætt­ is. Stjórnarskipanin skal bert taka støði í fólksins egna vilja. Tað er bert Føroya fólk, ið kann taka av­ gerð um egna lagnu. Hetta má vera aðal málið." Við hesum orðum endaði tásitandi for maður in í grundlógarnevndini, Jóan Pauli Joensen, formælið í bók­ lingi num Fyrra Flaggdagsálit, ið 25. apríl í 2004 varð handað Føroya løg­ manni. Í bóklinginum var eitt uppskot um stjórnarskipan fyri Føroyar á 100 lógargreinir. Viðmerkingarnar til einstøku lógargreinirnar vóru drúgv ar og neyvar. Eisini vóru fleiri frá greið andi tekstir í bóklinginum, ið umrøddu tilgongdina at smíða stjórnar skipanir. Jóan Pauli Joensen greiddi frá, at ein ávísur stígur hevði verið í arbeiði num, men at nevndin hevði gjørt av at gera eitt arbeiðsuppskot um stjórnarskipan liðugt, tí varð end in sleptur, hevði ivaleyst verið trupult at funnið hann aftur. Hann orðaði seg soleiðis: "Tað er ikki nógvar ferðir hent, at vit her í Føroyum hava havt møguleika fyri eini so breið ari viðgerð av einum so týdn ingar­ miklum máli, sum ikki bert hevur týdn ing í løtuni, men eisini fyri alla fram tíð. Tað, at vit menniskju av og á saman verða sett at hugsa um, hvussu okkara samfelag skal skipast frá grundini, skerpir vit og skil og let ur upp fyri nýggjum tonkum og loysnum." Sum eitt superego Í bóklinginum skrivaðu løgfrøð ing­ ar nir, Bárður Larsen og Kári á Rógvi, eisini drúgva grein um stjórnar­ skipanina og endamálið við henni. Teir báðir hava júst svarað danska løgmálaráðnum aftur og kallað støðutakanina hjá ráðnum til før­ oyska stjórnarskipanaruppskotið, ið nú liggur í tinginum, funda mental­ ist iska og antipragmatiska. Í 2004 vóru teir eins sannførdir og nú um, at føroyska stjórnarskipanin fer at menna Føroyar sum land. Teir nevndu, at endamálið við stjórnar­ skipanini eigur at vera at endur­ skapa Føroyar sum samfelag við at taka samanum, útdýpa og menna elli gomlu virðini í landinum. Eisini søgdu teir, at føroyingar eiga at skapa eina tjóðskaparliga semju um at lýsa av nýggjum landsins stovnar, vøld og samveldisstøðu og staðfesta tey rættindi, sum fólkið í Føroyum hev ur. Teir báðir skrivaðu: "Mangir hættir eru at lýsa eina stjórnar skipan, og ongin einstøk lýs­ ing kann vera einsamøll. Men flestu eru samd um, at eitt høvuðsendamál við skrivaðari stjórnarskipan er at skapa støðugleika og framhald. Vit kunnu siga, at endamálið í stóran mun er, at vit skulu verja okkum ímóti okkara egna lættsinni. Moder­ nað ar stjórnarskipanir kunnu sigast at vera tað sama fyri eitt samfelag, sum eitt superego er fyri eitt menniskja." gjøgnum løgtingið, landsstýrið og dómstólarnar. Sagt verður eisini, at løgtingið ger landsins lógir, landsstýrið staðfestir og umsitur lógirnar, og dómstólarnir døma eftir lógunum. Her verður tann klassiska valdslæran hjá franska heimspekinginum, Montesquieu, staðfest sum galdandi í Føroyum. Stjórnarskipanaruppskotið umrøður haraftrat alskyns rættindi og skyldur, sum borgarar í Føroyum hava, eins og grundlógir ofta gera. Eitt nú stendur, at øll eru fræls og frí sum persónar, at ongin kann revsast ella viðfarast miskunnarleyst, at javnstøða er millum fólk uttan mun til kyn, eyðkenni og frábegði, at allar ognir eru vardar ímóti ágangi, at øll eiga rætt at trúgva og útinna sína trúgv, at ein og hvør undir ábyrgd kann bera fram sína hugsan, at øll kunnu taka seg saman í feløg, at øll kunnu savnast á almennum stað, og at øll eiga rætt til undirvísing. Aftast í uppskotinum stendur, at stjórnarskipanin skal samtykkjast á tingi og síðan á fólkaatkvøðu, og verður hon tað, skal hon setast í staðin fyri stýrisskipan Føroya, sum kom í gildi í 1994. Stýrisskipan Føroya er ikki at meta sum ein úttømandi grundlóg fyri Føroyar, men meira ein áseting um, hvussu innanhýsis stýrisskipanarligu viðurskiftini eru. Stýrisskipanarligu viðurskiftini verða eisini væl og virðiliga lýst í stjórnarskipanaruppskotinum, og tí hava uppskotsstillararnir mett, at hon kann koma í staðin fyri verandi stýrisskipan. Fakta Uppskotið um Stjórnar skipan Føroya varð lagt fyri tingið 6. mars í 2010. Um boð úr øllum flokkum løgdu tað fram. Á ólavsøku fall uppskotið burtur, men 17. august 2010 legði Poul Michelsen, formaður í serligu grein 25-nevndini, ið viðger stjórnarskipanina, uppskotið framaftur. Løgtingsskrivstovan hevur mælt til at burturvísa uppskotinum, tí tað gongur ímóti fleiri lógum. Formansskapurin ger av, um tingið kortini skal viðgera uppskotið. Uppskot um stjórnarskipan longu í 2004 Sjálvan flaggdagin fyri SekS árum Síðan læt táverandi grundlógarnevndin eitt uppSkot um StjórnarSkipan úr hondum við 100 lógargreinum. formaðurin bað politiSku flokkarnar lata vera við at Skerpa klórnar hvør ímóti øðrum og í Staðin finna Semju Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi formaður í grundlógarnevndini