Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 3. september 2010 11 VIKUSKIFTI Hvussu hevur tú tað júst nú? – Eg havi tað ordiliga gott. Eg havi havt tveir deiligar dagar bæði í Klaksvík og Tórshavn, og eg haldi, at eg havi havt konstruktivar fundir í Føroyum. Hevur tú verið í Føroyum fyrr? – Ja. Tað havi eg. Eg havi verið her fleiri ferðir áður. Men eg havi fyri tað mesta bara verið í Havn, so eg eri sera glað fyri, at eg hesuferð slapp eitt sindur runt og fekk høvi at síggja meiri av Føroyum. Hvat heldur tú um føroyska samfelagið í mun til tað danska? – Á nógvar hættir minnir tað nógv um tað samfelagið, sum eg sjálv eri vaksin upp í í Hirtshals. Eitt fiskivinnusamfelag, har stórur partur av fólkinum hevur verið bundin av fiskiskapi. So tað er nógv, sum minnir meg um mín egna barndóm. Men sjálvsagt er náttúran er heilt øðrvísi og meiri spektakuler, enn tann danska. Nógvir føroyingar hava siglt við skipunum hjá pápa og abba tínum. Hvussu nógv kennir tú til Føroyar? – Eg havi kent føroyingar alt mítt lív, tí teir hava arbeitt hjá míni familju. Og eg havi eisini havt føroyskar floksfelagar, so eg haldi sjálv, at eg kenni Føroyar og føroyingar útmerkað væl. Eg havi verið her fleiri ferðir seinastu 10 árini. Eg havi tó fyri tað mesta verið í Havn. Men nú slapp eg til Klaksvíkar, sum er ein fiskuvinnubygd eins og Hirtshals, har eg sjálv eri uppvaksin, so tað er deiligt. Men tað er deiligt at vera her, og beint í áðni møtti eg einum manni, sum kendi bæði abba og pápa mín. Her er so hjartaligt, og eg hitti altíð onkran, sum kennir mína familju. Hvat heldur tú um húkin í Klaksvík? – Klaksvík og Hirtshals líkjast nógv, millum annað eru báðir býir fiskivinnuhøvuðsstaðir, og talið av íbúgvum er umleið tað sama. Og tað eru eisini nógvar rundkoyringar. Og eg var sera imponerað av stóra húkinum, sum stendur við innkoyringina til Klaksvíkina. Og eg má siga, at eg eri eitt sindur øvundsjúk, tí húkurin vísir veruliga, at hetta er ein fiskivinnuhøvuðsstaður. Men eg skilji á lagnum, at tað er nakað av politiskum keglaríi um, hvar húkurin skal standa, og at hann ikki skal standa í rundkoyringini har, um so er, at fólk sovna, meðan tey koyra. Men í Hirtshals mugu vit hava ting í rundkoyringunum, annars koyra fólk bara tvørtur ígjøgnum tær, fyri at spara tíð. So vit hava okkurt vakurt í hvørji einastu rundkoyring. Skilir tú føroyskt? – Eg skilji eitt lítið sindur, men eg tori ikki at biðja teg seta spurningar á føroyskum, tí eg veit ikki, um eg hevði skilt tað heilt. Og eg tosi tíverri einki føroyskt. Hvat heldur tú um føroyskar politikarar í donskum politikki? – Eg haldi faktiskt, at vit hava eitt gott og gevandi samband við teir. Sjálvandi eru tað av og á kjak um mál, sum hava ríkisrættarligan og løgfrøðisligan týdning, har vit kunnu vera ósamd. Men samanumtikið haldi eg, at vit hava eitt sera gott samstarv. Er tað ein vansi at vera kvinna í politikki? – Nei, tað haldi eg avgjørt ikki, at tað er! Hvar finnur tú barlast til títt politiska lív? – Eg haldi, og tað er galdandi fyri øll, sama um tú er politikari, fiskimaður ella sjónleikari, at tað hevur týdning at hava eitt familjulív við síðuna av tí politiska lívinum. Eg haldi, at vit sum menniskju skulu ganga á tveimum beinum og umframt at hava eina karrieru, so skal man hava nøkur sosial bond og eina familju at styðja seg ímóti, fyri at kunna gerast eitt heilt menniskja. Hvussu slappar tú av? – Tað geri eg fyrst og fremst við at renna. Og at lesa bøkur, hyggja at filmi og vera saman við mínum vinum og míni familju. Men eg njóti at sleppa at brúka kroppin og at renna nakrar góðar túrar. Eg havi ikki verið úti og runnið hesuferð, men hinar ferðirnar, eg havi verið í Føroyum, havi eg faktiskt havt mínar renniskógvar við og runnið runt her í Havnini. Hvat stressar teg? – Tá eg havi ein ráðharraskrivara, sum stendur við einum longum lista við tingum, sum eg skal náa! (Lene Espersen flennur og hyggur uppá skrivaran, sum júst hevur sagt, at tey skulu víðari nú. blðkv) Og sjálvandi eisini tað, at eg ofta skal náa meiri, enn tíðin røkkur til. Tí eg vil jú grundleggjandi fegin gera eitt so gott arbeiði, sum eg kann. Og tí dámar mær ikki at siga nei til nakað, tí at tíðin ikki strekkir til. Kunnu vit vænta at síggja teg aftur í Føroyum? – Ja, tað kunnu tit. Heilt víst! Lene espersen Bergtikin av klaksvíkshúkinum lagt tIl rættIs: Eydna Skaale myNd: LEO pOuLSEN Danski uttaNríKiSráðHarriN kennir nógv til FøroySK viðurskifti, og hon hevur verið her FlEiri ferðir seinastu árini. hon kennir seg SErliga heima í KlaKSvíK, og so øvuNdur hon klaksvíkingum vakra HúKiN í runDkoyringini