fríggjadagur 3. september 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 3. september · Nr. 128
Lýsingarblað frá Sosialinum
Bert tríggir
tímar til
mývatn
Ferðafólkini streyma til Mývatn á
íslendska norðurlandinum. Náttúru
bað ið við Mývatn, sum liggur á
norður landinum í Ìslandi læt upp
í 2004. Longu teir fyrstu tríggjar
mánað ar nar høvdu 30.000 fólk
vitja náttúrubaðið. Náttúrubaðið
við Mývatn gjørdist skjótt eitt
hitt kendasta ferðamálið í Ìslandi.
Náttúru baðið við Mývatn fevnir um
eitt økið, sum er fýra ferkilometur til
stødd ar. Vatnhitalagið liggur javnt
og samt millum 38 og 41 hitastig.
Mývatn liggur í einum ógvuliga ser
stak um náttúruøki, sum er umgyrt
av eldgosum. Mývatn hevur síðani
víkinga tíð verið eitt stað, har fólk
hava leitað sær til, fyri at fáa eitt
heitt bað og heilsubót. Tá ein hev ur
fingið sær eitt heitt bað og heilsu
bót, ber til at vitja kaffistovuna, sum
er á staðnum. Hotel Mývatn kann
eisini bjóða nógvan góðan mat,
eisini íslendskan mat. Tað tekur bert
tríggj ar tímar at koyra frá Seyðisfirði
til Mývatn, og tá Norröna liggur við
brygg ju í hálvtannað samdøgur, so
er góð tíð til at síggja og uppliva
alt tað, sum er kring Mývatn. Tað
ber eisini til at fara til Egilstaðir at
keypa inn, har nógvir góðir handlar
eru. Ynskir ein aðrar stórar náttúru
upp liv ingar, so eru heldur ikki so
nógvir tímar at koyra til Dettifoss,
sum er máttmiklasti fossur í Europa.
Frá Dettifossi er heldur ikki langt
til kenda náttúruøkið, Àsbyrgi,
sum eisini hevur eina heilt serstaka
náttúru, sum er verd at síggja.
Millum størstu náttúruupplivingar ein kann uppliva í Ìslandi, er
Mývatn. Ferðamaðurin nær væl og virðiliga at vitja Mývatn,
meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfjørðinum