fríggjadagur 3. september 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 3. september 2010
12
VIKUSKIFTI
Fólkasjúka
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað fossaði bara úr honum, tá hann
reisti seg. Alt var plaskvátt. Klæðir,
møblar og gólv.
Hetta var gerandiskostur í fleiri
mánaðir, eftir at hann varð skurð við
gjørdur fyri krabbamein í prostata.
Men 75 ára gamli Arni var ræðslu
sligin at tosa um tað. Og at lukta av
pissi, ella at nakar skuldi varnast tað.
So hann isoleraði seg frá umheiminum.
Fyri at fáa frið. Frið at skammast.
Líka til ein heilsufrøðingur kom upp
í leikin og sendi hann til læknan, sum
tíbetur kundi hjálpa Arna til eitt turr
ari lív.
Men søgan um Arna, sum er eitt
hugsað dømi, tí tað hevur ikki eydnast
at finna nakran, sum vildi standa fram
alment tí tey leka, er ikki eindømi.
Tabu skulu brótast
Tað er kanska ikki so løgið. Tí inkon ti
nens, sum er heitið á sjúkuni, sum ger,
at tú kastar tær av vatninum í tíð og
(serliga) ótíð, er millum best varðveittu
loyndarmálum, sum fólk ganga og
dragast við. Og av sonnum eitt av
sein astu tabu'unum, sum vit noyðast
at koma til lívs. Tí, tess longri tú gongur
og smápissar og skammast um tað, tess
verri verður at viðgera sjúkuna.
Sum tey siga á apotekinum:
– Nógv halda tað vera trupult at tosa
um – sjálvt við læknan. Tey halda, at
hetta mugu tey bara læra at liva við.
Men hjálp er at fáa, bæði til orsøkir og
sjúkueyðkenni.
Er vorðin fólkasjúka
Sambært føroyska apoteksverkinum
hava 3000 kvinnur og 1000 menn í øll
um aldursbólkum trupult við at halda
sær. Í Danmark verður mett, at ein av
hvørjum 10 íbúgvum hevur inkontinens,
sum er sjúka, ið er nógv vanligari í dag
enn fyri fáum árum síðani.
Tí telist sjúkan millum mongu so
nevndu fólkasjúkurnar, sum ofta eru
spegils myndir av nútímans livihátti.
At talið er vaksandi sæst eitt nú á
søluni av heilivági og aðrari útgerð til
inkontinens. Sambært danska heilsu
stýrinum er sølan vaksin við rúkandi
ferð seinastu árini. Frá 2001 til 2005
hækk aði talið av sjúklingum, sum fingu
heilivág, við 58,6 prosentum. Og síðan
er talið vaksið upp aftur meira.
Stress pressar bløðruna
Ein orsøk er sjálvsagt, at fólk sum heild
gerast eldri, so parturin av gomlum er
lut falsliga hægri í dag enn fyrr. So statt
verður parturin av teimum við inkonti
nens eisini hægri, tí hetta er sjúka, sum
serliga rakar eldri fólk.
Men tað eru ikki bara gomul
fólk, sum eru váttlig upp á tann súra
mátan.
Í dagblaðnum Informatión vísir
Steen Walter, professari og yvirlækni á
Uni versitetssjúkrahúsinum í Odense á,
at óstøðugar arbeiðstíðir og stress eisini
er við til at økja um talið á teimum,
sum fáa inkontinens, tí fólk snøgt sagt
oyðileggja sær bløðruna av at ganga og
(neyð)halda sær.
Eftir hansara meting, er bløðran
tann parturin av kroppinum, sum líður
mest í modernaða arbeiðslívinum.
– Øll tosa um músaskaðar og
stress, men ongin tosar um bløðruna.
Í ídnaðar samfelagnum vóru pausurnar
fast lagdar, so tú fekst tíð at drekka kaffi,
roykja og at pissa. Men í dag er alt flót
andi, og tað ger, at fólk ganga og halda
sær alt ov leingi, sigur Steen Walter við
Informatión.
20 milliónir árliga
Danski samfelagsgranskingarstovnurin
COWI hevur í nýggjari, umfatandi kann
ing roknað seg fram til, at inkontinens
kostar danska samfelagnum omanfyri
2 milliardir krónur árliga. Umroknað til
føroysk viðurskifti er hetta 20 milliónir
før oyskar skattakrónur árliga. Peningur,
sum verður nýttur til blæur, útgerð,
røkt og vask av ótøttum sjúklingum.
Sambært kanningini brúka starvsfólk
innan eldraøkið omanfyri ein triðing av
samlaðu arbeiðstíðini til at turka upp,
skifta blæur og vaska seingjarklæði og
annað í sambandi við inkontinens.
Men tað ber til at spara nógvan pening
innan hetta økið í heilsuverkinum.
– Har eru nógvar milliónir at spara
innan heilvág og annað tilfar, sum
verður brúkt til vátar sjúklingar, sig
ur Ivar Næsheim, frá SCA Hygiene
Products A/S við Informatión.
Eitt nú vísti kanningin hjá COWI,
at tað ber til at spara 10.000 krónur pr.
eldri fólk árliga við einum miðvísum
arbeiði, har orkan og peningurin verður
gagnnýtt betri.
Lág-status sjúka
Professarin á Universitetssjúkrahúsinum
í Odense heldur, at alt ov lítið verður
gjørt við sjúkuna inkontinens, og enn
minni verður tosað um hana. Hon
hevur so at siga »lágan status«. Og tað
er sera óheppið, tí hon er so vanlig, og
so hevur hon stórar samfelagsligar og
menn iskjaligar avleiðingar við sær.
Hetta, samstundis sum, at hon er
løtt at staðfesta, fyribyrgja og í nógvum
før um eisini at viðgera.
Eitt stað at byrja er, sum altíð, við
fyri byrgingini. At læra fólk at »klípa«
musklarnar í neðra, at leggja regluligar
pausur í arbeiðsdagin og at upplýsa um
týdningin av fara á vesi, tá tú skalt.
Stórir elDRaáRgangiR og StreSSandi aRbeiðslív
geRa, at alt fleiri fólk pissa í buks. inkontinenS
koStar samfelagnum milliónir
4000
føroyingar
pissa í buks
moDelmynD: istock