fríggjadagur 3. september 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september · Nr. 128
4
Lýsingarblað frá Sosialinum
Í frítíðarmiðdeplinum ”Feriecenter
Bork Havn” hava tey spent seg hart,
fyri at geva teimum vitjandi eina
góða uppliving. Familjurnar sum
koma til Danland-frítíðarmiðdepilin í
Bork Havn búgva í einum raðhúsum
við egnari terrassu. Tað stendur fólki
frítt at brúka tað lítla baðilandið,
sum hevur bæði spa og turkiskt
bað. Tað er nógv ein kann takast við
í Bork Havn, og í nærumhvørvinum
við Bork Havn. Har ber til at baða,
surfa og at fiska. Vil ein hava eina
veruliga
øðrvísi
uppliving,
so
ber til at fara í viking við at vitja
Bork Víkingahavnina. Náttúru- og
djóralívið er ríkt har á leiðum, og ein
kann fara til friðaðu fuglaleiðirnar,
Tipperne og Skjern Enge, sum
eru millum tær fremstu náttúru-
verkætlanirnar
í
Norður-Europa.
Sandstrondin er sera barnavinarlig,
og havnin er sera hugnalig. Tað
er talan um ein stuttan tein, um
ein ætlar sær at fara eina útferð til
vesturhavið. Stutt er eisini at koyra til
leyvuparkina í Givskud, ella at koyra
til Billund, har ein finnur Legoland,
sum øll kenna so væl. Tað eru bert
200 metrar til nærmasta handil og
matstovu, tá ein er staddur í Bork
Havn, og gerst tað tá sera høggligt
at búleikast í Bork Havn.
Frítíðar
miðdepilin í
Bork Havn
Familjan kann uppliva nógv ymiskt
bæði í Bork Havn, og har um leiðir
Fakta:
Í Danland Bork Havn
Feriecenter kann
ein m.a. finna :
Innandura
• Baðiland
• Borðtennis
• Borðfótbólt
• Biljard
• Dampbað
• Spælirúm
• Sauna
• Solarium
• Spa
Uttandura
• Strandaflogbóltur
• Hoppipúta
• Spælipláss
• Petanque
• Tennis
• Trampolin
• Grilløkið