Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. september 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 3. september 2010 4 VIKUSKIFTI Mindfulness Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hann er sálarfrøðingur. Hevur egna klinikk. Hevur terapi umvegis skype. Er headhuntaður at undirvísa á skúl­ anum hjá Joan Ørting. Er umbiðin skeiðs haldari. Er pápi og maki. Við so nógvum jørnum í eldinum skuldi man trúð, at hann var strongdur, men tvørturímóti er hann í hesum døgum heima í Føroyum fyri at læra føroyingar at sleppa undan strongd. 30 ára gamli Kristian Eli Andersen úr Havn undirvísir í mindfulness, sum er ein av heitastu meditatiónsháttunum beint nú. Mindfulness Um vikuskiftið fáa føroyingar harvið høvi at royna seg í meditatión, tí Kristian fer at hava skeið á Hotel Hafnia. ­ Mindfulness snýr seg um at vera til staðar, fokuseraður og nærverandi í gerandisdegnum. Tíverri er hetta ein sinnistilstandur, sum gerst alt meiri sjáldsamur. Vit liva í einari strongdari verð við nógvari ferð á og høgum krøvum um, at vit skulu megna alt, greiðir Kristian frá. ­ Vit hava allatíðina okkurt, sum skal gerast, onkran tanka, sum skal hugsast, og onkra kenslu, sum skal uppnáast ella sum vit vilja sleppa av við. Sinnið er sostatt í gongd allatíðina. – Mindfulness­venjingar styrkja upp merksemi, soleiðis at tú lærir at hvíla sinnið. Hetta eru venjingar, ið snúgva seg um at læra at vera og hvíla í løtuni, júst sum hon er. Tú lærir at eygleiða og at sleppa negativum tonkum, sum annars bert gera fortreð og taka teg burtur frá nú­inum. Mind­ fulness­venjingar endurskapa sostatt sambandið við teg sjálvan, tínar sansir og tín kropp. Kristian greiðir frá, at Mindfulness er ein elligomul spirituel praksis, sum í fleiri túsund ár hevur verið ein partur av eysturlendskum religiónum. Sein astu árini hevur vesturlendska vísindin reinsað venjingarnar fyri religiøst innihald og síðani granskað í, um mindfulness virkar, hvussu tað virkar, og hví tað virkar á bæði sál og likam, sigur Kristian. – Tað er nú prógvað, at gagnligu árinini av mindfulness fyrst og fremst eru meira ró, orka, lívshugur og sum heild ein størri kenslulig javnvág. Mind fulness hjálpir fólki at handfara stúranir og angist, at minka um og fyribyrgja strongd, at sleppa undan tankameldri, at úthalda pínu og at bøta um náttarsvøvnin. Haraftrat eru venjingarnar sera góðar at fyribyrgja tunglyndi. Mindfulness í Føroyum Kristian greiðir frá, at føroyingar sanniliga eisini kunnu fáa gleði av Mindfulness. – Hetta er universelt og púra óheft av tíð og stað. Tá ið vit meditera og eru fullkomiliga til staðar í okkara sansum, beint her og nú, so hevja vit okkum á onkran hátt upp um okkara søgu, lívs royndir, sjálvsmynd, samleika, relatiónir og annað. – Tað kann vera sera befríandi. Og tá er líkamikið, um mann er før oy­ ingur, japanari ella spanióli. Her fáa vit samband við tey grundleggjandi menniskjansligu virðini, nevnliga kærleika, blíðskap, samkenslu og tol­ semi. Kristian heldur, at føroyingar skulu hava møguleika merkja positivu avleið­ ingarnar, sum Mindfulness kann hava fyri bæði lívsførslu og gerandisdag. Tí hevur hann hetta skeiðið. – Í londunum kring okkum er mind­ fulness blivið rættiliga vælumtókt, og eftirspurningurin eftir slíkum skeiðum veksur alsamt. Strongd er vorðin ein stórur samfelagsligur trupulleiki, og eitt nú danska samfelagið hevur kolossalar útreiðslur av sjúkrafráveru orsakað av strongd. – Hóast tað er lítið, so er føroyska samfelagið eitt modernað samfelag, og tískil slepst heldur ikki undan, at vit vera rakt av hesum trupulleikanum. Mín fatan er, at føroyingar eru forvitnir eftir at hoyra meira um mindfulness, men nokk ikki ordiliga vita, hvat tað snýr seg um. Tað skilji eg væl, tí hugtakið kann tykjast kámt. Men Kristian vónar, at hetta skeiðið kann svara nøkrum spurningum. – Mítt mál er at hava fleiri slík skeið í Føroyum framyvir. Tað er eisini upplagt at fara út í náttúruna, tí í Føroyum hava vit eitt umhvørvi við frískari luft, friði og vakurleika, sum ger tað so upplagt at venja sítt uppmerksemi og stimbra sínar sansir. Fólk venja sjálvi Endamálið við mindfulness­skeiðnum er, at fólk fáa nøkur amboð, sum tey síðani kunnu nýta heima við hús. – Skeiðsluttakararnir fáa eisini fløgur við venjinginum og ymsum sløgum av meditatiónum, sum ger tað lættari hjá teimum at venja heima. Mindfulness er júst sum við aðrari – Vit haVa allatíðina okkurt, sum skal gEraSt, onkran tanka, sum skal hugSaSt, og onkra kEnSlu, sum skal uppnáast ella sum Vit Vilja sleppa av Við. sinnið er sostatt í gongd allatíðina, sigur sálarfrøðingurin kriStian Eli andErSEn, sum lærir fólk at hvíla sinnið og Vera nærvErandi í gerandisdegnum Hvíl sinnið og varnast løtuna Tað er nú prógvað, at gagnligu árinini av mindfulness fyrst og fremst eru meira ró, orka, lívshugur og sum heild ein størri kenslulig javnvág