fríggjadagur 3. september 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 3. september · Nr. 128
4
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Argja Bóltfelag er í stórum
vanda fyri at missa loyvið at
spæla í Vodafondeildini.
Fyri at fáa loyvi at spæla í
Voda fondeldini, at AB kunna
vísa FSF á, at felagið hevur
eina positiva eginogn.
Hetta er ein treyt frá
evropiska fótbólts sam bandi
um, UEFA.
Hesa treyt lýkur Argja
Bólt felag ikki, tí felagið hev
ur onga positiva eginogn at
vísa á í roknskapinum.
Fyri at sleppa undan at
verða útihýst í Voda fon
deild ini, hevur felagið tískil
søkt Tórshavnar Býráð um
at sleppa at keypa ABHúsið
við fótbóltsvøllin á Argjum.
Felagið sigur eisini, at tað
er sera tórført at reka felagið,
uttan at hava fasta ogn at
seta í veð.
Og á Býráðsfundi seinna
partin í gjár, samtykti Bý ráð
ið einmælt at selja teimum
hús ið og sostatt kann Argja
Bólt felag nú eisini kalla seg
húsaeigara skjótt.
Her skal leggjast afturat,
at Sjúrður Olsen, sum hevur
er næstformaður í FC Argir,
ið er eitt undirfelag hjá AB,
var ikki á fundi ímeðan málið
varð viðgjørt.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
Tórshavnar kommuna hev
ur samtykt, at nú AB skal
keypa felagshúsið aftur,
verð ur keypsrísurin 230.000
krónur
Tað var annars AB, sum
í síni tíð bygdi húsið fyri 1,3
millión, umframt at 600.000
krón ur vórðu brúktar í
ókeypis arbeiðsorku. So
statt kostaði húsið til sam
ans 1,9 millión, men stutt
eftir yvirtók Argja Kommu
na, sum tá var til, húsið.
Keypsprísurin
er
roknaður soleiðis út, at
eft ir
byggikostnaðinum
upp á 1,9 millión, hevði al
men ni stuðulin upp á 30%
verið 570.000 krónur. Verð
ur so sjálvbodna arbeiðið
upp á 600.000 krónur og
bráðneyðugi
um væl ing
ar tørv urin upp á 500.000
krón ur eisini drigið frá, end
ar býráðið á einum søluprísi
upp á 230.000 krónur.
Seint í 2008 varð húsið
annars mett at vera 2,8
millión ir vert, men sam
stund is verður mett, at brúk
er fyri umvælingum fyri
eina hálva millión.
Hinvegin er tað ein treyt
frá Tórshavnar Býráð er, at
húsið kann í mesta lagi veð
setast fyri 1,2 millión fyri at
tryggja at húsið og virðini
verða rikin skynsamiliga.
Harafturat
kann
AB
ikki selja húsið aftur uttan
í samráð við Kommununa,
so so eisini skal hava rætt at
fáa stuðulin upp á 570.000
krón ur afturgoldnar.
aki@sosialurin.fo
AB er eitt av teimum
stóru feløgunum við
400 virknum leikarum.
Samstundis hevur
felagið vælskipað barna
og ungdómsarbeiði og
tað var eisini á Argjum,
at lunnar vórðu lagdir
undir kvinnufótbóltin.
Tað er grundgevingin hjá
Tórshavnar Býráð fyri
at hjálpa AB burtur úr
fíggjarligu knípuni.
Býráðið staðfestir eisini,
at felagið hevur stóran
týdning fyri trivnaðin á
Argjum og vesturbýnum
annars og missir felagið
loyvið at spæla í
Vodafondeildini, verður
øll framdrift drigin úr
felagnum og tað merkir
í veruleikanum, at
grundarlagið verður tikið
undan tí.
Tað hevði fingið
stórar avleiðingar fyri
trivnaðin og fótbóltin í
kommununi
Tí hevur tað stóran
týdning fyri AB at fáa
ognarrættin til húsið
so at felagið lýkur
fíggjarligu treytirnar fyri
at sleppa at spæla.
Hinvegin er tað onki
endamál hjá kommununi
at eiga eitt hús sum
hetta. Men selir
kommunan húsið,
sleppur hon samstundis
undan útreiðslum til
umvælingar.
400
leikarar
Tórshavnar Kommuna
bjargar Argja Bóltfelag
ÍTRÓTTUR AB er so illa fyri fíggjarliga, at tað er um at missa loyvi at spæla í
Vodafondeildini. Men í gjár bjargaði Tórshavnar Býráð bóltfelagnum á Argjum
Argja Bóltfelag er í so svárari fíggjarligari neyð, at tað stendur til at missa loyvið at
spæla í Vodafondeildini, men nú er Tórshavnar Býráð komið argjafólki til góðar
230.000 krónur
Penganeyð
Mynd: Álvur Haraldsen
AB lýkur ikki treytirnar
fyri at sleppa at spæla í
Vodafondeildini