mánadagur 6. september 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
”Faroe Seafood - ein nýggj
byrjan”.
Soleiðis ljóðaði yvirskrift-
in í Sosialinum fyri júst
tveimum árum síðan, tá
felagið seinast hevði brúk
fyri umfígging.
Yvirskriftin var í blaðnum
eftir tíðindafund, sum júst tá
hevði verið í felagnum.
Nevndarformaður í Faroe
Seafood um hetta mundið var
Richard Mortensen, og hann
kunngjørdi hin 2. september
í 2008, at ”felagið nú aftur
kann savna seg um at fara í
kapping á marknaðinum og
soleiðis økja um lønsemi í
fyritøkuni...”
Á tíðindafundinum segði
hann eisini, at ”við nýggja
fíggjarliga grundarlagnum
er Faroe Seafood ført fyri at
standa ímóti sveiggjum sum
eru væntandi í vinnuni...”
Ársúrslitið
hjá
felagn-
um áðrenn óvanligar niður-
skrivingar gjørdist í 2007 –
altso árið fyri endurreisnina
í 2008 - eitt hall upp á 19
miljónir krónur.
Men í sambandi við endur-
fíggingina av samtakinum,
valdi felagið tá at niður-
skriva støðisognirnar við
79 miljónum krónum og at
útreiðsluføra hesar í ársrokn-
skapinum fyri 2007.
Ársúrslitið
fyri
2007
gjørdist tískil eitt hall upp á
heilar 96 miljónir krónur.
Við endurreisnini í sep-
tember fyri tveimum árum
síðan
væntaði
táverandi
nevndarformaðurin, Richard
Mortensen, at Faroe Seafood
helst fór at hava eitt hall
í 2008 upp á einar 15-20
miljónir krónur.
Hann vísti kortini á, at
hædd var tikin fyri hesum í
endurfíggingini av felagnum.
Við endurreisnini í 2008
varð partapeningurin niður-
skrivaður til 0 krónur, sam-
stundis sum nýggjur parta-
peningur var teknaður á
tilsamans 40 miljónir krónur.
Ein
annar
partur
av
fíggjarloysnini tá var, at 60
miljónir krónur av lánum
vórðu umløgd til ábyrgdar-
lán, og at 40 miljónir krónur
vórðu settar til viks ella
“parkeraðar”, sum nevndar-
formaðurin málbar seg.
Á tíðindafundinum legði
táverandi nevndarformaður-
in dent á, at Faroe Seafood
er styrkt fíggjarliga, og at
fíggingin aftanfyri felagið er
tillagað á ein slíkan hátt, at
møguleiki er fyri, at felagið
við einum sunnum og góðum
rakstri kann svara hvørjum
sítt og tjena pening.
Richard Mortensen segði
seg hava fult álit á leiðslu
felagsins
og
stjóranum,
Meinhardi Jacobsen.
vilmund@sosialurin.fo
Tvey ár – og so
var aftur kreppa
FAROE SEAFOOD Fyri júst tveimum árum síðan varð Faroe Seafood seinast endurreist eftir, at felagið var
komið í svárar fíggjarligar trupulleikar. Eftir umskipingina vóru vónirnar góðar, og táverandi nevndarformaðurin
segði, at »nú var felagið ført fyri at standa ímóti sveiggjum sum vóru væntandi í vinnuni...«
Góðu útlitini, sum vóru
eftir endurreisnina av
Faroe Seafood fyri júst
tveimum árum síðan,
hildu ikki, og felagið var
ikki ført fyri at standa ”...
ímóti sveiggjum sum vóru
væntandi í vinnuni...”
www.grafikmaster.fo
Vit hava júst latið upp nýggja
húðrøktarstovu í hølum
okkara í miðbýnum. McGavin
Húðrøkt heldur til á 2. hædd
Vit lata upp nýggja
húðrøktarstovu
M. Heinasonargøta 19 · Tel. 31 30 50
mcgavin@mcgavin.fo · www.mcgavin.fo
í M. Heinasonargøtu 19. Tað
er kosmetologurin Súsan
Benjaminsen, ið tekur sær av
húðrøktarviðgerðunum.
Bílegg tær tíð á tel. 31 30 50