mánadagur 6. september 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
12
Sosialurin
Nøvn
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mikudagin 25. august fylti føroyski kriminalrithøvundurin,
búsitandi í Danmark, Jógvan Isaksen, 60 ár.
Jógvan er føddur í 1950 í Havn. Hann tók studentsprógv
á Føroya Studentaskúla í 1970.
Hann hevur lisið á universitetinum í Århus og
Keypmannahavn og gjørdist í 1982 magistari í norður
lendskum bókmentum. Síðani 1986 hevur hann verið
lærari við Keypmannahavnar Universitet.
Jógvan hevur m.a.havt mentunarligar sendingar í
Útvarpi Føroya, Sjónvarpi Føroya og Danmarks Radio. Hann
hevur eisini undirvíst fleiri skeið á Fróðskaparsetrinum.
Jógvan hevur umframt bókmentasøgu, bókmenta
greinir og ummæli skrivað fleiri krimiskaldsøgur og
barnakrimisøgur. Í 1994 fekk hann virðisløn M.A.Jacobsens
fyri yrkisbókmentir.
Jógvan Isaksen 60 ár
Prógv
Í januar mánað 2010 hevur
Óluva Mcleod Venned
lokið prógv við heitinum
“Professionsbachelor som
pædagog” á pedagogsemi
nariunum í Ballerup. Í august
mánað 2010 hevur Ulrík í
Hjøllum lokið prógv sum
løgfrøðingur (cand.jur.) á
universitetinum í Keypmannahavn.
Prógv
Ingun Nolsøe Olsen úr Leirvík
hevur 17. juli lokið prógv sum
Bachelor í Business Economics
and Tourism frá Manchester
Metropolitan University.
Prógv
20. august hevur Gunnvør Joensen, Klaksvík, lokið
prógv við Universiry of Aberdeen, Scotland sum
Master of Science in Biotechnology with Biobusiness.
Prógv
23. august hevur Magnus Norðberg, Tórshavn,
lokið prógv við University of Aberdeen, Scotland
sum Master of Science in Human Nutrition and
Metabolism.
Prógv
Jens Kristjan Norðberg, Tórshavn, hevur 24. august
við University of Aberdeen tikin prógv sum Master of
Science in Integrated Petroleum Geoscience.
Prógv
31. august bleiv Arnhold Olavsson Jensen, Tvøroyri,
liðugur sum serlækni innan almen medicin.
60 ára føðingardagur
Leygardagin 18. september verður Rúna Berghamar 60
ár. Opið hús verður í Pálsstovu kl. 1217.
Merkisdagar
17. august fingu Lena
Hermansson og Erik Klint
ein son á sjúkrahúsinum
í Linköping, Svøríki/
Sverige. Navnið hans
verður Sebastian. Hann
var 52 cm langur og vigaði
3380 gr.
Føðing
Uttanríkisráðið skipar fyri einum
tónleika
og
mentanartiltaki
í
Berlin í døgunum 810. september.
Berlin er vertur fyri stóru altjóða
tónleikamessuni Popkomm um sama
mundið, og føroyska tiltakið verður
framt í samstarvi við Popkomm.
Áhugin í útheiminum fyri føroy
skum tónleiki og sniðgeving og
Føroyum sum heild hevur verið vaks
andi seinastu árini. Í hesum sambandi
eru Berlin, og Týskland annars,
áhugaverdir marknaðir. Umframt at
vera ein av høvuðsmarknaðunum
hjá føroysku ferðavinnuni, verður
Týskland mett at vera ein áhugaverdur
marknaður, tá tað snýr seg um
tónleikaútflutning og útflutning av
øðrum skapandi vinnum. Føroyar
hava tann fyrimun, at norðurlendska
og skandinaviska brandið er sterkt,
og norðurlendskar vørur í breiðum
týdningi verða mettar at vera áhuga
verdar í Berlin í løtuni. Tí ræður um at
smíða, meðan jarnið er heitt.
Endamálið við tiltakinum er at
varpa ljós á, at Føroyar eru til, og
somuleiðis at fremja útflutning av
tónleiki og øðrum kreativum vinnum.
Hetta verður gjørt við at skipa
fyri einum forvitnisligum tiltaki í
PercussionArtCenter,
sum
liggur
nærhendis messuna. Staðið verður
gjørt um til eina føroyska oyggj,
har fólk kunnu koma inn á gólvið
at njóta tónleik, myndlist, filmslist,
sniðgeving og føroyskar bókmentir,
sum eru týddar til týskt. Tey vitjandi
fáa eisini høvið at smakka føroyskan
mat og drekka. Harumframt verður
eisini kunnað um møguleikarnar hjá
ferðafólki at vitja Føroyar.
Budam og The Ghost fara at spæla
dagliga fyri gestunum. Barbara í
Gongini og Guðrun & Guðrun sýna
teirra snið fram. Katrin Ottarsdóttir,
Heiðrik av Heygum, Barbara í Gongini,
Marianna
Mørkøre
og
Rannvá
Káradóttir sýna filmslist, meðan
Edward Fuglø og Hansina Iversen
sýna fram myndlist.
Tiltakið byrjar mikukvøldið við eini
móttøku fyri innbodnum fjølmiðlum
og umboðum fyri tónleika og skapandi
vinnu, har eisini umboð fyri føroyska
tónleikavinnu luttaka, m.a. umboð
fyri Tutl, og Norðurlandahúsið, sum
er samstarvspartur í verkætlanini.
Tiltakið er fyriskipað í tøttum
samstarvi við umboði fyri Spot
Festivalin.
Nú tora menn betur enn nakrantíð at
gloppa duldargluggan fyri tí tabu, ið
hevur valdað higartil í sambandi við
umrøðuna, ella rættari, ta tvørrandi
umrøðuna av prostatakrabba.
Tað varð prógvað mikukvøldið 1.
september 2010, tá ið minst 230 mans –
bara menn – fylktust á Hotel Føroyum
á fundi, skrivar Krabbameinsfelagið á
heimasíðuni www.krabbamein.fo.
Krabbameinsfelagið skipaði fyri
kunnandi tiltaki um prostatakrabba,
og sjálvhjálparbólkur varð stovnaður.
Prostatakrabbi er vorðin van
ligasta krabbasjúka í Føroyum, segði
Johan Poulsen, yvirlækni, urologur,
í framløgu um krabbamein í bløðru
hálskertlinum. Johan Poulsen tosaði
um sjúkueyðkenni, um viðgerð nú
samanborið við fyrr og um eftir
viðgerð og kontroll, og hann hevði
eina
stimbrandi
frágreiðing
um
møguleikarnar fyri at fyribyrgja
prostatakrabba.
Tummas
í
Garði,
læknastjóri,
narkosulækni, røddi um tilboðini á
Landssjúkrahúsinum um at viðgera
prostatakrabba og um ætlaninar hjá
føroyska heilsuverkinum í framtíðini
at viðgera sjúkuna.
Egi Dam, sjónleikari, ið hevur
havt prostatakrabba, men sum er
vorðin frískur, segði lívsjáttandi og
bjartskygdur frá síni sjúkutilgongd.
Á hesum væl mannaða fundi á Hotel
Føroyum mikukvøldið 1. september
var líkt til, at Egi mundi kveikja vón og
áræði hjá monnum, ið hava og høvdu
prostatakrabba.
Hetta kvøldið varð bólkur stovn
aður fyri menn, ið hava ella hava
havt prostatakrabba. Eirikur Ólason
Simonsen, ið varð sjúkur av krabba
í bløðruhálskertlinum fyri nøkrum
árum síðan, hevur játtað at hjálpa
Krabbameinsfelagnum at skipa fyri tí
nýstovnaða sjálvhjálparbólkinum.
Krabbameinsfelagið
veit
av
royndum, at mannfólk eru minni
fús enn konufólk at taka av teimum
tilboðum, sum felagið hevur um kunn
ing, hjálp og leiðbeining í sambandi
við krabbamein. Tí skipaði felagið fyri
tiltakinum á Hotel Føroyum.
Eitt serligt átak fyri menn, ið
toktust at vera sera væl nøgdir, skrivar
Krabbameinsfelagið.
Føroyskt mentanartiltak í Berlin
Tabu um prostatakrabba kámast