mánadagur 6. september 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. september · Nr. 129
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Føroysku meistaranir vóru ikki
førir fyri at hótta serbiska meistara
liðið.
Tað er greiða niðurstøðan aftaná
undandystirnar til EHF European
Cup.
Metaloplastika vann trygt og
uppiborið við 7155 samanalagt.
Serbisku meistararnir vunnu
fyrra dystin við 3725.
Úrslitið í seinna dystinum var
3430 til Metaloplastika.
Drúgva mótstøðan kom ikki
óvart á føroysku meistararnar. Ingi
Olsen, venjari, segði undan dyst
inum, at hann væntaði sær tveir
sera torførar dystir.
– Vit hava sæð upptøkur av
Metaloplastika, sum vísa okkum
eitt lið, ið bæði telur spælarar, sum
eru yvir tveir metrar høgir, og spæl
arar, sum viga 100 kilo, vísti Ingi
Olsen á.
Væl nøgdur
Metaloplastika rann beinanvegin
undan føroyingunum í fyrra dyst
inum og vann greitt við 12 málum
tá avtornaði.
Serbisku meistararnir tóku sær
kanska av løttum í gjár, tí Neistin
hevði betri pláss at spæla.
Liðini fylgdust í fyrra hálvleiki,
men Metaloplastika vann seg fram
um í seinna hálvleiki, og so var lít ið
at gera hjá Neistanum.
Heini Hanusarsson fekk reytt
kort, tá seinni hálvleikur var hálv
runnin, og tað ávirkaði føroyska
liðið.
Jacob Jónsson, hjálparvenjari,
sig ur í stuttari viðmerking við
neistin.fo, at hann er væl nøgdur
við avrikið.
– Vit eru sera væl nøgdir við
dys tin í dag. Eg vil serliga nevna
ungu spælararnar, sum veruliga
tóku ábyrgd, tá ein av okkara fekk
reytt kort, og aðrir vóru skaddir.
Tað er eisini frálíkt at enda eina
venjingarlegu og tveir altjóða dyst
ir við einum góðum dysti, og har við
einum góðum úrsliti. Menn strídd
ust veruliga fyri sakini í dag, sigur
Jacob Jónsson.
Jugoslav Djumic og Sjúrður
Thomassen spældu ikki við í gjár,
vegna skaða.
Triðja árið
Tað er triðja árið upp í slag, at mans
liðið hjá Neistanum roynir seg í
evropiskari kapping.
Í fyrraárið luttók Neistin í kapp
ingini fyri meistaralið. Mót støðu
liðið var HC Lovcen úr Montenegro.
Í fjør var Neistin í kapp ingini fyri
steypavinnarar, og tá var mót
støðuliðið HC Kolubara úr Serbia.
Neistin spældi, eins og í fjør,
báðar dystirnar á útivølli í ár. Tað
er fyrst og fremst av fíggjarligum
áðum.
Landskappingin
fyri framman
Neistin hevur lagt nógv fyri í fyri
reikingunum til komandi kapp
ingarár. Liðið hugsar nú um upp
gáv una at endurvinna greipuna,
sum felagið tryggjaði sær í fjør.
Altjóða dystirnir hava helst verið
frálík fyrireiking, tí liðið hevur
eisini verið á venjingarlegu í Dan
mark, undan fráðferðini til Serbia.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Morten Hust Petersen.
Claus Rasmussen.
Súni Fríði Barbá.
Og Henrik Gerster.
Tað eru millum leikararnar,
sum skulu mynda eitt kom andi
hondbóltslið úr Kvívík.
Morten Hust Petersen vátt
aði fyri Rás2 fríggjadagin, at
hann er ein av stigtakarunum
til eitt nýtt hondbóltsfelag.
Hann hevur stovnað ein
bólk á Facebook, har hann spyr
um uppskot til navn og annað
til felagið.
– Vit eru nakrir, sum fegnir
vilja spæla hondbólt, og nú
er ætlanin at byrja eitt felag
í Kvívík, segði Morten Hust
Petersen við Rás2.
Felagið fer fyrst bara at lut
taka í triðbestu deildini hjá
monnum. Ætlanin er at menna
fel agið í smáum, so ungdómslið
og kvinnulið leggjast afturat í
fram tíðini.
Liðið fer at spæla sínar
dystir í Kollafirði komandi
kapp ingarár.
Morten
Hust
Petersen
hev ur verið venjari hjá besta
mans liðnum hjá VÍF, og besta
kvinnu liðnum hjá Stjørnuni.
uni@sosialurin.fo
Hondbóltur Morten Hust
Petersen er ein av stigtakarunum
til komandi hondbóltsfelag,
sum verður stovnað í Kvívík
savnsmynd
Ingi Olsen, til vinstru,
spældi allan dystin í gjár.
Heini Hanusarsson, til
høgru, fekk reytt kort
savnsmynd
Neistin hevði
ongan møguleika
Hondbóltur Neistin tapti samanlagt 71-55 í
altjóða dystunum móti serbiska Metaloplastika
Morten Hust
Petersen stovar
hondbóltsfelag
Metaloplastika – Neistin 37-25 (21-12)
Fríggjadagin 3. september 2010
Dómarar: Dalibor Jurinovic og Marko Mrvica, Kroatia
Málskjúttar hjá Neistanum:
Finnur Hansson 7, David Edvardsen 5, Rósing Rasmussen 4,
Heini Hanusarson 4, Jón Ludvig 3, Jugoslav Djumic 1 og Carl Herup Olsen 1
Neistin – Metaloplastika 30-34 (13-16)
Sunnudagin 5. september 2010
Dómarar: Dalibor Jurinovic og Marko Mrvica, Kroatia
Málskjúttar hjá Neistanum:
Heini Hanusarson 6, David Edvardsen 6, Finnur Hansson 5, Rósing Rasmussen 4,
Ingi Olsen 4, Jón Ludvig 3, Guðfinnur Thorsteinsson 1 og Jákup Apol 1
Team Klaksvík
hevur funnið venjaran
Poli J. Hansen skal stjórna besta mansliðið hjá Team Klaksvík
í komandi kappingarári. Tað boðar felagið frá á sínari
heimasíðu. Poli J. Hansen er strandingur, og hann hevur
spælt við StíF. Damir Oros verður spælandi hjálparvenjari.
Felagið boðar eisini frá, at Zarko Pejovich úr Bosnia er knýttur
at hópinum. Team Klaksvík skal spæla í bestu mansdeildini
fyri fyrstu ferð í komandi kappingarári.
Hagtøl frá dystunum: