mánadagur 6. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. september · Nr. 129
18
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen.
Landsliðsvenjarin er týðiliga vón
brotin.
– Eg standi við venjaraskýlið,
sum er heilar 60 metrar burtur frá
mál inum. Eg síggi væl, at Milan
Jovanovic tekur hondina til hjálpar.
Dómarin og linjuverjin standa fáar
metrar burtur og síggja einki. Eg
skilji tað ikki, sigur Brian Kerr.
Føroyingarnir vóru í øðini um
málið. Milan Jovanovic varð rendur
um koll í brotsteiginum, tá fram
herjin legði bóltin til rættis fyri
Danko Lazovic, sum sendi bóltin í
netið handan Gunnar Nielsen.
– Málið fær stóra ávirkan á dyst
in. Vit eru rasandi og vón sviknir,
sum hevur við sær, at vit eru ikki til
reiðar, tá serbarnir økja um leiðsl
una beinanvegin, sigur Brian Kerr.
Men er tað ein haldbar grund
geving fyri uppiborna tapið?
– Tað skal eg ikki siga. Men málið
vendir dystargongdini fullkomiliga.
Serbarnir fáa eitt mál, sum teir ikki
hava uppiborið. Tað er ikki nøkt
andi, sigur Brian Kerr.
Nøgdur hóast alt
Tað er eingin ivi um, at Serbia vann
greitt og uppiborið 30.
Gestirnir settu leikferðina niður,
tá fyrra umfarið var hálvrunnið.
Føroyar trýstu eina løtu í seinna
hálvleiki, og tað var um reppið, at
føroyingarnir stýrdu vandamiklu
innleggunum í málið.
Símun Samuelsen kendi seg eis
ini snýttan, tá dómarin ikki floytaði
fyri brotssparki í seinna hálvleiki.
Vágbingurin varð skumpaður í
ryggin, men dómarin lat ikki við
seg koma.
Brian Kerr er nøgdur við før
oyska avrikið.
– Vit hava framvegis fleiri
ungar leikarar á liðnum. Gunnar
Nielsen, Jónas Tór Næs, Atli
Gregersen, Jann Ingi Petersen,
Jóan
Símun
Edmundsson
og
Hendrik Rubeksen eru ikki drúgvir
í landsliðshøpi. Teir taka seg støð
ugt fram sum landsliðsleikarar, og
tað er eingin orsøk at stúra fyri
komandi uppgávunum. Vit verða
betri og betri, metir Brian Kerr,
landsliðsvenjari.
Hann harmast um, at áskoð
ararnir ikki kundu fegnast um eitt
føroyskt mál.
– Áskoðararnir stuðlaðu okk um
væl og høvdu uppiborið at fingið
eitt føroyskt mál, sigur lands liðs
venjarin.
uni@sosialurin.fo
Kerr er vónbrotin
a-LandsLiðið Landsliðsvenjarin er sjálvsagt
vónbrotin um fyrsta málið hjá Serbia
Uni Holm Johannesen
Serbia hevði vunnið við trimum
málum, hóast dómarin hevði
floytað fyri frísparki, áðrenn
Danko Lazovic legði gestirnar
á odda.
Annað er ikki hugsandi.
Í øllum førum ikki sambært
Nemanja Vidic, verjuspælara
úr Manchester United.
Hann er sannførdur um, at
tað er eingin grundgeving fyri
tapið hjá føroyingum.
– Vit høvdu fingið mál
fyrr ella seinni. Eysturríki og
Rumenia hava spælt truplar
dyst ir í Føroyum seinasta árið,
og vit tóku uppgávuna í álv
ara. Vit hava spælt betri dystir
enn hendan, men vit vunnu
uppiborið. Vit greiddu upp
gávuna og hugsa nú um kom
andi dystin, sigur Nemanja
Vidic.
Men var tað rætt, at málið
hjá Lazovic varð viðurkent?
– Nei. Eg sá, at Jovanovic
nýtti hondina. Dómarin sá tað
ikki, og vit fingu málið. Tað er
ikki meira at siga um tað, sigur
Nemanja Vidic.
uni@sosialurin.fo
Málið er ikki
avgerandi
a-LandsLiðið Nemanja Vidic slær
fast, at fyrsta málið hjá Serbia
legði grundarlagið undir sigurin.
Men gestirnir høvdu eisini vunnið,
um málið ikki var viðurkent
Føroysku leikararnir vóru sjálvsagt í øðini, at dómarin
loyvdi hondbóltsspælinum hjá Jovanovic
Mynd: Álvur Haraldsen
hondbóLtur?
Ólógliga leiðslumálið hjá serbum
Mynd: Álvur Haraldsen
Brian Kerr, landsliðsvenjari, í miðjuni
Mynd: Álvur Haraldsen
Brian Kerr fekk sín elddóp sum
føroyskur landsliðsvenjari hin
10. juni í fjør. Tá vitjaði Serbia
eisini á Tórsvølli.
Tað eru fáar broytingar
farnar fram í føroyska lands
liðs hópinum síðan. Tað sæst,
at
lands liðsvenjarin
hevur
ikki framt nógvar broytingar
í byrjunar uppstillingini, men
út skift ararnir hava fingið fleiri
nýggj andlit.
Jákup Mikkelsen, Jónas Tór
Næs, Egil á Bø, Atli Gregersen,
Johan Troest Davidsen, Bogi
Løkin, Atli Danielsen, Súni
Olsen,
Fróði
Benjaminsen,
Símin Samuelsen og Christian
Lamhauge Holst mannaðu før
oyska liðið hin 10. juni í fjør.
Jann Ingi Petersen, Christian
Høgni Jacobsen og Andrew
av Fløtum vóru innskiftir í
seinna hálvleiki. Meinhardt
Joensen, Bartal Eliasen, Einar
T. Hansen og Hjalgrím Elttør
sótu á beinkinum.
uni@sosialurin.fo
Fáar
broytingar
Føroyar – Serbia 0-3 (0-2)
0-1: Danko Lazovic, 14.
0-2: Dejan Stankovic, 18.
0-3: Nikola Zigic, 90.
Dómari: Albert Toussaint, Luksemborg
1800 áskoðarar
Føroyar: Gunnar Nielsen, Tranmere Rovers – Jón Tór Næs, B36, Atli Gregersen, Ross County, Jóhan Troest
Davidsen, NSÍ, Hendrik Rubeksen, HB – Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (Arnbjørn Hansen, EB/Streymur,
79.) – Jann Ingi Petersen, NSÍ, 73.), Fróði Benjaminsen, HB, Daniel Udsen, EB/Streymur, (Christian R. Mouritsen,
B36, 46.), Símun Samuelsen, HB – Jóan Símun Edmundsson, Newcastle United
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Tórður Thomsen, HB, Egil á Bø, EB/Streymur, Einar T. Hansen, NSÍ, og Bogi
Løkin, NSÍ.
Gult kort: Eingin
Venjari: Brian Kerr
Serbia: Andjelko Djuricic, UD Leiria – Antonio Rukavina, TSV 1860 Munchen, Nemanja Vidic, Manchester United,
Danko Lazovic, FC Zenit St. Petersburg (Milos Ninkovic, FC Dynamo Kiev, 83.), Dejan Stankovic, Inter Milan
(Radosav Petrovic, FK Partizan, 58.), Milan Jovanovic, Liverpool, Ivan Obradovic, Real Zaragoza, (Aleksandar
Lukovic, FC Zenit St. Petersburg, 46.), Milos Krasic, Nikola Zigic, Birmingham City, Neven Subotiv, BV Borussia
Dortmund, Zdravko Kuzmanovic, VfB Stuttgart
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Zeliko Brkic, FK Vojvodina, Pavle Ninkov, Zoran Tosic, CSKA Moskva, Dragan
Mrdia, FC Sion
Gult kort: Ivan Obradovic, 32., Antonio Rukavina, 86.
Venjari: Resad Kunovac