mánadagur 6. september 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. september · Nr. 129
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Føroyar høvdu møguleikan
at enda á triðja plássinum í
bólkaspælinum.
Men
liðið
rakk
fimta
plássinum í røðini av seks
liðum.
Orsøkin var eitt tápuligt
mál, sum Moldova fekk, tá lítil
løta rest aði í av dystinum móti
Føroyum.
Tað er greiða niðurstøðan
hjá Jóan Paula Dahl Jakobsen,
sum var liðskipari hjá føroyska
liðnum.
– Stríðshugurin var aftur
fyri myndarligur.
Vit
vóru
undir trýsti í seinna hálvleiki,
men tað var um reppið, at vit
hóraðu undan. Men so fær ein
mótstøðumaður ov nógv pláss
í brotsteiginum aftaná horna
spark, greiðir málverjin frá.
Føroyska
U21landsliðið
hevur staðið seg sera væl í
hesari undan kappingini. Liðið
hevur vunnið 11 stig, og tað er
føroyskt met.
Høgni Eysturoy spældi sín
fyrsta dyst á U21landsliðnum
um viku skiftið. Hann røkti
plássið sum bakkur í høgru.
Odmar
Færø,
sum
oftast
er á beinkinum, var á mið
vøllinum, og báðir stóðu seg
væl, sambært Jóan Paula Dahl
Jakobsen.
– Tað hava verið fleiri
broytingar á liðnum, men tað
tykist ikki ávirka stórvegis.
Tað sigur ikki lítið um støðið á
heildini, og um hugburðin hjá
leikarunum, sigur hann.
Finnur
Justinussen,
Víkingur, varð rikin av vølli,
tá seks minuttir vóru eftir
av dystinum. Hann fekk sítt
seinna gula kort.
Artur Ionita skoraði einasta
mál ið í dystinum í Moldova.
uni@sosialurin.fo
Tápuligt mál
oyðilegði
veitsluna
U21-landsliðið Tað var leingi líkt
til, at føroyska U21-landsliðið skuldi
fáa eitt stig burtur úr útidystinum
móti Moldova. Men eitt tápuligt mál
tryggjaði heimaliðnum øll stigini
Føroyska liðið: Jóan Pauli Dahl Jakobsen, B36 – Høgni Eysturoy, B36, Rógvi Baldvinsson, Algård,
Dánjal Davidsen, EB/Streymur, Viljormur Davidsen, OB – Finnur Justinussen, Víkingur, Hallur Hansson,
Aberdeen FC, Kristoffur Jakobsen, EB/Streymur (Heri Hansen Nesá, Århus Fremad, 77.), Odmær Færø,
B36 (Karl Løkin, 62.), Rógvi Poulsen, HB – Páll Klettskarð, Víkingur (Øssur Dalbúð, ÍF, 55.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, 07 Vestur, Jens Joensen, NSÍ, Erling Jacobsen,
Víkingur
og Dánjal á Lakjuni, ÍF.
Gult kort: Finnur Justinussen og Kristoffur Jakobsen
Reytt kort: Finnur Justinussen, tvey gul
Venjarar: Heðin Askham og Bill M. Jacobsen
Hilmar Jan Hansen
Hóast hann royndi at smoyggja
sær út í bussin eftir dystin, uttan
at fjølmiðlarnir skuldu leggja hann
til merkis, eydnaðist at fáa orðið á
serbiska landsliðsvenjaran, Radomir
Antic, meðan hann vinarliga skriv
aði børnum autografar uttan fyri
FSFhúsið.
– Vit fingu eitt skjótt mál og
komu stutt eftir eisini upp á 20, og
annars haldi eg, at vit høvdu gott
tamarhald á spælinum. Í seinna
hálvleiki høvdu vit einar tveir ella
tríggjar góðar møguleikar, ið áttu at
givið mál, men kortini eri eg nøgdur
við sigurin, segði Antic.
– Sjálvandi kunnu vit spæla
betur, enn vit gjørdu hesa ferð, men
30 á útivølli er altíð ein góð byrjan í
ein ari EMundankapping, so eg eri
væl nøgdur.
Radomir Antic noyddist at síggja
dystin frá áskoðaraplássunum, tí
í kjalarvørrinum á HMenda spæl
inum í Suðurafrika í summar fekk
hann karantenu í fýra landsdystir,
eftir at hann hevði verið í so
opin skáraður
um
avrikið
hjá
dóm aranum Jorge Lorrionda úr
Uruguay, eftir at Serbia tapti 12
fyri Australia.
Ein onnur avleiðing av hesum er,
at Antic er gingin við til at fara niður
í hálva løn sum landsliðsvenjari, tí
gjørdi hann ikki tað, hevði serbiska
fótbóltssambandið givið honum
sekkin fyri longu karantenuna,
ið ger, at hjálparvenjari hansara,
Resad Kunovac, hesar dystirnar
má av greiða alt tað, sum skal gerast
undir dysti.
Hesi viðurskifti tosaðu vit ikki
við Radomir Antic um fríggja
kvøldið, tí hann vildi bert gera við
merkingar til sjálvan dystin. Og nú
hann hevði sæð sínar menn »við
hepnari hond« tikið tey væntaðu
trý stigini, hevði hann rósur at bera
før oyingunum:
– Føroyar hava eitt ungt og
kanska ikki so roynt lið, men teir
hava tíðina fyri sær, so tit kunnu
vænta tykkum eitt sindur av hesum
liðnum, segði Antic, áðrenn hann
skundaði sær í spælarabussin, ið
koyrdi vestur á flogvøllin beint
eftir dystin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Antic væl nøgdur
a-landsliðið Serbiski venjarin, ið mátti síggja
dystin frá áskoðaraplássunum, tí hann hevði
karantenu, var væl nøgdur við at vinna 3-0
Hilmar Jan Hansen
– Eg eri nokk so vónbrotin, tí
eg hevði hopað, at vit fingu eitt
gott úrslit, og tá meini eg við ein
javnleik ella meira, segði føroyski
liðformaðurin, Fróði Benjaminsen,
eftir 03 ósigurin ímóti Serbia
fríggjakvøldið.
Hetta var dystur nummar 61
hjá Fróða, og í seinna hálvleiki var
hann nær við at skora sítt fjórða
landsliðsmál.
– Ja, vit vóru eitt sindur óhepnir,
at vit ikki fingu eitt mál, sum hevði
fingið okkum innaftur í dystin, men
eg rakti tíverri ikki bóltin. Tá Símun
leggur innfyri, veit eg nøkulunda,
hvar bólturin plagar at koma, men
eg rakti hann so ikki, og eg haldi, at
onkur aftan fyri meg eisini var nær
við, segði Fróði.
Eins og øll vit onnur, var hann
eisini rættiliga harmur um mátan,
Serbia kom á odda uppá:
– Fyrsta málið hjá teimum kann
róliga kallast tjóvarí, og tað skelkaði
okkum eitt sindur. Eg haldi, at tað
er heilt ótrúligt, at hvørki dómari
ella linjudómari síggja tað, men
nú er tað heldur ikki so ofta, at
fyrimunirnir eru við okkum í
dømingini.
Á rættari leið
– So fingu teir eitt mál aftrat, tá vit
ikki vóru konsentreraðir, og tí bleiv
tað trupult. Men í seinna hálvleiki
haldi eg, at vit vóru nógv betri við
og fingu trýst teir, segði hann.
– Eg haldi, at vit nógvar teir
síðstu dystirnar hava víst, at vit
eru á rættari leið, tá tað snýr seg
um spælið. Kjansirnar fáa vit eisini,
so vit mugu bara fáa sett nakrar av
teimum inn, tí so eru vit nógv betur
við.
Av føroysku spælarunum var
Fróði Benjaminsen veruliga tann, ið
gekk undan á føroyska miðvøllinum
allan dystin – eisini í fyrra hálvleiki,
tá tað annars ikki var nógv veiggj
í føroyska spælinum. Men sjálvur
vildi hann ikki gera so nógv burtur
úr sínum egna innsatsi.
– Eg veit ikki, um hetta er ein av
mínum frægastu dystunum, men
eg haldi, at tað kann altíð verða
betri. Nøgdur eri eg ongantíð, tí eg
haldi altíð, at har er okkurt, ið kann
gerast betri, staðfesti liðformaðurin
eftir dystin fríggjakvøldið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fróði var vónbrotin
a-landsliðið
Føroyski lið for-
maðurin, Fróði
Benjaminsen, var
bæði vónbrotin av
málinum, serbar
komu á odda við, og
at tað ikki eydnaðist
Føroyum at fáa eitt
mál og kanska koma
innaftur í dystin
fríggjakvøldið
– Fyrsta málið hjá teimum kann róliga kallast tjóvarí, og tað skelkaði
okkum eitt sindur, segði føroyski liðformaðurin, Fróði Benjaminsen
Mynd: Álvur Haraldsen
TJÓVaRÍ
Uni Holm Johannesen
Atli Danielsen fer ikki at spæla
á føroyska fótbóltslandsliðnum
komandi seks mánaðirnar.
Miðvallarin, sum er knýttur
at hópinum hjá FC Roskilde,
hevur boðað Brian Kerr, lands
liðsvenjara, frá, at hann er ikki
tøkur, tí hann er upptikin av
lesnaðinum í Danmark.
– Lesnaðurin er tíðar krevj
andi í løtuni, og eg seti meg
ikki føran fyri at brúka nógva
tíð upp á landsliðsfótbólt sam
stundis. Men um eitt hálvt ár
er støðan øðrvísi, og tá havi eg
aftur tíð, sigur Atli Danielsen.
Tí er talan ikki um eitt
endaligt farvæl við lands liðs
fótbólt.
uni@sosialurin.fo
Atli Danielsen givin
á landsliðnum
FÓTbÓlTUR Atli
Danielsen hevur
takkað fyri seg
á landsliðnum
fyribils