mánadagur 6. september 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. september · Nr. 129
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Gianfranco Zola:
Prandelli fær lands
liðið aftur á beint
Fótbóltur Gianfranco Zola, fyrrverandi italskur stórspælari, væntar, at Cesare
Prandelli er rætta venjaraloysnin fyri italska fótbóltslandsliðið
Uni Holm Johannesen
Cesare Prandelli.
Tað er ikki ein stjørna á italska
venjarahválvinum.
Hann stóð á odda fyri liðnum
hjá Verona, sum flutti upp í bestu
italsku deildina í 99.
Hann
stjórnaði
somuleiðis
Venezia, sum vann uppflyting í
bestu deildina í 2001.
Annars einki.
Prandelli
hevur
fingið
seg
royndan
í
venjarastarvinum
í
Parma, Roma og Fiorentina, men
hann hevur ongantíð vunnið staðið
ovast, tá gullheiðursmerkini eru
hand aði.
Í
morgin
stendur
Cesare
Prandelli á odda fyri italska fót
bólts landsliðnum, sum fær vitjan
av Brian Kerr og hansara før oy
ingum.
Og tað hevur fyrrverandi stór
spælarin, Gianfranco Zola, ongar
trupulleikar við.
Fer at roynast væl
Prandelli fekk sín elddóp fríggja
dagin, tá Italia vann við bit og slit
á útivølli móti Estlandi. Úrslitið var
21. Avrikið var lítið sannførandi.
Gianfranco
Zola
sigur
við
heima síðuna hjá UEFA, at italska
fót bóltssambandið
valdi
røttu
loysnina, tá Prandelli fekk boðið
venjarastarvið.
– Eg havi álit á honum. Hann
hevur roynst væl sum venjari
higar til, hóast hann ongantíð hevur
vunnið nakað stórvegis. Prandelli
dugir væl við ungum spælarum,
og tað gevur okkum møguleikan
at arbeiða við einum øðrvísi og
ágrýtnum hugburði á liðnum, metir
Zola.
Prandelli var settur í starv undan
HMendaspælinum í summar. Tað
var greitt, at Marcello Lippi helt
ikki fram aftaná HM.
Prandelli fær hjálp frá Gianni
Rivera og Roberto Baggio, sum hava
átikið sær leiklutin sum hjálpar
venjarar.
Trýstur
Aftaná eitt sera vónbrotið HM
enda spæl hevur italska landsliðið
av álv ara nakað at prógva.
Tí er Cesare Prandelli undir
trýsti sum venjari.
Fjølmiðlarnir ræðast ikki at
leggja eftir landsliðnum, sum hevur
verið lítið sannførandi seinasta ári.
Italia tapti fyrsta skrásetta lands
dystin undir leiðslu av Prandelli.
Fílabeinsstrondin vann 10 á Italia
í venjingardysti í august.
Fríggjakvøldið vann Italia á úti
vølli móti Estlandi, men italsku
fjøl miðlarnir eru ikki bergtiknir
higartil.
Ein sannførandi stórsigur er
kravið, um Prandelli skal draga
andan lættliga aftaná landsdystin
móti Føroyum.
Zola er bjartskygdur.
– Tað er ein torførur bólkur, tá
tú hugsar um støðuna, sum italska
landsliðið stríðist við í løtuni. Men
Prandelli fær landsliðið aftur á
beint. Tað vendir ikki eftir einum
degi, men við tíðini fer liðið at
menna seg støðugt undir hansara
leiðslu, sigur Gianfranco Zola.
Gianfranco Zola var uppsagdur
sum venjari hjá West Ham í summar.
Hann hevur áður verið hjálpar
venjari á italska U21landsliðnum.
FAKTA UM PRANDELLI
Navn: Cesare Claudio Prandelli
Føðingardagur: 19. august, 1957
Aldur: 53
Føðistaður: Orzinuovi, Italia
Yrkisleið sum fótbóltsspælari:
1974-1978: Cremones, 88 dystir og 7 mál
1978-1979: Atalanta, 27 dystir og 3 mál
1979-1985: Juventus, 129 dystir og 8 mál
1985-1990: Atalanta, 119 dystir og 7 mál
Yrkisleið sum venjari:
1990-1993: Atalanta (ungdómsvenjari)
1993-1994: Atalanta
1994-1997: Atalanta (ungdómsvenjari)
1997-1998: Lecce
1998-2000: Verona
2000-2001: Venezia
2002-2004: Parma
2004: Roma
2005-2010: Fiorentina
2010: Italia
Italski hópurin
Málverjar:
Antonio Mirante, Parma
Salvatore Sirigu, Palermo
Emiliano Viviano, Bologna
Verjuleikarar:
Luca Antonelli, Parma
Leonardo Bonucci, Juventus
Cesare Bovo, Palermo
Mattia Cassani, Palermo
Giorgio Chiellini, Juventus
Lorenzo De Silvestri, Fiorentina
Daniele Gastaldello, Sampdoria
Cristian Molinari, Stuttgart
Miðvallarar:
Daniele De Rossi, Roma
Andrea Lazzari, Cagliari
Claudio Marchisio, Juventus
Riccardo Montolivo, Fiorentina
Angelo Palombo, Sampdoria
Andrea Pirlo, AC Milan
Framherjar:
Antonio Cassano, Sampdoria
Alberto Gilardino, Fiorentina
Giampaolo Pazzini, Sampdoria
Simone Pepe, Juventus
Fabio Quagliarella, Juventus
Giuseppe Rossi, Villarreal
Føroyski hópurin
Málverjar:
Gunnar Nielsen, Tranmere
Tórður Thomsen, HB
Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, B36
Bartal Eliasen, ÍF
Atli Gregersen, Ross County
Egil á Bø, EB/Streymur
Johan Troest Davidsen, NSÍ
Einar T. Hansen, NSÍ
Hendrik Rubeksen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, B68
Miðvallarar:
Bogi Løkin, NSÍ
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg
Jann Ingi Petersen, NSÍ
Jústinus R. Hansen, NSÍ
Fróði Benjaminsen, HB
Daniel Udsen, EB/Streymur
Christian R. Mouritsen, B36
Símun Samulesen, HB
Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur
Mouritsen er ivasamur
Christian Mouritsen er ivasamur til landsdystin í annað kvøld.
Tað er niðurstøðan hjá Dimmalætting og Kringvarpi Føroya,
sum vóru til venjing í Firenze í gjármorgunin. Miðvallarin
úr B36 meiddi sær fótin undir venjingini. Hann traðkaði
onkurvegna skeivt og legði seg á vøllin og venaði seg.
Dimmalætting skrivar, at tað er hjálparfólkini vóru skjót
hjá honum, men tað var greitt, at hann kundi ikki halda fram í
venjingini. Tað er ikki til at siga, hvussu álvarsamur skaðin er, men
Mouritsen er í øllum førum ivasamur.
Kerr harmast um avboðini
Brian Kerr, landsliðsvenjari, er harmur um, at hann hevur ikki
allar leikararnar tøkar til landsliðið. Christian Høgni Jacobsen
hevur givið avboð hesaferð vegna skaða. Jákup
á Borg og Atli Danielsen hava boðað frá, at teir
verða ikki tøkir á landsliðnum komandi tíðina.
– Tað eru leikarar, sum hava drúgvar royndir sum
landsliðsleikarar. Tað merkist væl, at teir eru burtur, og tað
er sjálvsagt einki at frøast um, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Italski landsliðs venjarin
fær stuðul frá fyrrverandi
stórspælaranum,
Gianfranco Zola