mánadagur 6. september 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. september · Nr. 129
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hetlendingarnir vóru stinnari
Uni Holm Johannesen
Hetlendingar eru stinnari enn før
oyingar í skjóting.
Tað varð prógvað í tveimum
skjóti kappingum, sum Skjótisam
bandið hevði tikið stig til um viku
skiftið.
John M. Laurenson og Ross Work,
úr Hetlandi, vitjaðu í Føroyum og
royndu seg móti føroyingum í
Skeet og Trap. Samlaða úrslitið var,
at Hetland vann 114102.
Tað varð lagt til brots leygar
morgunin, tá 9 luttakarar vóru í
Skeetkappingini á breytini hjá
Sunda Byrsufelag á Norðskála.
Seinnapartin leygardagin vóru
12 luttakarar í Trapkappingini á
breytini hjá Byrsumálum í Sand
víkum.
Johnhard Klettheyggj, ein av
føroysku skjúttunum, vísir á, at
landsdysturin eydnaðist væl.
– Tú kann ikki beinleiðis siga, at
føroyska landsliðið kappaðist móti
hetlendingunum. Men vit vóru
fleiri skjúttar, og hóast vit raktu
ikki serliga væl, tí vindurin darv
aði, so eydnaðist tiltakið væl, sigur
Jonhard Klettheyggj.
Landsdysturin var hin fimti
millum Føroyar og Hetland í skjót
ing. Í 1989, 1990 og 1993 vunnu het
lend ingar, og føroyingar vunnu í
1994.
Tað hevur verið lítið virksemi
í føroyskari skjóting seinastu 15
árini, og tí hevur ikki verið dyst
ast um skjøldrið, sum John M.
Laurenson og Ross Work hava við
sær í við førinum til Hetlands.
Skjøldrið hevur verið í Føroyum
síðan dystin í 1994.
uni@sosialurin.fo
Úrslitini
í skeet
Einstaki luttakarin skeyt eftir 75 dúgvum
1. Jóannis Joensen, Føroyar, 61 dúgvur
2. John M. Laurenson, Hetland, 58 dúgvur
3. Sámal Debes, Føroyar, 53 dúgvur
4. Magni Dam, Føroyar
5. Johnhard Klettheyggj, Føroyar
6. Jónstein Petersen, Føroyar
7. Ragnar við Streym, Føroyar
8. Hávarður Fjallstein, Føroyar
9. Ross Work, Hetland
Úrslitini
í trap
Einstaki luttakarin skeyt eftir 75 dúgvum
1. John M. Laurenson, Hetland, 56 dúgvur
2. Esmar Simonsen, Føroyar, 41 dúgvur
3. Ross Work, Hetland, 40
4. Eirikur Elisson, Føroyar
5. Regin Enghamar, Føroyar
6. Finn Ludvig, Føroyar
7. Sámal Debes, Føroyar
8. Johnhard Klettheyggj, Føroyar
9. Jóannis Joensen, Føroyar
10. Magni Dam, Føroyar
11. Ragnar við Streym, Føroyar
12. Simme A. Jacobsen, Føroyar
Bestu úrslitini í skeet og trap verða løgd saman fyri at finna samlaða vinnaran.
Hetland vann 114 – 102 samanlagt.
Skjóting Hetland
vann landsdystin
móti Føroyum
í skjóting um
vikuskiftið
Hetland vann 114 - 102 samanlagt
Mynd: Álvur Haraldsen
Steypið sum kappast verður um.
Hetland og Føroyar hava ikki kappast síðan 1994
Myndir: Álvur Haraldsen