Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. september 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. september · Nr. 129 22 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannnesen Teir togast av álvara í oddinum í næstbestu deildini. KÍ er oddalið í løtuni. Klaks­ víkingar hava eitt stig fleiri enn 07 Vestur, sum spælur í kvøld. TB er nummar trý. Teir hava eis­ ini eitt stig minni enn KÍ, men hava hinvegin spælt ein dyst fleiri enn klaksvíkingar. Soleiðis er støðan aftaná viku­ skiftið. Meðan Vodafonedeildin hvíldi seg um vikuskiftið, tí landsdystir vóru á skránni, so varð spælt í næst­ bestu deildini. Ásetingarnar siga, at teir, sum eru 21 ár og yngri, kunnu spæla við í Vodafonedeildini og 1. deild, um dyst irnir ikki eru sama dag. Tí hjálptu fleiri yngri leikarar við á næst besta liðnum um vikuskiftið. Í seinastu løtu KÍ var skert til útidystin í Leirvík. Steffan Kalsø, Høgni Madsen og Henry Heinesen vóru útvístir sein­ astu vikuskiftið og vóru tí ikki tøkir. Tað stóð nógv á klaksvíkingum, sum á Summarfestivalinum taptu 4­2 móti Víkingi. Vanliga leiktíðin var farin, tá dómarin floytaði fyri brotssparki til KÍ. Jógvan Isaksen var tryggur. Úrslitið var 2­1. Víkingur spældi við 10 monnum, tí Hans Jørgen Djurhuus varð út­ vístur, tá fyrri hálvleikur var hálv­ unnin. Álvur F. Christiansen skoraði eisini fyri KÍ. Bárður J. Hansen stóð fyri málinum hjá Víkingi. TB í trupulleikum TB, sum vitjaði á Toftum, var í trupul leikum. Úrslitið var 1­1, og heimamenninir kendu seg ikki hava fingið tað burturúr, sum spælið og møguleik­ arnir vóru til. B68 hevur framvegis fyrsta sigurin til góðar, og TB misti týdn­ ingarmikið fet í toppstríðnum. Vitjanirnar hjá tvørámonnum á Skála fjørðinum hava verið kostn aðar miklar. Fyrst tapti TB í Runavík, og nú fingið teir bara eitt stig á Toftum. Hoyvíkingar vunnu FC Hoyvík stríðist framvegis fyri at sleppa undan niðurflyting. Hoyvíkingar vunnu greitt 3­0, tá næstbesta liðið hjá AB vitjaði í gjár. Jón Brekku, Ken Nónklett og Tony Rasmussen vóru málskjúttar. Við sigrinum er bjargingar­ sess urin bara trý stig burtur hjá hoyvíkingum. Merkisvert var tað, at Heðin Stenberg, sum hevur verið málverji á besta liðnum hjá AB í ár, var fram­ herji hjá næstbesta liðnum um viku skiftið. NSÍ flutti seg burtur frá hótt­ anina av niðurflyting, tá runa­ víkingar vunnu 2­1 á heimavølli móti HB. Jann Martin Mortensen og Árni Frederiksberg skutu málini hjá heimaliðnum, og Páll Holm Jacobsen var málskjútti hjá HB. 07 Vestur fær vitjan av EB/ Streymi í kvøld. Dysturin byrjar klokkan 18.00. uni@sosialurin.fo Togast í oddinum Fótbóltur Jógvan Isaksen var tryggur, tá hann sendi úr ellivu metrum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat. KÍ vann á útivølli móti Víkingi, og er nú oddalið Føroyska 1. Deild menn nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 20 12 4 4 49 19 +30 40 2 07 Vestur 19 11 6 2 45 19 +26 39 3 TB 21 12 3 6 46 25 +21 39 4 HB II 21 10 3 8 43 44 -1 33 5 EB/Streymur II 19 9 5 5 40 26 +14 32 6 NSÍ II 20 6 7 7 29 38 -9 25 7 Víkingur II 20 7 4 9 30 40 -10 25 8 AB II 20 7 2 11 25 45 -20 23 9 FC Hoyvík 20 5 5 10 26 37 -11 20 10 B68 II 20 0 3 17 12 52 -40 3 Føroyska 1. Deild kvinnur nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 KÍ 17 15 2 0 82 9 +73 47 2 AB 17 13 1 3 82 13 +69 40 3 Skála 17 7 4 6 31 25 +6 25 4 Víkingur 17 6 1 10 20 48 -28 19 5 EB/Streymur 16 2 4 10 14 56 -42 10 6 MB 16 0 2 14 7 85 -78 2 Í botninum vunnu hoyvíkingar greitt 3-0, tá næstbesta liðið hjá AB vitjaði á niðara vølli í Gundadali í gjár. Mynd: Álvur Haraldsen Uni Holm Johannesen Talan er um 4th North Atlantic Archery Tournament kapp­ ingina, sum verður fyriskipað ár ini millum oyggjaleikirnar. Luttandki lond vóru Føroyar, Hetland og Orknoyggjar. Leygardagin var skotið OL­ umfar, sum umfatar 72 pílar á 70 metrum. Eggaba Andreasen, Vága­ Skot, vann gull fyri recurve menn. Jastrid M. Jensen, Tambar, vann silvur í recurve kvinn ur, Jógvan Niclasen, Tambar, vann gull í compound menn, og Rakul Dam, Tambar, vann gull í compound kvinnur. Sunnudagin var fult FITA­ umfar, sum umfatar 36 pílar á fýra ymiskum frástøðum – menn 90­70­60­30 metur, og kvinnur 70­60­50­30 metur. Eggaba Andreasen gjørdi aftur um seg og vann silvur við 1127 stigum, sum er persónligt met. Jastrid M. Jensen vann gull við 1056 stigum, sum er persónligt met. Jógvan Niclasen vann gull í compound menn við 1338 stigum, og Rakul Dam vann silvur í compound kvinnur við 1240 stigum. uni@sosialurin.fo Bogaskjúttarnir gjørdu bart bogaskjóting Fimm gull heiðurs­ merki og trý silvurheiðursmerki var úrtøkan hjá fimm føroyskum boga skjúttum, sum tóku lut í kapp­ ing í Hetlandi um vikuskiftið Nýggjur sparkivøllur við Eysturskúlan Stásiligur fótbóltsvøllur er reistur við Eysturskúlan í Havn. Tað er á økinum, har frælsi ítrótturin hevur búleikast árini, áðrenn Tórsbreyt var tikin í nýtslu. Fótbóltsvøllurin er 70 metrar langur og 50 metrar breiður. Myndamaður okkara var á staðnum fríggjadagin, tá ungdómar úr Eysturskúlanum hugnaðu sær í fríkorterinum. uni@sosialurin.fo B68 – TB 1-1 (0-1) Dómari: Dia Lamhauge 0-1: Jón Magnusarson, 13. 1-1: Jónleif Højgaard, 48. FCH – AB 3-0 (0-0) Dómari: Eiler Rasmussen 1-0: Jón Brekku, brts., 61. 2-0: Ken Nónklett, 87. 3-0: Tony Rasmussen, 90. NSÍ – HB 2-1 (1-1) Dómari: Petur Reinert 1-0: Jann Martin Mortensen, 4. 1-1: Páll Holm Jacobsen, 22. 2-1: Árni Frederiksberg, 51. Vík. – KÍ 1-2 (0-1) Dómari: Bárður Mortensen 0-1: Álvur F. Christiansen, 22. 1-1: Bárður J. Hansen, brts., 77. 1-2: Jógvan Isaksen, brts., 90. Vík – AB 0-7 (0-0) Dómari: Jón Kári í Brekkuni 0-1: Mona Breckmann, 48. 0-2: Elsa Splidt Jacobsen, 55. 0-3: Nelly Poulsen, sjálvmál, 58. 0-4: Mona Breckmann, 59. 0-5: Olga Kristina Hansen, 66. 0-6: Rakul Jógvansdóttir, 67. 0-7: Olga Kristina Hansen Skála – KÍ 0-2 (0-0) Dómari: Vinjard Dam 0-1: Sofía Purkhús, 64. 0-2: Sofía Purkhús, 90.