mánadagur 6. september 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129
Sosialurin
Rís
Fyrsta spurningin um, hvussu
vit skipa makrelfiskiskapin,
hevur
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard,handfarið út av
lagi vánaliga.
Fólkaflokkinum líkt hevur
aðaltátturin í gongdini verið
at lata fiskiloyvi til nýggjar
aktørar, heldur enn at skapa
verandi flota, sum hevur
neyðugu fiskiorkuna, tryggar
karmar at virka undir.
Tað hevur m.a. havt við
sær, at skip við føroyskari
manning nú liggja svína
bundin, tí teirra kvota er uppi.
Um somu tíð eru skip við
stórt sæð bara útlendingum
umborð farin at fiska.
Fólkaflokkurin hevur í
áravís ávarað ímóti at geva
landinum heimild at selja
fiskirættindi í tilfeingisbúð.
Tí tað sambært teimum
fer at elva til, at føroyskir
fiskimenn fara at standa og
hyggja at, meðan útlendskir
fiskimenn fiska fiskin á
grunninum.
Nú
er
Fólkaflokkurin
umvegis eina gávubúð farin
at fremja tað í verki, sum
ávarað hevur verið ímóti.
Hvar er logikkurin?
Tað, ið her verður sagt,
er ikki kritikkur av nøkrum
reiðaríi, reiðara ella fiski
manni – útlendskum ella
føroyskum. Talan er um rís
til landsstýrismannin fyri
hansara út av lagi vánaligu
handfaring av hesum táttin
um í makrelmálinum.
Rós
Fyri hin táttin í málinum
eigur
landsstýrismaðurin,
landsstýrið og samgongan
rós uppiborið.
Tað var rætt at áseta egna
makrelkvotu og fara í “kríggj”
við hini strandalondini um
makrelin. Í roynd og veru
hava vit einki annað val, skulu
vit gera okkum tankar um at
fáa størri part av kvotuni.
Onkuntíð røkka sámráð
ingar ikki. Tá er neyðugt at
spæla við vøddunum.
Spell kortini, at formaðurin
í uttanlandsnevndini, John
Johannesen,
saman
við
Javnaðarflokkinum andøvdi
ímóti ætlanini at áseta kvotu.
Tað hevur seinkað gongdini í
málinum óneyðuga nógv.
ES og Noreg hava sæð
vandan,
nú
makrelurin
gongur eystari og norðari
enn vanligt hevur verið.
Tí hava tey lagt trýst á
Føroyar, við hóttanum um
havnarstongsul og uppsøgn
av fiskiveiðu og handils
avtalum, hildu vit ikki fram
við samstarvinum.
Íslendingar hava fiskað
stórar nøgdir av makreli,
hóast teir ikki hava verið
partur í “gomlu” stranda
landaavtaluni millum ES,
Noreg og Føroyar.
Neyðugi
grundvøllurin
undir ítøkiligum samráð
ingum og víðari samstarvi,
hevur tí ikki verið til staðar.
M.a. tí var tað rætt at slíta
samstarvið og áseta egna
kvotu.
Ráð
Íslendingar hava í ár ásett sær
kvotu av makreli á 130.000
tons og hava higartil longu
fiskað knøpp 100.000 tons.
Tá samráðingarnar um
makrelin byrja aftur í heyst,
fara íslendingar at sita við
borðið saman við ES, Noreg
og Føroyum, sum góðkendur
strandalandapartur.
Í
tí
sambandi eiga vit at sam
starva við Ísland mótvegis
ES og Noreg.
ES og Noreg nýta órímilig
vápn mótvegis okkum, nú
fiskimenn
forða
okkara
skipum at landa í Skotlandi og
norskar havnir eru stongdar.
Tí er upplagt, at Føroyar
og Ísland eiga at standa
saman, sum so mangan fyrr
í fiskiveiðuhøpi.
Vit eiga kortini ikki at
gloyma, at ein og hvør er
sær sjálvum næstur. Ísland
samráðist í løtuni við ES
um
limaskap
og
hevur
somuleiðis ynski um at fáa
so stóran part av samlaðu
makrelkvotuni sum gjørligt.
Vandin fyri at sita eftir
við minsta partinum av
makrelkvotuni, tá avtornar,
spøkir. Hini strandalondini
eru langt síðan farin út um
øll mørk í teirra krøvum,
tá
hugsað
verður
um
okkara sámiligu avgerð um
eginkvotu á 85.000 tons.
Samstarvs og samráð
ingarvilji er neyðugur, men
nýta vit ikki allar snildir
okkum sjálvum at frama,
kunnu íslendingar fara at
renna undan saman við
hinum og fáa størri part av
makrelkvotuni, tá avtornar.
Tí eru ráðini, at vit longu
nú umhugsa at áseta okkum
eina hægri makrelkvotu, sum
ikki er minni enn tann Ísland
hevur ásett sær. Mótstøðan
frá hinum londunum verður
neyvan størri enn tann sama
kortini.
Okkara
bestu
vápn
í
stríðnum um makrelin eru
prógvini um, at makrelurin
er í føroyskum sjógvi, at
hann gýtir her, og at vit
kunnu fiska hann.
Kjak
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Rís, rós og ráð
Makrelmálið kann býtast í tvinnar høvuðstættir: 1) Hvussu skipa vit fiskiskapin?
2) Hvussu tryggja vit okkum størri part av samlaðu makrelkvotuni?
Báðir tættirnir hava týdning og eiga at handfarast rætt
um...
...er lisin
-so ert
tú við!
SPEKT søkir vaskifólk
SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f søkir vaskifólk at byrja skjótast
gjørligt. Arbeitt verður aðru hvørja viku.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Mirjam Haraldsen
á telefon 34 34 34.
Staravegur 17
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo