Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. september 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. september 2010 · Nr. 129 24 Sosialurin Kjak Fari at takka Jákupi Peter­ sen, yvirlækna, fyri vælút­ arbeidda og serstakliga skila­ góða grein undir heitinum: “Dupultfunktiónir á sjúkra­ húsum mugu steðgast”. Nakað av nýggjum er í greinini, men hetta er ein hin best útarbeidda greinin ið skrivað er, og verulig staðfesting av, hvussu skilið er. – Møguliga svarðar onkur. Sjálvur sat eg sum limur og formaður í sjúkra­ hússtýrinum fyri Klaksvíkar sjúkrahússtýri frá 1977 til 1984 og kenni sostatt ættarliðið av læknum og embætisfólkum, sum tá vóru á Landssjúkrahúsinum. Av og á varð tosað um, at tá nýtt ættarlið fór at síggja dagsins ljós, fór at verða betri háttalag. Tá gekk ikki máni, uttan at álopini dundu á smærru sjúkrahúsini, tí tað vóru hesi, sum tóku vit og skil av Landssjúkrahúsinum. ­ Møguliga er háttalagið frægari. Arbeiðið ikki sannført, men skattgjaldarin hevur goldið Runnin eru nú 30 ár og upp ímóti hálvari milliard krónum í útbygging á Lands­ sjúkrahúsinum, og framvegis ænir onkur enn, sum torir at geva smærri sjúkrahúsunum skuldina, meðan onnur av eldra ættarliðinum nú hava lagt seg eitt sindur á annan bógv, tí tey kenna seg særd, tá onkur t.d. úr Klaksvík, “er so illavorðin” at rósa Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein sannleiki er, at partur av læknum og embætisfólkum hava klára at billa politikarum inn, at Landssjúkrahúsið kann gerast “Centralsjúkrahús”, um teir hava mót at niðurleggja Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahús. – Roknið sjálvi, eitt Centralsjúkrahús í Danmark skal hava 200túsund íbúgvar sum grundarlag, meðan í Svøríki er talið kanska 500túsund. Annar sannleiki er, at í Danmark verður mett við teirra 43túsund ferkilo­ metrum landaøki, at ein klokkutími er ov drúgv fjarstøða frá sjúkrahúsi, meðan læknar á Lands­ sjúkrahúsinum hava hildið, at tað er ongin trupulleiki, at norðoyingar í okkara landi, í okkara mangan ófantaliga veðri – 1.399 ferkilometrar landaøki – koyra meiri enn tíma og suðuroyingar skulu sigla millum tveir og 3 tríggjar klokkutímar. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi virkaðu funktiónirnar væl Tær frálíku fuktiónirnar við t.d. ortopedi og rheumatologi saman við øðrum, sum komu í 1980unum, áttu at fingið frið at ment seg, uttan, at Landssjúkrahúsið júst skuldi gera royndir at sláa føturnar undan hesum vælvirkandi funktiónum, og sum Jákup sigur, við tí skapti óneyðugar kostnaðarmiklar dupult­ funktiónir, sum eru við til at fáa sjúkrahúsverkið at liggja í fíggjarligum andaleypi við eini lutfalsligari verri tænastu og soleiðis koma føroyska samfelagnum og skattgjaldaranum í óføri. Í hesum innleggi fari av handahógvi, bara at koma við einum lýsandi dømi um mótstøðu ímóti tí sum virkaði. Fyrst í 1980unum gjørdu læknar á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi eina meting av kostn­ aðinum og “vælferðini” av at senda ortopediskar sjúklingar til Keypmannahavnar til SAHVA, sum er verkstaðið fyri ortopediskar sjúklingar, og heldur at fáa SAHVA at ferðast til Føroya, til Klaksvíkar, tí tað var her ortopediska deildin var í Føroyum. Hetta varð bæði bíligari og betri fyri “vælferð og ­veruna” hjá sjúklinginum. Lat meg leggja afturat, at hetta hevur nú virkað fyrimyndarligt øll árini. Kanska komin til seinasta útkall Sjálvur sat eg um ta tíðina í paneli á Lands­ sjúkrahúsinum, har eg saman við táverandi sjúkra­ hússtjóra, sum gjørdi frálíkt arbeiði, greiddi frá hvussu hetta fór at virka. Tað var ikki lukkuligt, sum bæði læknar, politikarar o.o. mótmæltu, at tey skuldu fara “heilt til Klaksvíkar”. Men til Keypmannahavnar var í teirra eygum ongir trupulleikar. Sannleikin er, at nú mugu politikarar til verka, yvirtrekkini øll árini geva teimum “grá hár í høvdið”, útbyggingarnar, sum onkur tíverri kallar “lazaret”, hava verið so stórar, hetta er sum hjá DR, at ráðini eru ikki til at viðgera og avgreiða “kundarnar”. Onkur politikari í høvuðsstaðnum hevur orðað seg so, at “ongin torir at taka diskusjónina upp, um at niðurleggja smærru sjúkrahúsini”. Her er svarið greitt, at nú er kanska seinasta útkall til at taka støðu, til at økja viðgerðina á smærru sjúkrahúsunum, áðrenn Landssjúkrahúsið er tað einasta í Føroyum, sum í síðsta enda gerst upp­ savningarstøð fyri at senda sjúklingar av landinum. Tað fer at undra, um Jákup Petersen, yvirlækni ikki fær svar uppá væl útarbeiddu grein sína. Ov nógvir politikarar hildu undan í sjúkrahúsmálinum, tí hevur óskilið hópað seg upp. Jógvan við Keldu Ov nógvir politkarar hildu undan í sjúkrahúsmálinum Ein sannleiki er, at partur av læknum og embætisfólkum hava gjøgnum árini klárað at billað politikarum inn, at Landssjúkrahúsið kann gerast eitt “centralsjúkrahús” Heldur enn at áseta ólav­ søkdag sum tjóðardag, eins og Sjúrður á Skaale ynskir, eiga vit at áseta flaggdagin sum tjóðardag. Støðan er hon, at í dag hava nógv fakfeløg vunni sær rætt til ymiskar frídagar. Nógvir fakbólkar hava frí flaggdag og ólavsøkudag. Meðan grundlógardagur er ásettur at vera hálvur frídagur hjá øllum, og at avtaka ein siðabundnan frídag, er tað sama sum at lækka lønina. Hvørs grund­ lógardagurin skal avtakast ella ikki, eigur ikki at tengjast upp at um ólavsøkudagurin eigur at verða tjóðardagur. Eftir míni sannføring eigur ólavsøkudagur ikki at gerast tjóðardagur. Heldur eigur ólavsøkudagur at verða halgi­ dagur, har allir føroyingar á ein serligan hátt kunnu minnast aftur á og frøðast um, at vera blivin ein kristin tjóð. Og um ein hevur hug, at brúka henda dag, at vitja okkara kæra høvuðsstað og tey mongu tiltøk á skrá henda dag, so er tað ein upplagdur møguleiki. Ein tjóðardagur eigur at vera ein dagur, ið knýtir allar borgara í landinum saman og um sama, og eg loyvi mær at ivast í, um borgara uttan fyri Havnina ynskja sær ólavsøkudagin sum ein tjóðardag. Heldur hugsi eg mær, at flaggdagur er rætti dagur til tjóðardag. Hesin dagur rørir við samleikan hjá øllum føroyingum, við tað at Flaggi ella rættari Merki er okkara. Og litirnir, reytt, blátt og hvítt eru okkara litir. Og krossurin er okkara krossur og eitt tekin um, at vit eru kristin tjóð. Og vit kenna okkum aftur í flagginum. Vit fáa tjóðskaparkenslur, tá ið flaggið verður vundið á stong. Vit fáa sterkar tjóðskapar kenslur tá vit, eitt nú í feriutíð ­ í fjarskotnum londum ­ síggja eitt lítið flagg á einari matstovu, ella tá ið vit í fremmandari havn síggja eitt føroyskt skip veittra við merkinum. So lat okkum gera flagg­ dagin til tjóðardag og ólav­ søkudagin heilagan. Kristina T. Larsen valevni Sjálvstýrisfloksins Ólavsøkudag heilagan og flaggdagin til tjóðardag